týsdagur 8. desember 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87
HEILSU- OG
INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Starvið
Heilsumálaráðið søkir eftir einum dugnaligum løgfrøðingi
fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Talan er um
tíðaravmarkað fulltíðar starv. Starvið verður sett 1. januar
2021 ella skjótast gjørligt og eitt ár fram.
Heilsumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum
í heilsumálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva
landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í
tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, ið
hoyra stjórnarráðnum til.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri
økinum, ið Heilsumálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða
við at menna og dagføra økið. Eisini er tað ein fyrimunur,
um tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir.
Vit vænta, at tú umframt útbúgving frá hægri
lærustovni
•
hevur áhuga og innlit í samfelagsviðurskifti,
•
ert skjót/skjótur at seta teg inn í nýggj fakøki,
•
dugir væl at skriva og samskifta á føroyskum og
donskum máli,
•
dugir at virka í almennum og politiskum umhvørvi,
•
hevur góð samstarvsevni og ert arbeiðssom/samur,
•
hevur góð egni at arbeiða sjálvstøðugt og ert væl
skipað/skipaður
Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt.
Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og
kunngerðarsmíð, málsviðgerð, greining, gera hoyringssvar,
svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og
reglur. Harumframt at umboða stjórnarráðið í møguligum
arbeiðsbólkum og samstarvsfora.
Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum
uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin
stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í
samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.
Setanin fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast
til:
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á hmr@hmr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11.
desember 2020, kl. 12:00.
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Jan Simonsen,
deildarstjóra, á tlf. 734041 ella umvegis teldupost til jan.
simonsen@hmr.fo at fáa nærri upplýsingar um starvið.
LØGFRØÐINGUR TIL HEILSUMÁLARÁÐIÐ
AVLOYSARI FYRI STARVSFÓLK Í BARNSBURÐARFARLOYVI
Heilsumálaráðið umsitur sjúkrahúsverkið, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, apoteksverkið, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, tilbúgving á
heilsuøkinum og tubbaksmál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Starvsfólk
til Mylnurnar
Vit leita
eftir tær
Vit sóknast eftir starvsfólki bæði til fulla tíð og
til nakrar kvøldvaktir um vikuna til Mylnurnar
í Berjabrekku, Jónas Broncks gøtu, á Smyrils
vegi og í Handilskjarnanum.
Hevur tú hug at starvast í Mylnuni, so er at
senda okkum teldupost á starv@sms.fo,
her tú fortelur, hvør tú ert, um tú vilt
arbeiða fulla tíð ella hava kvøld-
vaktir, og um tað er nøkur ávís
Mylna, tú vilt arbeiða í.
Størvini verða sett skjótast
gjørligt sambært S&K-sátt-
málanum.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær