Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 Mikudagur 7. desember 2020 · Nr. 87 LAGT TIL RÆTTIS: Eydna Skaale HÓAST TÍÐIN HETTA TIL JÓLA KENNIST RENNA SERA SKJÓTT FYRI OKKUM VAKSNU, SO TYKIST HON GANGA ÓENDALIGA SEINT FYRI TEY YNGRU. MEN GERA VIT SUM Í SANGINUM OG HUGNA OKKUM VIÐ AT BAKA, KLIPPA EINGLAR OG FLÆTTA HJØRTU, SO GONGUR TÍÐIN KANSKA EITT VET SKJÓTARI Peanutbuttersmákøkur Tú skalt nýta: 200 gr av mjøli 4 spsk av kakao 1/2 tsk av bakipulvuri 1/2 tsk av salti 125 gr av smøri 3 tsk av vaniljusukri 270 gr av sukri 1 stór spsk av »peanutbutter« 2 egg 200 gr av smáttskornari hvítari sjokolátu (ella myrkari) Soleiðis gert tú: Píska tað bleyta smørið, sukrið og peanutsmørið, so tað verður luftigt. Lat eggini og vaniljusukrið í. Blanda mjøl, kakao, bakipulvur og salt. Blanda hetta við restina av deigginum. Lat ta hvítu sjokiólátuna í. Tak eina spísiskeið av deigginum og rulla tað til eina kúlu. Legg deiggjkúlurnar á eina bakiplátu og baka køkurnar í uml 10 minuttir í 200 stigum. Uppskriftin er frá blogginum www.cutecarbs.com hjá Tóru Effersøe Mortensen Borðkort úr papptallerkum til jólaborðhaldið Tú skalt nýta: …WBOMJHBS IWrUBSQBQQUBMMFSLBS …TBLT …LMJTUSJCBOEPHMrN …FJOBBOEMJUTNZOEBWIWŸSKVNHFTUJ …QrQVSFJOTBSBS HMJNNVSHVJSMBOEVS …FMMBBOOB÷WJ÷TUgMUSg÷Jr Tekna tað svarta økið á fyrimyndini á pappírtallerkarnar. Klipp tað út. Klipp eisini strikurnar, sum ganga tvørturum. Falda eingilin við at snara veingirnar runt um, og fest teir saman í klippunum, sum tú gjørdi seinast í fyrsta punkti. Klistra ella líma teir fastar frammanfyri, fyri at fáa tað at halda. Líma andlitsmyndina á høvdið Snara pípureinsaran, glimmurguirlanduna (ella tað tú hevur við stáltráðið) rundanum hálsin og ger tveir armar. Gev eisini einglinum eina gloriu. Tú kanst geva einglinum eitt sangblað í hendurnar, sum her, ella tú kanst skriva navnið á gestinum á. Hugskot til at fáa tíðina at ganga... »Í morgin er tað jólaaftan, eg tími ei at bíða meir. Í morgin er tað jólaaftan, eg tími ei at bíða meir. Hvat skal eg so gera? Eg kann fara at baka, eg kann flætta hjørtu, eg kann klippa einglar. Í morgin er tað jólaaftan, eg tími ei at bíða meir« Flættað jólahjørtu Tekna eftir hesi fyrimyndini og minst til, at pappírið skal liggja dupult og verða foldað í neðra. Nýt tveir ymsar litir. Tey skulu vera eins stór, so at tey tilsamans gera skapið av einum hjarta. Klipp trý klipp nakað upp, soleiðis at tað verða fýra »armar«. Flætta nú ein arm fyri og annan eftir, so at teir ganga skiftivís innaní og uttaná hvørjum øðrum. Líma eina honk í.