Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2020 · Nr. 87 Sosialurin 14 KJAK Osmund Justinussen Nú hendi tað aftur: Ódnirnar í At­lants­havinum hava gingið so tætt­ar, sum sjáldan fyrr. Ja, tær hava næstan bóltað rút vesturi í Atl­antshavinum. Eini 30 ódnir hava síðani í september, leikað í sunn­an og vestan fyri okkum, men tíbetur hava ikki so mangar rakt land okkara enn, hóast eitt fís varð nú um vikuskiftið. Fiskiskapurin eftir toski er mink­að­ur munandi, so tað mesta, sum er at fáa við troli og línu, er hýsa, meðan toskur er lítil og eing­in, og fiskiskapurin hjá djúp­vatns­trolarum er eisini slakur í løtuni. Umstøðurnar í stóru heims­ høv­u­num eru nú aftur broyttar, og á­virk­ar tað fiskikapin á land­ grunn­i­num hjá okkum sammett við undanfarnu 3 árini. El Nino, sum kom í hæddina í 2017, er nú aftur fallin í botn, meðan La Nina hevur yvirtikið so­leiðis, at Stillahavið er blivið kaldari, og havið um okkara leið­ ir er blivið heitari 1-2 stig. Hetta á­virk­ar fiskiskapin á okkara leiðum munandi, og nú er aftur sjón fyri søgn. Eg skal ikki á hesum sinni útgreina meira um hesi bæði fyr­ i­brigd­ini, tí eg havi so mangan um­røtt tey áður. Men ikki hevur verið nógv lurtað, tó nú hoyrist eis­ini javnan frá grannalondum okkara um hesi fyribrigdi. Tað, sum eg vil umrøða á hesum sinni, er, hví verða hesi fyri­brigdi ikki tikin í álvara, tá tað ferð eftir ferð er staðfest, at tey hava alt at siga, hvussu fiskiskapurin er og blívur á landgrunninum. Tey ávirka bæði gróður og æti, og harvið til­gongd av fiski. Fyri árum síðani bleiv av­ gjørt, hvussu nógv skuldi fisk­ ast av toski komandi ár­ini á landgrunninum, tí vit skuldu hava ein burðardyggan fisk­ i­skap. Hetta skuldi gerast á tann hátt, at javnast skuldi út so­leiðis, at vit ikki skuldu taka ov nógv tey góðu fiskiárini men “goyma” tað til rak-árini. Vit vóru nakrir, sum mutaðu í­móti aftur hesaferð, men einki hjálpti, tí teir vísu vistu, hvat rætt var. Eitt mark bleiv ásett og tað skuldi fylgjast. Hetta bleiv jú gjørt eftir eini betri vitan , men utt­an at stinga fingurin í jørðin. Hvussu hevur hetta javn­ing­ ar-eks­perimentið so hilnast, og hvat kom burturúr? Jú, fiskurin, sum skuldi “goymast” til í ár og kom­andi ár, er ikki at finna! Hvar er hann farin? Hann er ikki fisk­aður, er hann farin at spæla krógva og blunda? Nei, tað er verri statt enn so. Stórur partur av hesum góðu árgangum liggur slødd­ur eftir landgrunninum deyð­ur í hungri. Tann parturin, sum ikki náddi inn til kloakk-út­ tøkini í teimum føroysku havn­ u­num, har teir hava staðið sum neyð­ar­dýr síðani í summar og sutl­að, til teir doyðu í hungri, av tí at ikki varð nokk til matna til all­an henda stóra stovn, sum var við landi í 2017 og 2018 og 19, og sum skuldi “goymast”. Men hvat? Loysir tað seg at skriva hetta? Nei, excel-ørkini ráða, meðan vitan og vísdómur blív­ur settur til síðis, og teir, sum ásettu kvoturnar, eru fríð­ spæl­ar­ar, meðan vinnan liggur í anda­leypi. Politiska skipanin sigur einki. Teim­um tørvar ikki at fylgja við, hvat fyriferst á land­grunn­i­num, teir hava jú laks og upp­sjóv­ arfisk at oysa av, niður í lands­ kass­an, so vanligan fisk nýti­st teimum ikki at hugsa um. Men kanska kundi tað hent, at Før­oy­ a­grunn­urin aftur bleiv hentur. Tey seinastu 100 árini fram til uml­eið ár 2000 vórðu í meðal veidd umleið 25-27 túsund tons av toski við Føroyar, tey bestu ár­ini upp til 50 tús. tons og tey lak­astu umleið 17 túsund. Nú hesi seinastu 3 rok-ár­ini, har toskurin hevur rópt neyð­ar­ róp um at blíva fiskaður, tí hann doyr í hungri, eru veidd bert 10- 12 túsund tons um árið, har tað skuldu verðið veidd minst 35 tús­und tons um árið. Tað vil siga, at tað mangla at veiða 30 túsund tons av toski sein­astu 2-3 árini. Hesi tonsini eru ikki komin til sættis, og er tí nú til síðst stórsti parturin deyð­ ur í hungri. Faldar tú hetta við 20 kr pr kg, er tað 600 mill kr. Hvussu er statt við ráðgeving í sam­felag okkaraa á sjógvi og landi? Krevst ongin ábyrgt, og er eing­in sjálvrannsakan? Føroya Banki Í omanfyristandandi útrokning er Før­oya banki als ikki tikin við, tí har skal haldast fram at “goyma”. Ein sorgarsøga, sum held­ur áfram. Nú hevur Før­ oya banki verið hegnaður inni í skjótt 20 ár, hesin bankin, sum oftani var álitið hjá línu­bát­u­ num vetra-hálvárið, og álitið á summ­ar­tíð hjá smærri førum. Tað er ræðandi at hugsa um, hvussu nógv virðir eru mist her øll hesi árini av hýsu, havtasku, longu, skøtu, brosmu, upsa, um­ framt nakað av toski. Hetta skal ikki skiljast so­leið­ is, at vit skulu hava ovurveiðu, men at vit skulu røkja okkara fiskastovnar við skili. Nú vóni eg bara, at fiski­frøð­ ing­ar og politikarar einaferð með alla hava lært av hesum mis­taki, sum aftur er hent við Før­oyar hesaferð. Í 1930 árunum gekk ein skip­ ari á einari slupp, runt á bygd á vetri, og bað manning til skipið hjá sær til vártúrin á Suð­ur­ land­ið í Íslandi. Tá hann kom norð­ur til Gjáar, fann hann teir síðstu menninar, sum skuldu manna skipið. Tað sigst, at tá hann hevði fingið hesar síðstu menninar, og honum bleiv bjóð­ að ein kaffimunn, tá sá onk­ur tár renna úr eygunum á honum, og spurt bleiv, hvat bagdi – “Jú, an­s­varið”! (ábyrgdin) svar­aði hann. Hann visti, hvat Suð­ ur­landið í 1930 árunum hevði kravt. So tað hvíldi ein tung byrða á skiparanum. Hvør tekur ábyrgdina í dag? ICES Skulu okkara politikarar í fram­ tíð­ini fara at lata ICES ráða á Før­oy­agrunninum, hesir sum ikki hava hóming av, hvat fyri­ ferst á grunninum. Teir nýta bert excel ark til at rokna út, hvat fisk­ast kann komandi árini, og sam­bært teirra tilráðing hugsa teir ikki um sjóvarhita ella -kulda, og aðrar umstøður, sum gera seg galdandi á okkara land­grunni. Tá verður tunnligt hjá skip­um og virkjum. Hetta er sami stovnur, sum eisini hevur ráðgivið Stóra Bret­ landi og EF nú í ára­tíggj­ur, og har liggja allar størri fiskivinnu- havn­ir tómar fyri skip, og flak­ a­virk­ir eru stongd vegna skeiva ráð­geving. Ei undur í at allir sum høvdu við fiskivinnu í Onglandi og Írlandi at gera, stemmaðu fyri einum brexit, so teir sluppu leysir úr hesum haftinum av á­byrgd­ar­loysi. Nei, nú skuldu hesir vísmenn komi til Føroyar og sagt fisk­i­ monn­um, hvar goymdi toskurin við Føroyar heldur til. Hugleiðing um »goymda« fiskin, fiskiskap veður og vind – Fiskiskapurin eftir toski er mink­ að­ur munandi, so tað mesta, sum er at fáa við troli og línu, er hýsa, meðan toskur er lítil og eing­in, og fiskiskapurin hjá djúp­vatns­ trolarum er eisini slakur í løtuni, sigur Osmund Justinussen