Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

jól í havn MIKUDAGUR 9. DESEMBER 2020 · NR. 87 Sosialurin 18 - Vit arbeiða eisini við einari vanligari marineraðari sild og einari kryddsild, sum ætlandi koma í januar, sigur stjórin í PrimaFisk, Jan Erlingsson Petersen VILMUND JACOBSEN Nú um dagarnar arbeiða tey í Knetthúsinum í Leirvík við at pakka jólasild. Hetta er eitt samstarv millum Tavuna og Prima­Fisk í Leirvík sum ger, at før­oyingar nú kunnu fáa før­ oyska sild til jólar. Tavan hevur í nøkur ár skorið og kryddað sild, sum før­oysku uppsjóvarskipini fiska, og meginparturin av hesi framleiðslu er seldur til Svø­ríkis. Góðar afturmeldingar Nøkur sildagløs eru komin heim­aftur úr Svørík og eru seld í Føroyum, og aftur­meld­ ing­arnar hava verið sera góðar. Jólasildin, sum nú er komin á marknaðin, er skorin á Tav­ uni, og tað er PrimaFisk, sum let­ur sildina í spannir og markn­aðarførir føroysku vør­ una. Jan Erlingsson Petersen, stjóri í PrimaFisk, sigur, at fyrstu spannirnar við før­oysk­ ari jólasild longu eru komnar í handlar í Leirvík og Klaksvík, og arbeitt verður við at fáa sild­ina í fleiri handlar kring landið hesa vikuna. Vælsmakkandi Tavan og PrimaFisk hava gjørt ein góðan laka til marineraðu jóla­sildina, sum er sera væl­ Ein góður breyðbiti við sild og tilhoyri kemur væl við, og tað ger tað ikki verri, at hetta er føroysk sild, kryddað og marinerað í Føroyum TAVAN OG PRIMAFISK VIÐ FØROYSKARI JÓLASILD smakk­andi, og veitararnir bjóða eisini eina marineraða krydd­sild, sum kem­ ur fyri jól. Jan Erlingsson Petersen vís­ir á, at talan í fyrstu syfti er um avmarkaðar nøgdir. - Tað er trupult at kappast við út­ lendsku stór­fram­leiðsl­una í prísi, tí enn er uppleggið við marineraðu og krydd­aðu før­oysku sildini so av­ markað í nøgd, sigur hann. Vóna góða móttøku Jan Erlingsson Petersen sigur seg vóna, at føroyska sildin, sum er fyrsta­floks vøra og sera væl­smakk­ andi, fær góða und­ir­tøku nú til jóla og nýggjárs. - Vit arbeiða eisini við einari van­ lig­ari marineraðari sild og einari kryddsild, sum ætlandi koma í januar, sigur stjórin í PrimaFisk. Spannirnar við jólasild, sum Tavan og PrimaFisk nú hava sent út á før­ oyska marknaðin, viga 500 gr., harav nøgdin av sild í hvørji spann liggur um 250 gr. Nú hava Tavan og PrimaFisk gjørt tað møguligt at keypa føroyska jólasild