týsdagur 8. desember 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
jól í havn
MIKUDAGUR
9. DESEMBER 2020 · NR. 87
Sosialurin
26
Goymda perlan í
hjartanum í Havn
- Eg eri púrasta ovfarin av, at so mong vitja Events og keypa okkara frálíku klædnavørur. Vit
leggja dent á at vera fremst við mótanum, og vit leggja dent á at hava tað nýggjasta innan litir
og snið, sigur Halla Gullfoss, sum eigur og rekur mótahandilin Events í hjartanum í Havn
VILMUND JACOBSEN
Í C. Pløyensgøtu 4 í Havn, har
eitt nú handilin hjá Marjun
Heimá var í fleiri ár, liggur ein
goymd
perla.
Her
húsast
nevniliga forvitnisligi handilin
Events hjá Hallu Gullfoss við
mótaklæðum til kvinnur.
Events, sum hevur røtur aft
ur til 2003, tá handilin av fyrst
an tíð læt upp á Áarvegi 14 í
Havn, hevur eisini havt sítt
virksemi í SMS í 16 ár. Eftir at
hava verið í SMS øll hesi ár,
søgdu hjúnini, Halla og Gutti
Gullfoss, sáttmálan upp og
fluttu oman aftur í býin.
Gutti Gullfoss, sum er timb
urmaður, setti hølini í C. Pløy
ensgøtu í góðan stand, og í
fyrru hálvu av september í fjør
læt handilin upp.
Púrasta ovfarin
Miðbýurin í Havn er so nógv
broyttur seinnu árini, at hóast
Events liggur sum ein goymd
perla
oman
fyri
Havnar
Klubba, Toscana og Dómara
skrivstovuna, hava Halla Gull
foss og hennara fólk í handlin
um havt úr at gera.
- Eg eri púrasta ovfarin av,
at so mong vitja okkum. Vit
leggja dent á at vera fremst
við mótanum, og vit leggja
dent á at hava tað nýggjasta
innan litir og snið. Vit hava
klæðir til ungu kvinnuna, og
vit hava klæðir til hina til
komnu.
Halla Gullfoss sigur, at Ev
ents-kvinnan er ógvuliga til
vitað um sín egna stíl. Hon vil
hava móta, sum ikki tømir
hennara mappu.
- Events leggur seg ikki upp
at øðrum handlum. Vit hava í
flestu
førum
klædnamerki,
sum eingin annar hevur - ja,
vit kunnu siga, at okkara
klædnavørur eru “handpicked”
til okkara viðskiftafólk burtur
av.
Klædnamerkini hjá Events
eru eitt nú NA-KD, Kendall
+Kylie, mbyM, Global Funk,
DRYLAKE, FILA, Noisy May og
Sisters Point.
- Allar vørur hjá okkum
hava danskar prísir, og soleiðis
er handilin ikki ein dýrur
klædnahandil, tó at tað er eitt
sindur ymiskt, hvat merkini
kosta, sigur hon.
Stórur nethandil
Halla Gullfoss vísir á, at um
framt at Events hevur nógv
vitjandi, hevur handilin eisini
søluheimasíðuna - shopping.fo
- sum er ein nethandil, og her
hava tey eisini rættiliga nógv
at gera.
- Nú koronu-farsóttin hevur
herjað, er ordiliga komin gongd
á netsøluna, og sølan á netin
um bara veksur.
Halla Gullfoss sigur, at aftr
at starvsfólkunum, hon hevur
í handlinum, er maður henn
ara, Gutti Gullfoss, henni eisini
ein stór hjálp.
- Tá nógv verður selt, kemur
eisini nógv nýggj vøra heim
alla tíðina.
Býurin nógv broyttur
Halla Gullfoss sigur, at Havnar
býur er ómetaliga nógv broytt
ur, síðan hon byrjaði at handla
á Áarvegnum í 2003 og flutti
niðan í SMS í 2006.
- Býurin er ikki til at kenna
aftur. Tá eg flutti úr býnum,
vóru at kalla ongar kafé’ir og
fáir handlar.
Nú hevur býurin eini 50
matarstøð og fleiri enn 50
handlar, sum selja alt millum
himmal
og jørð. Harumframt eru
fleiri barrir, kafé’ir og frisørar.
Tú gongur ikki langt úr Steina
túni, áðrenn tú kemur til ein
hóp av tænastum, sum tú
kanst keypa, og alt hetta hevur
sett miðbýin í
Havn í eitt heilt annað ljós
enn tað, sum var, tá eg fór úr
býnum við mínum handli.
Halla Gullfoss ásannar, at
konseptið, sum hon í sínari tíð
byrjaði við á Áarvegnum, eftir
at familjan var komin heim
aftur úr Danmark, ikki bar á
mál.
- Eg legði meg eftir brúðar
klæðum, klæðum til konfir
mantar,
veitsluklæðum
og
vónarklæðum, og so hevði eg
eisini ymiskt borðprýði og
annað til slík høvi.
Hon sigur, at tað var longu,
meðan hon hevði handilin á
Áarvegnum, at hon saðlaði um
og fór at selja kvinnuklæði, tí
marknaðurin fyri veitslu-og
vónarklæðum var ov lítil.
Handilin er størri
Events-handilin í C. Pløyens
gøtu 4 húsast á 125 fermetrum,
meðan handilin í SMS var
umleið 100 fermetrar.
- Hóast vit hava betri pláss
her, kundu vit saktans havt
enn meira pláss, men hetta er
tað, vit hava, og tað er her, vit
vilja veita okkara bestu kunda
tænastu. Vit eru sera glað fyri
hølini - og ikki minst fyri stað
setingina her mitt í býnum. Vit
høvdu ein góðan handil í SMS,
og vit hava ein sera góðan
handil her í C. Pløyensgøtu.
Halla Gullfoss sigur, at tað
eru tríggjar, sum arbeiða fulla
tíð í Events, og haraftrat eru
tvær til hjálpar um vikuskift
ini.
Mótahandilin hevur opið
allar yrkadagar frá klokkan 11-
17.30, og leygardag er opið frá
klokkan 11-16.
- Events-kvinnan er ógvuliga
tilvitað um sín egna stíl. Hon
vil hava móta, sum ikki tømir
hennara mappu, sigur Halla
Gullfoss, sum eigur og rekur
Events í C. Pløyensgøtu 4 í
Havn