Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 Tróndur Arge Mikudagin var lutakastið til HM 2022 undankappingina. Føroyar komu í bólk F saman við Danmark, Eysturríki, Skott­landi, Ísrael og Moldova. Her er talan um granna­ upp­gerðir og søguligar upp­gerðir. Føroyar og Dan­ mark, og Føroyar og Skot­ land kunnu roknast sum grannauppgerðir. Søgu­liga uppgerðin er móti Eystur­ ríki, har Landskrona spøkir enn. Síðani komu Ísrael og Moldova eisini úr potti­ num. Moldova kom úr sætta styrkisbólkinum, men tað var ikki vist at vit fingu nakað lið úr lægsta bólki­ num. Fyrrverandi italski landsliðsspælarin, Daniele De Rossi, segði eftir luta­kast­ ið, at bólkur F var ein tann mest spennandi. - Bólkur F sær spennandi út, tí har eru fleiri lond við javnari styrki, og fleiri lond sum vísa framgongd, sigur Daniele De Rossi. Håkan Ericson: Spennandi bólkur – Hetta er ein spennandi og áhugaverdur bólkur, við nøkrum londum, sum eg meti hava hvør sín spælistíl. Vit skulu sjálvandi trúgva uppá, at vit hava ein møguleika í øllum dyst­ unum, men tað verður tor­ ført, eingin ivi um tað. – Onkuntíð síggja av­ bjóðingar ómøguligar út framman undan, men tá man síðan hevur hugt nærri at uppgávuni, byrja møgu­ leikarnir at síggjast, og tað er hesum møguleikum vit skulu fara eftir, sigur lands­ liðsvenjarin, Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF. Í løtuni verður arbeitt við at leggja skránna. Tá fáa vit at vita nær vit skulu spæla móti hvørjum. Dystirnir verða spældir í tíðarskeiðnum frá mars til novembur komandi ár. trondur@sosialurin.fo HM2022: TEIR TILNEVNDU HJÁ MONNUM Teir tilnevndu til ársins spælara: Teitur M. Gestsson, HB Petur Knudsen, NSÍ Mathias Nygaard, HB Teir tilnevndu til ársins unga spælara: Samuel J. Chukwudi, HB Daniel Johansen, HB Petur Knudsen, NSÍ Teir tilnevndu til ársins málverja: Teitur M. Gestsson, HB Kristian Joensen, KÍ Tórður Thomsen, NSÍ Teir tilnevndu til ársins verjuspælari: Odmar Færø, KÍ Daniel Johansen, HB Bartal Wardum, HB Teir tilnevndu til ársins miðvallara: Heðin Hansen, HB Mathias Nygaard, HB Sølvi Vatnhamar, Víkingur Teir tilnevndu til ársins áleypara: Petur Knudsen, NSÍ Klæmint A. Olsen, NSÍ Uros Stojanov, ÍF Ársins venjari: Jens Berthel Askou, HB Jákup Martin Joensen, EB/Streymur Glenn Ståhl, NSÍ Ársins dómari: Kári á Høvdanum Petur Reinert Alex Troleis Bólkur A Portugal Serbia Írland Luksemborg Aserbadjan Bólkur B Spania Svøríki Grikkaland Georgia Kosovo Bólkur C Italia Sveis Norðurírland Bulgaria Litava Bólkur D Frakland Ukraina Finnland Bosnia-Hersigovina Kasakstan Bólkur E Belgia Wales Kekkia Hvítarussland Estland Bólkur F Danmark Eysturríki Skottland Ísrael Føroyar Moldova Bólkur G Holland Turkaland Noreg Montenegro Lettland Gibraltar Bólkur H Kroatia Slovakia Russland Slovenia Kýpros Malta Bólkur I Ongland Pólland Ungarn Albania Andorra San Marino Bólkur J Týskland Rumenia Ísland Norðurmakedónia Armenia Liktinstein Her er lutakastið til HM-undankappingina FØROYAR KOMU Í EIN SPENNANDI BÓLK Danmark, Eysturríki, Skottland, Ísrael og Moldova verða føroysku mótstøðulondini, tá komandi HM-undankapping fer av bakkastokki í mars mánað næsta ár