Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 Terji Nielsen Landsstýrismaðurin í fíggjar­málum, Jørgen Nicla­sen, heldur tað verða eitt frambrot fyri før­oysku samferðsluna, at vit hava fingið nýggju tríkiljuna, Erlu Kongs­ dóttir, til landið. Hetta er nakað annað Hetta skipið, sum vit nú hava fingið, er nakað heilt øðrvísi enn tað, sum vit eru von við, og tí er tað spennandi, hvus­su hetta fer at roynast. Hetta skipið hevur ferð, og øll mangla tíð í dagsins samfelag, sigur Jørgen Niclasen, lands­stýris­ maður. Hann vísir á, at Erla Kongs­dóttir er ein trí­ kil­ja, sum man ikki áður hev­ur roynt í Før­oy­um, og tí verður tað spenn­ andi at fylgja við, hvussu skipið roynist. Men bara tað at fáa eitt nýtt skip inn í tann heldur tilkomna flotan hjá Strandferðsluni er eitt frambrot, tí hesi eldru skipini hava tað við, at tá ið tey eru so gomul, so mugu tey úr sigling av og á, sigur Jørgen Niclasen. Landsstýrismaðurin segði í sambandi við, at Erla Kongsdóttir bleiv navngivin mánadagin, at Ternan var tá ikki í sigl­ ing, og at Ritan skuldi úr sigling dagin eftir, og at hetta vísir, hvussu stórur tørvur er á einum slíkum avloysaraskipi sum Erlu Kongsdóttir. Eg haldi heldur ikki, at 34 milliónir eru nógvir peng­ar fyri eitt slíkt skip, sum kann taka tríggj­ar bilar og sløk 100 ferða­ fólk. Tí tað hevur verið øgiliga knípið, tá ið skulu á beding og annað, so at avloysast skal. Tí hevur flotin manglað eitt slíkt avloysaraskip, sigur Jørgen Niclasen. Fíggjarmálaráðharrin held­ur, at tað nú verður spenn­andi at síggja, hvussu Erla Kongsdóttir roynist. Vit skulu jú til at endur­nýggja flotan, og nú er hesin komin, og so fáa vit at síggja, hvussu hann roynist. Roynist hann væl, so er einki at ivast í, at tað er hendan veg­in, at man fer, men lat okkum nú síggja, sig­ ur Jørgen Niclasen. JØRGEN NICLASEN: Eitt frambrot fyri sam­ferðsluna í Føroyum