Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2020 · Nr. 87 Sosialurin 16 NØVN Góðu tit, Jóna, Marjun, Hilm­ ar, Ása og Annika. Tykkara sakn­ur eftir pápa, mann, son og bróð­ir er størstur av øllum. Vit, ið kendu hann væl, sakna kæra vin okkara, Jóannes, sum alt ov tíðliga fór úr hes­ um heimi. Tá vit saman stóðu við grav­ar­trom­ina hjá Jóannesi, baks­að­ist ein einsamallur ravn­ur uppi yvir okkum ímóti tráa út­nyrðinginum. Tað var mest­sum ov mikið súmbolskt. Tí tað var sum stríðsmann at fleiri sóu Jóannes. Eins og ravn­in móti ættini. Í veruleikanum var J­ó­ann­ es kortini als ikki stríðsmaður. Hann var vitborin maður, sum bara vildi hava viður­ skift­ini í rætt lag, sum sam­fel­ ags­bús­kaparliga er skilabest, grundað á vísindi og grein­ing­ ar. Í hesum málum var hann held­ur ikki radikalur. Alt tað Jóann­es sum fakmaður vísti á, vóru púrasta vanlig hevd í sam­fel­agsbúskapi. Jóannes var skilagóður sum fáur. Hann var altíð á­grýt­in at læra meira, eisini um tað hann longu vitsti. Hann dugdi at seta alt í rætt­ an samanhang. Ongin av okkum búskaparfrøðingum dugdi sum hann alla breidd­ ina í vís­indini, heilt frá stødd­frøð­ini og øko­no­me­ tri­ini, um mikrobúskap og makro­búskap og heilt fram til filo­so­fiina. Hann hevði ikki bara tam­arhald á breiddini, men kavaði eisini djúpari enn onn­ur í hvørt evni. Tí nutu vit øll gott av, at kunna banka á dyrn­ar hjá Jóannesi, til at fáa svar upp á okkurt torskilt mál, sum hann mestsum altíð dugdi at hjálpa okkum við. Næmingarnir nutu sama stuð­ul frá gávumilda lærara sín­um. Men hatta er alt tað eyð­ sýnda við Jóannesi, vininum. Tí umframt alt hatta bankaði eitt heitt hjarta í bróstinum á hes­um unga manni, eg var so hepp­in at kenna í meira enn 20 ár. Vit funnu so avgjørt sam­an um felags fatan av bú­skapi, men fremst av øllum hildu vit saman um eina góða og rætta búskaparliga kós fyri fólk­ið í hesum samfelag. Hetta hildu vit saman um øll hesi tjúgu árini, uttan eitt einasta ø­v­uga orð okkara millum. Hjá Jóannesi var stavnhaldi í øll­ um virki, at tað er vælferðin hjá fólki sum telur, og onki ann­að. Ikki alt størri avlop hjá fyritøkunum, ikki longd virkistíð hjá fyritøkum og vinn­um, men bara vælferðin hjá fólkinum í landinum. Og so­leiðis eigur púra vanlig bú­ skap­ar­frøði at vera. Men hansara frálíku egin­ leik­ar steðga heldur ikki her. Hetta kundi hann gera, uttan nakr­an­tíð at gerast partur av ide­o­lo­giskum ella politiskum kredd­um. Tí var stavnhaldið al­tíð so snórabeint, og ong­ antíð veik hann frá síni kós av pol­it­isk­um ella ideologiskum síðuvindi. Tí var hann ikki stríðs­mað­ ur. Heldur beint tvørtur ímóti. Jó­ann­es vildi hava alt at vera rætt, so sum tað eigur at vera. Men tað vóru nógv sum vildu stríðast ímóti. Bæði id­e­ologiskir og politiskir stríð­s­menn. Og so betaltu ag­ent­arnir fyri ríkastu feløg og fólk í landinum. Hetta vóru stríð­s­menninir. Ikki Jóannes. Tá mótstøðufólk stríddust í­móti, var Jóannes í víggi í mun­andi meira reinlyntum ørindum. Sjálvandi lá fólkaupplýsing honum nærm­ ast, tá hann var í almennum orð­a­skifti. Ikki tí at hann vildi koma sær framm, men tí at fólk skuldu fáa røttu søguna at hoyra. Og her nærkast vit kjarnu­ni hjá Jóannesi. Tí hvør er rætta søgan? Veitst tú nakr­an­tíð, at tú er tann ið røttu søguna veitst at siga? Satt at siga kom hann sær út í alment orðaskifti – ikki bara fyri at rópa sína søgu út í heimin – men kanska ser­ stak­liga tí at hann vildi hava mót­støð­u­fólkini at sannføra hann um, at hann fór skeivur. At hann ikki hevði rætt. Hetta er at vera trúgvur móti sann­leikanum. At hava trygga grund undir tí, tú met­ir vera satt og rætt, men sam­stundis at lata tína nið­ ur­støðu vera púra opna til at vera mótprógvað. Tá hann, oftast tolin og høviskur, var í al­mennum orðaskifti við minni høvisk mótstøðufólk, spurdi eg hví hann tímdi at brúka tíð og orku upp á slíkt. Tí at tað tóktist mær burt­ ur­spilt. Men svarið var, at hann gjørdi tað, fyri at møta øll­um hugsandi mótsøgnum, fyri at vita hvar ið veiku lið­i­ni í niðurstøðunum hjá sær vóru at finna. Fyri at royna hugmyndina í frí­um orðaskifti. At bjóða sann­leiks­ virð­i­num av, so at tú meira ekka­leysur kannst tvíhalda um rætt­leikan í málinum. Jóannes var tí nettupp ikki ravn­urin. Hann var vorðin tjaldr­ið sum reiðraðist, og sum vildi hava frið og rætt at valda í fuglanna heimi. Jóannes var altíð av fittastu ungu monnum, men tá hann fann saman við Marjun og tey síðani fingu Jónu, kom eitt annað milt brá yv­ir Jó­ annes. Saman við teim­um hann elskaði mest hvíldi hann, og kundi fara und­ir tað, sum skuldi vera hans­ara lívsverk: føroysk út­búgv­ing í búskaparfrøði á uni­vers­i­tets­ stigi. Fróðskaparsetrið, lær­ ar­ar og næmingar í bú­skap­ ar­frøði eru honum æviliga takk­samir fyri, at hann legði dygga grund undir verkið, sum tey nú laga omaná. Eg var so heppin at hava hann sum góðan vin og trúgv­ an lagsbróðir í meira enn tjúgu ár. Vinalag okkara var bor­ið og tilevnað í áralangari sókn­an eftir meira røttum og al­mann­a­gagn­l­igum loysnum í sam­fel­ags­málum. Vinirnir eru nógv­ir á langari lívsleið, men tey vin­a­bond tú knýtir í víggi, eru tess tættari tvinnað og tess fastari heft. Atsóknirnar hava ver­ið mangar, og allar komu tær sum væntað, frá teimum sum høvdu mest at missa við tað, at samfelagið sam­an­lagt vann meira. Eg sakni so mín kæra, trúgva og vísa vin. Tað er ringt at vita sær, at Jóannes ikki er í heim­i­num longur. Hermann Jóannesi, vininum, til minnis