Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jólatræssøla aftanfyri Sjónleikarhúsið Vit stuðla barnaarbeiði umvegis jólatræssølu. Upplatingartíðirnar eru mánadag-fríggjadag frá kl. 16.00 – 20.00 og leygardag frá kl. 14.00 – 20.00. Eisini er opið frá klokkan 16.00 – 20.00 tveir teir seinastu sunnudagnar undan jólum. Kiwanis Tórshavn MIÐSTOVUGARÐUR á Sandi tlf. 220203 - midstova@olivant.fo VIT HAVA NAKAÐ AV: Neytakjøti : 15 kg eskir blandað. (steikir- suppukjøt og malið kjøt) Prísur. 1500kr eskjan. (v/m.v.g.) Veðrakrov ( 25-30kg) Prísur 120kr/kg (v/m.v.g.) Lambskrov (13-20kg) RING OG BÍLEGG ELLA SKRIVA Á FACEBOOK NEYTAKJØT OG KROV Frelsunar- herurin Stuðlið jólahjálpini hjá Frelsunarherinum Konto: 9181.000.4956232 Viðmerk «Jólagrýta» Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Starvsfólk til Tórshavnar Privata Vistarheim Á vistarheiminum eru tvey størv leys til setan. Setanarbrøkurin verður fyri bæði størvini eftir avtalu og kann vera millum 0,5 og 1. Arbeiðið er í skiftandi vaktum, dag- kvøld- og náttarvaktir. Til fyrra starvið verður søkt eftir starvsfólki til fast starv. Krav verður ikki sett um ávísa útbúgving, men tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjari hevur heilsu- ella námsfrøðiliga útbúgving og/ella viðkomandi royndir. Starvið verður sett skjótast til ber. Til seinna starvið verður søkt eftir heilsurøktara til farloyvisstarv. Starvstíðin er frá 1. apríl 2020 til 1. juni 2021. Vistarheimið er eitt sambýli og heim hjá fólki við sálarligum sjúkum og avbjóðingum. Eitt heim har dentur verður lagdur á at menna og stimbra og skipa ein innihaldsríkan dag fyri húsfólkið. Vit søkja eftir fólki, ið eru fleksibul og tolin av lyndi og hava hug at arbeiða har eingin dagur er eins og har oftani má hugsast kreativt. Umsøkjarar, sum hava hava royndir innan psykiatriska øki ella royndir frá líknandi sambýlum hava fyrimun. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Asbjørg Jacobsen leiðara, telefon 213381. Umsóknir við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast til Tórshavnar Privata Vistarheim, Argjavegur 26A, 160 Argir, ella til teldupostaddressu: asbjorgja@av.fo. Umsóknarfreistin er 18. desembur 2020 kl. 12.00. HÚSAVØRÐUR Søkt verður eftir húsavørði til tíðaravmarkað, fulltíðarstarv starv, frá 01.01.-2021 ella skjótast tilber til og við 31.01.- 2022. Setanartíðin verður møguliga longd. Starvið er fjølbroytt og fevnir um umsjón og viðlíkahald av bygningum, økinum uttan um bygningar, og bilum hjá Økistænastuni. Harumframt fevnir starvið um portørtænas- tu og vørukoyring. Í samstarv við innkeypara hevur húsavørðurin eisini ábyrgd av køkstænastuni. Førleikakrøv: Tann ið settur verður í starvið, skal helst hava loki útbúgving sum timburmaður, elektrikari, maskinmeistari ella vera heg- nigur bæði til tað tekniska og tað handverksliga. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving hava fyrimun. • Duga at arbeiða sjálvstøðugt • Vera fyrikomandi og hava góð evnir at samstarva • Dáma at verða um eldri og fólk við skerdum førleikum • Sjálvstøðugt kunna síggja og loysa smærri umvæling- aruppgávur • Hava eitt gott yvirlit • Verða álítandi og ábyrgdarfullur Vit kunnu bjóða: • Eitt jaligt og mennandi umhvørvi, har trivnaður fyri øll hevur høga raðfesting. • Góða upplæring Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/ Fígg- jarmálaráðið og avvarðandi felag. Um tú ynskir at vita nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo Umsókn: Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 18.12-2020. Umsóknin skal sendast til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, Miðgøta 8, Fo-210 Sandur ella á teldupost ot@ot.fo Att: Randarsól Kristiansdóttir