Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Leygardagin varð punktum sett fyri fótbóltsárið 2020. Tað var ikki ætlanin, at kappingarárið skuldi vera so langt, men sum í so mongum øðrum viður­skift­ um og umstøðum í 2020 var koronan orsøk til, at tað varð so­leiðis. At tað eydnaðist at avgreiða allar kappingarnar er stórur sigur fyri fótbóltin. At tað eydn­aðist, eru tað fleiri orsøkir til. Ein er veðrið, sum hevur ver­ið gott í heyst, og tá ið tað hevur verið illveður, so hevur tað so at siga ongantíð rakt á teir dagarnar ella teir seinna­ partarnar ella kvøldini, tá ið fótbóldsdystirnir hava verið ásettir at vera. Tað eru eisini aðrar orsøkir, og tær venda vit aftur til. Bikar, súlur og steyp Steypakappingin hevur verið síðani 1955, tá ið tað varð farið undir kapping um ísa­fjarð­ar­ bikarið, sum ÍFS hevði fingið frá ítróttarfeløgunum á Ísafirði í Íslandi, Hørður og Vestri. Síðani hevur verið kappast á hvørjum ári, og ásetingarnar hava verið tær somu soleiðis, at tað liðið, sum hevur vunnið oftast, tá ið tíggju ár eru farin, hevur vunnið steypið til ognar, og at tað verður kappast um nýtt steyp, tá ið eitt lið hevur vunnið steypið so ofta, at einki annað lið hevur møguleika at vinna oftari í ásetta tíggju ára skeið­num. Leygarkvøldið vann HB steypa­finaluna fyri 28. ferð. Í 1964 vann HB ísafjarðarbikarið til ognar, og síðani vann HB tríggj­ar ísafjarðarsúlur til ogn­ar, sum Hørður og Vestri lótu før­oy­ ingum at kappast um. Í 1989 varð farið undir fyrstu kappingina um løg­mans­steyp­ ið. Tað vann HB til ognar í 1998. Í 2008 vann B36 annað løg­mans­ steypið til ognar, og í 2017 vann Víkingur triðja løgmanssteypið til ognar. Síðani 1991 hevur sigur í steypa­kappingini borið við sær luttøku í europeiskari kapp­ ing. Fyrsta liðið at vinna seg í Europa sum steypavinnari var B36, sum í 1991 vann 1-0 í finalu ímóti HB, og sum í 1992 lut­tók í Europa kappingini fyri steypa­ vinn­arar. At tað hava verið 66 steypa­ kapp­ingar og 65 finalur kemst av, at finalan í 1970, sum HB og KÍ kvalifiseraðu seg at spæla, ikki varð spæld. KÍ, sum í 1966 og 1967 vann finalur í Gøtu ímóti ávikavíst HB og B36, setti seg ímóti, at finalan skuldi vera í Gundadali, og so varð kapp­ ingin strikað. Tey bæði árini frammanundan – í 1968 og 1969 – vann HB finalur ímóti grann­ unum í Gundadali. Leikdagarnir Fyrsta finalan var sunnudagin 3. juli í 1955 í Gundadali, tá ið HB vann 3-1 ímóti KÍ. Hetta árið vóru bara tríggir dystir. Hálv­finalurnar vóru 19. juni, tá ið HB vann 2-1 á útivølli ímóti TB, og KÍ vann 3-1 á heimavølli ímóti B36. Fyrstu árini var stutta steypakappingin eftir at lands­ kappingin var av. Finalurnar vóru í august og september. Fyrsta finalan í oktober var 10. oktober í 1976, tá ið HB vann 3-0 ímóti KÍ, og fram til leygar­ kvøldið hevði bara ein onnur finala verið í oktober. Tað var 14. oktober 2006, tá ið B36 vann 2-1 ímóti KÍ. Í nøkur ár var finalan ólav­ søk­u­dag, onnur ár var hon síðsti dysturin undan summar­ steðgi­num, og ofta hevur hon verið í august. Størsta illveðursfinalan av øllum man vera tann í 2001. Tá vann B36 ólavsøkudag og í kol­andi stormi 1-0 á Tórsvølli ímóti KÍ. Karmarnir Ofta hevur verið tikið til, at tað verður ikki fyrr enn, at ein fótbóltshøll ella fleiri av tí slag­num, sum eru kendar úr Íslandi, eru reistar í Føroyum, at tað fer at bera til at spæla fótbólt alt árið í Føroyum. Íslendskir venjarar, sum hava verið her seinnu árini – eitt nú Guðjón Þórðarson sum í fjør vandi NSÍ – hava sagt, at veðr­ið í Føroyum er soleiðis, at tað forðar ikki fyri, at tað verður kappast mest sum alt árið. Koronan var orsøk til, at 2020 var royndarár, har útsøgnin hjá íslendsku venjarunum fekk høvi at standa sína roynd, og tað gjørdi hon. Men soleiðis hevði tað ikki verið, um hetta var fyri einum 35 árum síðani og heldur ikki, um tað var fyri tíggju árum síðani. Stóru broytingarnar eru vall­ir­nir og ljósini. Graslíkið er heilt øðrvísi undirlag at spæla á, enn undirlagið var, tá ið eyr­ ur, steinar og stórir hyljar vóru tað, sum spælararnir vóru noyddir at spæla á. Síðstu ár­ ini eru ljósini kring vallirnar vorð­in so góð, at tað er eingin trupul­leiki at spæla myrk heystar­kvøld, og so er tað fleiri staðni soleiðis, at vindurin ikki argar, sum hann plagdi at gera, tí vallirnir eru umgyrdir av áskoðaraskýlum. Royndarskipanin Aftur og aftur hevur spurn­ing­ urin verið á lofti, um tað hevði verið hugskot at umskipað lands­kappingina soleiðis, at tað varð farið undir hana um ólavsøkumundið og soleiðis, at avgerandi dystirnir vóru síðst í juni. Ein av grundgevingunum plag­ar at vera, at hetta fer at bera við sær, at tað altíð eru bestu liðini, sum fara at taka lut í Europa, og ein onnur grundgeving hev­ur verið, at tað hjá bæði spæl­ ar­um og áskoðarum hevði verið hugaligari at spælt av­ gerandi dystir um FM í góð­ um summarveðri heldur enn í myrkum og køldum heystar­ veðri. Gongdin í 2020 átti at givið feløgunum og FSF høvi at um­ hugsað eina royndarskipan fyri at finna fram til, um hetta hevði riggað. Ein møguleiki kundi verið eitt ár at umskipað steypakappingina. Tað kundi verið farið undir hana eftir kappingarlok í 2021 og fyri jól at spælt fram til hálvfinalurnar. Og so kundu hálvfinalurnar og finalan verið í mai og juni 2022. Um tað skuldi víst seg, at tað ikki bar til at spæla onkran dystin seint á heysti í 2021, so hevði borið til at útsett til okkurt mikukvøld í apríl í 2022. At útseta og umskipa kapp­ ingar hevur føroyskur fót­ bólt­ur í 2020 víst seg at vera meistari í. 66. steypakappingin og 65. steypafinalan eiga at birta undir at umhugsa, um leisturin fyri føroyskan fótbólt framvegis skal vera, sum hann er, ella um tað kanska skulu gerast broytingar STEYPAKAPPINGIN STEYPAKAPPINGIN NÆRKAST NÆRKAST PENSIÓNSALDRI PENSIÓNSALDRI