Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Partafelagið Fiskaaling, sum hevur fimmti ár á baki, varð stovnað hin 22. september í 1970. Fela­g­ið varð stovnað, tí privatur kapitalur megn­ aði ikki at fullføra fyrstu aliroyndirnar, sum vórðu gjørdar í Føroyum. Sum tíðin leið, megnaðu teir, sum gingu á odda í al­ing­ ini, at fáa lønsemi, men tað skuldu ganga nógv ár, til føroyingar lærdu seg at ala innan teir karmar, sum náttúran setir. Jóhanna Lava Køtlum hevur verið stjóri í Fiska­ aling síðan í juni 2016, og hon trívist sera væl í hesum starvi. Í sínum størvum á ávika­vist Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni og Um­hvørvis­ stovuni, har hon hevði nógv við alivinnu at gera, hevur hon nomið sær stóra vitan um aling og um­hvørvi. Tað er eingin loyna, at Fiskaaling hevur havt ein týðandi leiklut í, at før­ oyska alivinnan hevur lært at skipa seg innan náttúrunar karmar og viðurskifti. Í dag arbeiðir stovnurin burtur av við langskygdari og dygdar­ góðari gransking, sum hevur til endamáls at bygg­ja upp og leggja aftr­ at vitan á altjóða støði til varandi aling í Føroyum.  Stovnurin leggur seg eftir at útvega og savna granskingarúrslit, sum hava týdning fyri før­ oysku alivinnuna, og tí­ skil skipar Fiskaaling eisini fyri ráðstevnum, har lagt verður upp til at savna vitan til føroysku alivinnuna og føroyskar myndug­leikar, sum varða av vinnuni. Ein gransk­ ingar­stovnur - Arbeiðið hjá okkum er ikki longur at ala, sum stovnurin hevur gjørt í nógv ár, men at granska og varpa ljós á burðar­ dygga nýtslu av firðum, lúsa­trupulleikan, sum ali­vinnan dregist við og fiska­vælferð. Okkara upp­gáva er soleiðis ikki longur at framleiða fisk, men at “framleiða” vit­ an. Alivinnan er ein ógvu­liga vitanartung vinna, og vinnan hevur eisini, sum árini eru liðin, fleiri væl útbúgvin fólk í starvi. Alivinnuni líkt, hugsar vinnan nógv um menn­ing, men tað er ikki minni umráðandi, at allar avgerðir, sum verða tiknar, byggja á hollastu vitan. Alivinnan hevur ein so velduga stóran týdn­ing fyri føroyska bú­ skapin, og hetta ger tað ikki minst umráðandi, at vit eisini tryggja okkara komandi ættarliðum møgu­leikan at brúka før­ oysku firðirnar. Stjórin í Fiskaaling vísir á, at Føroyar eiga fantastiska góðar fyri og sund til aling - ikki minst, tá havt verður í huga, at sjóv­arhitin er rættiliga støðugur. - Men, vit mugu ikki gloyma, at okkara firðir eisini hava aðrar upp­ gávur. Tað er her, at áirnar renna oman, og tað er partvís her, at smáfiskur veksur upp, síl og laksur koma at landi, og tað er her, at eitt nú hummari livir. Tí, hevur tað alstóran týdning við áhaldandi gransking og burðardyggari menning í alivinnuni, og soleiðis er hetta sjálvsagt eisini ein partur av áhuganum hjá teimum, sum gagnnýta firðir og sund, sigur Jóhan­na Lava Køtlum. Lúsatrupulleikin er stórur Stjórin fegnast um, at føroyska alivinnan í fleiri ár er sloppin undan álvar­somum fiska­sjúk­ um, sum fyri ikki so mongum árum síðan gjørdu feigdina um seg her hjá okkum, og sum framvegis kunnu gera um seg í alivinnu hjá okkara grannum eystanfyri. - Størsti trupulleiki, sum føroyska alivinnan hevur drigist við seinnu árini, er uttan iva laksa­ lúsin, sum hevur verið ein rættilig plága. Á Fiska­ aling royna vit eisini at kanna lívfrøðinga hjá laksalús, sum hevur givið okkara alivinnu so stórar avbjóðingar og sum hevur kostað vinnu­ ni nógvan pening. Laks­ ur, sum er nógv fongd­ ur við lús, kann gerast strongdur, og hetta gong­ ur sjálvsagt eisini út yvir trivnað og vøkstur. Stjórin vísir á, at tey á Fiskaaling telja lús í føroyskum alibrúkum, og nú er eisini ásett í kunn­ gerð, hvussu nógva lús eitt alibrúk í mesta lagi kann hava. - Áður var nógv kemikaliu brúkt til lúsa­ reins, men nú verður roynt at basa lúsini við feskum vatni og mekan­ iskari útgerð. Lúsa­ trupul­leikin fyllir nógv í ali­vinnuni - ikki bara í Før­oyum, men eisini í okkara grannalondum. Granskarar, sum arbeiða innan hetta øki, brúka nógva orku upp á, hvussu komast kann lúsa­trupul­ leikanum til lívs, soleiðis at fiskavælferðin verður betri. Alivinnan er líka sum í kríggi móti lúsini, men tað er sjáldan, tú vinn­ ur eitt krígg - og í besta føri hevur eitt kríggj sínar avleiðingar. Eitt er, at vit royna at kanna lívfrøðina aftan fyri lúsina, og annað er, um tað ber til at menna fisk­in genetiskt, soleiðis at lúsaplágan á tann hátt verður minni. Ein óheftur stovnur Jóhanna Lava Køtlum sigur, at Fiskaaling ar­ beiðir neyvt saman við alivinnuni, og stovn­ur­ in arbeiðir eisini neyvt saman við myndug­leik­ unum, sum umsita før­ oysku ali­vinnu­na. - Men, vit eru eisini tilvitað um, hvussu týdn­ingarmikið tað er, at stovnurin arbeiðir óheftur av fíggjarligum og politiskum áhuga­ mál­um. Soleiðis starvast okkara granskarar óheftir við sínum verk­ ætlan­um, og hetta er eftir mínum tykki sera um­ráð­ andi fyri ein stovn sum okkara. Stjórin í Fiskaaling sigur, at eitt, sum tey eisini arbeiða við á Fiska­ aling, er vælferðin hjá eitt nú rognkelsum sum reinsifiski. - Her royna vit at útvega okkum neyðuga vitan við eitt nú at gera trivnaðarkanningar av rognkelsum. Hetta er ein fantastiskur fiskur til at tálma laksalús, men skulu rognkelsi gera sítt arbeiði til lítar, skulu tey eisini hava tað gott og trívast, har tey eru. So­leiðis verður eisini neyðugt at finna út av, hvat besta fóður er til rognkelsi, soleiðis at hesi kunnu verða til størst møgu­ligu nyttu. Eins og annar fiskur, kunnu eisini rognkelsi fáa sjúkur, um tey ikki trívast. Jóhanna Lava Køtlum sigur, at Fiska­aling sam­ starvar við gransk­ingar­ stovnar aðrastaðni, og her verður nógv gjørt burtur úr fiskavælferð, eins og lúsaplágan fyllir rætti­liga nógv. - Vit hava eisini fokus á vatngóðskuna og resirkul­er­ing av vatni á smoltstøðum, og vit hava ein leiklut í, at alarar nú royna at hava smoltini longri uppi á landi, so­ leiðis at lúsaplágan verð­ ur tað minni, tá fisk­urin verður settur út. Vit eru eisini við í øðrum roynd­um, sum kunnu koma at hava týdning fyri føroysku firðirnar og soleiðis eisini fyri før­oyska aling. Hesar royndir snúgva seg um at ala tara, krækling og laks í sama øki, har kræk­ ling­ur upptekur tað, sum laksur útskilir - og tarin upptekur tað, sum kræklingur útskilir, sigur Jóhanna Lava Køtlum og leggur aftrat, at slíkar royndir, sum verða gjørd­ ar á Sørvágsfirði, verða fíggjaðar við ES-stuðli og stuðli frá Norður­landa­ ráðnum. Endamálið er at brúka alt, sum við slíkari flætt­ aðari aling fer út í firðir­ nar. VIÐ FISKAALING Á ODDA Í BURÐARDYGGARI ALING - Arbeiðið hjá okkum er ikki longur at ala, sum stovnurin hevur gjørt í nógv ár, men at granska og varpa ljós á burðardygga nýtslu av firðum, lúsatrupulleikan, sum alivinnan dregist við og fiskavælferð, sigur stjórin, Jóhanna Lava Køtlum Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling. Myndina tók Jens Kristian Vang