Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Mikukvøldið 9. desembur verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðla­húsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Tal­an er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Aftur­ meldingarnar hava verið góðar, tí fleiri framstig eru gjørd seinnu árini. Mill­um annað verða allar at­kvøð­ur­nar – uttan tær um ársins dómara – kunngjørdar í Sosialinum Vikuskiftið, sum kemur á gøturnar hós­dag­in 10. desembur. Í nógv­ar mátar verður fylgt manna­gongd­unum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Foot­ball aftur fóru hvør til sítt. Tað hevur til tíðir víst seg at verið torført, at fáa øll tey tilnevndu at møta upp, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið pláss fyri øllum. Í ár er tiltakið eitt sindur avmarkað, orsaka av koronu, men vónandi møta tey tilnevndu upp. Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spæl­ar­ar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verju­spælari, ársins miðvallari, ár­sins áleypari, ársins ungi spæl­ari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast. Í bólkinum ársins ungi spæl­ ari stendur ein broyting við. Hjá kvinnunum skal ársins ungi spælari hava U19-aldur. Í ár skal eisini veljast árins landsliðsspælari hjá kvinnum. Tað verður valt annaðhvørt ár til menn og kvinnur, tí tað pass­ ar við undankappingarnar. Í hes­um førinum skal veljast ár­ sins landsliðsspælari fyri EM- undankappingina. Ársins lið í 4-4-2 uppstilling Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spæl­ arar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttar­ skrivararnir hjá Miðlahúsinum, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvus­ su atkvøtt hevur verið um ár­ sins spælarar. Í 2013 varð liðið stillað upp í 4­3­3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4­4­2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna mill­um miðvallarar, vengir og áleyp­ arar. Hesum leistinum halda vit fram við. Áleypari ella miðvallari? Ein avbjóðing er at skilja mill­ um hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí. Kemur hetta fyri tá atkvøtt verður, verður tað loyst so hvørt ein spælari fær atkvøður í tveimum bólkum. Sum útgangsstøðið, so telja vengir sum miðvallarar. Tað vil siga, at spælarar sum Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen, Patrik Johannesen og Árni Frederiks­berg verða bólkaðir sum miðvallarar. Í ár verður ein spælari sum Michal Przybylski eisini bólkaður sum miðvallari, meðan Petur Knudsen er fluttur fram til sum áleypari. Heðin Hansen hjá HB hevur eisini spælt fleiri dystir sum mið­vallari enn vejuspælari, so tí verður hann bólkaður sum mið­vallari. Hjá kvinnunum hevur verið víst á, at tað er fáar, sum lúka krøvini til áleypara. Mál­ skjúttar sum Heidi Sevdal og Evy á Lakjuni eru bólkaðar sum miðvallarar, men hevur verið arbeitt við at broyta leist­ in eitt sindur til 2021. Kunngera atkvøðurnar Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðla­húsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu al­manna­ kunn­gjørdar eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Best Player og Ballon d’Or verður handað til besta spæl­ ara í heiminum. Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunn­ gjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primi­tivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út hósdagin 10. desembur. Velja 1, 2 og 3 Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði. Finnast skal: Ársins spælari Ársins ungi spælari Ársins málverji Ársins verjuspælari Ársins miðvallari Ársins áleypari Ársins landsliðsspælari hjá monnum Ársins venjari Ársins dómari Ársins lið Kappingarárið næstan komið at enda, og nú skulu ársins spælarar veljast. Hetta verður gjørt á Fótbóltsgalla 2020. Tiltakið verður mikudagin 9. desembur Fótbóltsgalla 2020: ÁRSINS SPÆLARAR ÁRSINS SPÆLARAR SKULU VELJAST SKULU VELJAST TEY TILNEVNDU HJÁ KVINNUM 2020 Tær tilnevndu til ársins spælara eru: Evy á Lakjuni, KÍ Jacoba Langgaard, ÍVB Heidi Sevdal, NSÍ Tær tilnevndu til ársins ungi spælari: Lea Lisberg, EBS/Skála Birita Ryan, KÍ Óluva Joensen, KÍ Tær tilnevndu til ársins málverji: Anna S. Hansen, EBS/Skála Óluvá Joensen, KÍ Hjørdis Nesá, ÍVB Eyðgerð Mikkelsen, HB Tær tilnevndu til ársins verjuspælara eru: Ragna Patawary, KÍ Birita Ryan, KÍ Monika S. Samuelsen, NSÍ Tær tilnevndu til ársins miðvallara eru: Evy á Lakjuni, KÍ Jacoba Langgaard, ÍVB Heidi Sevdal, NSÍ Tær tilnevndu til ársins áleypari eru: Emma Hansdóttir, B36 Hanna I. Højgaard, ÍVB Mona Rasmusdóttir, ÍVB Tær tilnevndu til ársins landsliðsspælari: Ásla Johannesen, FC Nordsjælland Jacoba Langgaard, ÍVB Heidi Sevdal, NSÍ Tær tilnevndu til ársins venjari eru: Aleksandar Djordjevic, KÍ Súni Olsen, B36 John Petersen, HB Teir tilnevndu til árins dómari eru: Árni B. Petersen Heini Viðoy Leivur Zachariassen