Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 TÍÐINDI Í longri tíð hevur verið arbeitt saman við Dugna við at fáa latið upp deild hjá Dugna í Suður­ oynni, soleiðis at eitt arbeiðstilboð kann skipast fyri fyri­tíðar­pen­sjón­ist­ ar, ung í starvs­venjing, og onnur, sum hava avbjóðingar við at koma inn á “vanliga” ar­beiðs­ marknaðin. Dugni hevur verið á vitjan um hesa ætlan bæði á heysti í 2019 og aftur í november í 2020, eftir at tað gjørdist greitt, at játtan er sett av á Løgtings Fíggjarlógini til at lata upp deild hjá Dugna í Suðuroynni. Dennis Holm, borgar­ stjóri, greiddi á bý­ráðs­ fundi­num 30. november 2020 frá, at tað hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa Dugna at lata upp deild í Suðuroynni og tók bý­ráðið eisini undir við at fara undir samstarv við Dugna, har Vágs kom­muna letur ókeypis hølis­viðurskifti til Dugna, soleiðis at Dugni kann lata upp deild í Suður­oynni, sum verður staðsett í Vági. Fyri borgarar í Suður­ oynni verður stovnanin av tilboðnum hjá Dugna eitt stórt framstig, tí eins og aðrastaðni kring land­ið, so eru tað eisini fólk í øllum aldrum í Suð­ur­oynni, sum hava av­bjóðingar við at ger­ ast partur av "van­liga" arbeiðs­mark­naði­num, og tí hava tørv á einum annarleiðis tilboði við stuðli og vegleiðing, so­leiðis at tey kunnu fáa ein innihaldsríkan gerandis­dag og vónandi eisini við tíðini kunnu gerast partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum, sigur Dennis Holm, borgar­stjóri. Eg eri sera fegin um, at tað í sera góðum sam­starvi við Dugna er eydnast at koma so langt, nú bíða vit eftir, at Løgtings Fíggjarlógin verður samtykt, og vón­ andi við einari játtan á 800.000 kr., sum Dugni hevur søkt um, og ikki 500.000 kr., sum standa í uppskotinum til Fíggjar­ lóg, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Vágs kommuna samstarv við Dugna Fjølbroytt jólakonsert verður í Haldórsvíkar kirkju leygar­ dagin 12. desember 17:00. Umframt vanligan kórsang, verða nógvar aðrar saman­ setingar royndar: Klassiskur kórsangur við orgulfylgispæli. Romantiskur solosangur við klaverfylgispæli. Gospel við solisti, kóri, og klaveri. Gospel við klaveri. Ella hvussu við eini christ­mas carol við solisti, kóri og orgli? Reinar a capella-konsertir kunnu gerast keðiligar í longd­ ini. Tí hevur kórleiðarin sett saman eitt programm, ið alla tíð­ina brýtur frá. Tó verða sjálvandi eisini onkrir góðir, gamlir jólasálmar at hoyra. Vit í Kristiliga sangkórinum eru spent at vitja vøkru átta­ kantaðu kirkjuna í Haldórs­ vík og vóna, at nógv tónleika­ áhugað leita sær norður til hesa hugnalig bygd. Kórleiðari og fylgispælari er Sámal Matras Kristiansen. Kristiliga Sangkórið og Eyðbjørg Hansen (solo) í Haldórsvíkar kirkju