Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2020 · Nr. 87 Sosialurin 12 NØVN 2014 · Nr. 120 · Nr. 49 2020 · Nr. 85 Villingadalsvegurin er villasti vegur í verðini. Við øllum sínum víkiplássum og asfaltklumpum eru eisini viðmerkingarnar um Villingadalsvegin tær allar vakrastu í allari verðini. Við øllum sínum blómutu blómugøtum á síðulinjuni og við bussskýlum, sum standa har tað regnar mest blómar Villingadalsvegurin við síðuna av sær sjálvum. Her renna fólk sum tivandi siga: her er gott at renna og her var einaferð ein ravnur sum segði: halt kjaft Tóra! Í øðrum endanum styðjar ein risastór grótrúgva uppundir eina endaleysa brúgv sum hongur í leysari luft góðtrúgvin grótrúgva sum er so gomul at hon veit ikki síni livandi ráð um hon skal liggja ella standa um hon er keypt ella seld. Í hinum endanum kemur ein rundkoyring aftrat, sum fær alt at mala runt. Villingadalsvegurin við síni longu líðandi brekku eigur lívið í okkum øllum. Villingadalsvegurin veit við vissu hvør er villasti vegur í verðini. Villastur! Vissuliga hevur hann uppiborið nøkur orð við á vegnum. Ravnurin, sum nú er uppi á døgum sigur stutt og greitt: gomorin! Martin Næs Villingadalsvegurin Bozena Rasmussen Eg havi skrivað fleiri les­ ara­brøv um støðuna hjá okk­um pen­sjón­ist­um, sum føla seg illa við­far­in í sam­ bandi við lógarbroytingini av Sam­halds­fasta frá 2009, har pol­itiskt varð ásett, at fólk skulu hava búð í Før­oyum í 40 ár fyri at fáa fult út­gjald frá Samhaldsfasta. ”Forskelsbehandling” hoyr­ir ikki heima í einum nú­tím­ans samfelag. Síðan ár 2000 hevur ikki verið loyvt at gera mismun mill­ um borgarar, hetta sam­ bært Europæisku mann­ rætt­inda konventiónini, sum Føroyar hava rat­i­fis­ er­að. Sambært hesi kon­ ven­tión skulu borgarar við­gerast eins, - tað al­ menna má ikki gera mis­ mun millum borgarar. Vit uml. 300 pen­sjón­ ist­ar, ið hava verið fyri mis­muni í AMEG skip­an­ ini, hava skapt Sam­halds­ fasta/AMEG/ saman við øðr­um, men fingu ikki fult út­gjald frá grunninum. Í sambandi við fólk­a­ pen­sjón­ina, er kravið, at tú skal búð í ríkinum í 40 ár, með­an tað í lógini um Sam­haldsfasta (frá 2009) verð­ur sagt, at tú skal hava búð í Føroyum í 40 ár – og tað skal vera ímillum, at tú vart 15 og 67 ár. Tað vi siga, at hevur ein per­són­ur verið burtur úr Før­oy­um í tilsamans 12 ár av sín­um vaksna lívi, so fær hann ikki fult útgjald úr Sam­haldsfasta/AMEG/. Lógin frá 2009 varð broytt í 2018, tá politikarar, eftir okkara áhaldandi á­hei­tan­um, gjørdu ávísar á­bøtur á AMEG lógina. At rokna frá 2018 fáa øll fult útgjald bara tey hava búð her í Føroyum í 15 ár. Grundað á AMEG lóg­ ar­broyt­ingina frá 2009 skyld­ar AMEG-grunnurin okk­um pening fyri árini frá 2009-2018. Hetta tí, at ein sambært hesari lóg­ar­ broyt­ing einans kundi fáa fult útgjald frá AMEG um ein hevði búð í Før­oy­um í 40 ár, meðan tú var í aldr­ i­num frá 15- 67 ár. Hetta krav um at hava havt bú­ stað í Føroyum í 40 ár varð sett í lógina sum ein treyt fyri fullum útgjaldi, hetta hóast lógin um Sam­ halds­fasta /AMEG/í 2009 ein­ans hevði 18 ár á baki. Vit eru umleið 300 pen­ sjón­ist­ar, sum eru føddir 1. juli 1942 og 8 ár fram, ið hava verið fyri hesum ­m­is­ muni, tá umræður útgjaldi frá AMEG. Fyri tey sum hava fleiri pen­sjónir, týðir tað ikki so nógv, men fyri tey sum hava bara fólkapensjón, ger tað ein mun at fáa end­ur­gjald fyri árini 2009 til 2018. Tískil hava vit skotið upp, at endurgjald verður rind­að frá AMEG fyri hesi ár til teirra, sum senda inn skriftliga umsókn um endurgjald fyri hetta tíð­ ar­skeið. Vit, ið hava verið fyri mismuni í AMEG hava ar­ beitt í Føroyum og gold­ið inn í AMEG, júst sum øll onnur í sam­felag­num. Vit hava uppfylt okkara pligt og hava tískil rætt at fáa endurgjald fyri ov lágt útgjald frá AMEG í áru­ num frá 2009 til 2018. Pligt og rættur mugu fylgjast at. Vit vóru á fundi í Fíggj­ar­nevndini í 2019, at tosa nærri um hetta mál. Útmeldingin frá tá­ver­ andi politikarum var, at 35 milliónir krónur er ov nógv at gjalda út. (um øll tey 300 søkja um end­ur­ gjald) Í AMEG grunninum er rík­i­ligt av peningi. Fáa hesir persónar, ið hava fingið ov lágt út­ gjald frá AMEG, eft­ir­ gjald frá AMEG, fær hetta ivaleyst positivt ár­in á landskassan. Tí ef­t­ir­gjald­ ið fer úr AMEGgrunninum og ikki úr landskassanum. Gjaldast skal skattur av einum eftirgjaldi frá AMEG. Harvið vildu bæði lands­kassin og komm­ un­ur­nar fingið fleiri inn­tøkur. Fleiri skatt­a­ krón­ur høvdu iva­leyst kom­ið væl við hjá bæði lands­kass­a­num og hjá komm­ununum nú tá inn­tøk­ur­nar í sam­fel­ag­ num, grundað á Coronu far­sótt­ina, eru minkaðar. Løg­frøð­isliga er heldur ong­in forðing fyri, at Løg­ ting­ið kann samtykkja lóg, ið gagn­ar einum bólki av borg­ar­um. Áseting kundi verið sett í AMEG lógina frá 2009, sum hóskandi kundi ljóða so­leið­is: ”Tey, sum hava gold­ið inn í AMEG frá tí degi, at lóg um AMEG varð sett í, hava rætt til fult út­ gjald úr Samhaldsfasta/ AMEG/.” Vit ætla enn einaferð at hitta fíggjarmálaráðið og vitja fíggjanevndina at fáa politiska valdið at geva okkum okkara rætt til end­ur­gjald frá AMEG fyri árini 2009-2018. Vónandi verður mál­ið umsíðir avgreitt á nøkt­ andi hátt, so vit fáa upp­i­ borna jólagávu og ikki enn eitt neiligt jólatrøll. SAMHALDSFASTI enn einaferð Martin Næs, sum býr við Villingadalsvegin í Havn, hevur yrkt hesa kvøðu til Villinga­dals­ vegin, sum nú aftur verður drigin inn í um­røð­ una um innkomuveg í Havnini Villingadalsvegurin í Havn, sum javnan er við í kjakinum um inn­ komu­vegin til Havnar: Hann byrjar við Norðara Ring­veg og endar uppi und­ir Villingafossi. Ov­ast í mynd­ini sæst hálvgjørdi nýggi veg­ur­in, sum koma skal úr tunn­ils­ munnanum í Rossa­gili norðan fyri Hvítanes