Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen Tað kom óvart á tí bert 17 ára gomlu Ýr Ákadóttir av Tvøroyri, tá ið hon fekk at vita, at Strandferðslan fegin vildi hava hana at prýða nýggja av­loysara­ skipið hjá sær við einum listar­verki. Í byrjanini var eitt sind­ur soleiðis, at eg kendi meg ikki óvissa í, um tað var veruligt. Eg byrjaði at hugsa, um eg nú kanska fór at gerast kend sum listarfólk í Før­oyum. Eg eri jú bara 17 ár og eitt lokalt list­ ar­fólk av Tvøroyri, sig­ ur Ýr Ákadóttir, nú vit hitta hana umborð á Erlu Kongsdóttir á fram­sýn­ ingartúrinum út til Nóls­ oyar. Ein stórur heiður Tað var stjórin á Strand­ ferðsluni, Hilmar Elia­sen, sum umvegis abba Ýr, heitti á ungu lista­kvinnu­ na um at gera verkið til Erlu Kongsdóttir. Eg taki tað sum ein øgiliga stóran heiður at fáa uppgávuna at mála eitt slíkt listarverk, sum hongur umborð á hesum skipi­num, so eg eri øgiliga, øgi­liga glað og errin, sigur unga listarkvinnan. Ýr Ákadóttir greiðir frá, at tá ið hon fekk upp­gávuna at mála list­ arverkið til nýggja skip­ið, so var talan ikki um eina bundna upp­gávu. Uppgávan hevði eitt høvuðsevni, sum var Erla Kongsdóttir, fuglurin sjálv­ur, men sjálvandi slapp eg eisini sjálv at gera av, hvørji evni skuldu vera á myndini. Eg valdi so, at málningurin skuldi vera av einum gomlum ára­báti, tí føroyingar hava øgiliga ofta sett lív í váða við at sigla við ára­báti. Tað, at vit hava Strandferðsluna, skulu vit vera takksom fyri í dag, tí tey sigla okkum trygt tvørtur um firðir og sund í alskyns veðri, sigur Ýr Ákadóttir. Ikki sýnt nógv fram Unga listarkvinnan av Tvør­oyri sigur, at tá ið man fær eina slíka upp­gávu sum hesa frá Strandferðsluni, so er man fyrst sera glaður, men man skal eisini vera errin av, at tær verður sýnt eitt slíkt álit. Eg hevði ikki droymt um, at eg sum 17 ára gomul skuldi standa her í dag umborð á ein­ um nýggjum skipi og framman fyri øll­ um landsstýrinum og fjølmiðlum og han­ da ein málning til Strandfaraskip Landsins, sigur Ýr Ákadóttir. Listin hjá Ýr Ákadóttir hevur ikki verið nógv at sæð í almenna rúminum, men tað man vera lítið at ivast í, at her er talan um eina listarkvinnu, ið vit óivað koma at hoyra nógv til í framtíðini. Eg havi ikki sýnt so nógv fram. Eg havi sýnt fram á mentanarnátt á Tvøroyri, og so var eg við á ólav­søkuframsýningini í 2019, sigur Ýr Ákadóttir. Unga, evnaríka listarkvinna dugir ikki at siga, um hon ætlar sær at liva av list í framtíðini. Eg veit ikki, um eg vil vera listarfólk. Eg spyrji meg sjálvan viðhvørt tann spurning, men tað er so nógv annað úti í heimi­ num, sum man kann vera, og eg eri so ung enn, sigur hon at enda. terji@sosialurin.fo 17 ára gomul prýtt nýggja skipið Bert 17 ára gamla Ýr Ákadóttir av Tvøroyri fekk uppgávuna at prýða nýggja skipið hjá Strandferðsluni við eini mynd av fuglinum Erlu Kongsdóttir