Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 9. DESEMBER 2020 · NR. 87 Sosialurin 27 jól í havn Elding er á tremur við vørum til jólini Í Elding í Havn og Klaksvík er útsøla av ávísum vørum og lutum, og her kunnu viðskiftafólk gera eitt gott keyp til jólar VILMUND JACOBSEN Tað er hugnaligt at koma inn í Elding-handlarnar, og her er næstan einki, tú saknar. Tú kanst fáa tær ein kaffimunn, meðan tú gongur runt og hyggur. Ert tú forvitin av lyndi, kanst tú saktans ganga kring um í stóra handlinum við tí velduga stóra vøruúrvalinum og hyggja eftir bæði stórum og smáum. Er tað jólagávan til børnini, detta mong yvir á fløgurnar við alskyns spølum til play- station, og her eru bæði spøl til børn, ung og vaksin, sum eru eitt sindur spælisjúk. Í Elding fæst soleiðis ein rúgva av ymiskari gaming-út­ gerð við tilhoyri. Av gávum í dýrara flokk­ inum eru eisini smart-telefonir og smart-watch í fleiri merkj­ um, og her eru iPadar og teldur í stórum úrvali og tali. Í Elding siga tey, at tað er ikki vanligt, at børn fáa smart- watch, smart-telefonir, iPad’ar og teldur í jólagávu, tí her er tað oftast ein spurningur, um hetta er ting og lutir, sum børn­ini hava brúk fyri ella ei - alt eftir, hvør aldur og tørvir eru. Hinvegin verður nógv selt av slíkum vørum til jólar, men tá eru tað oftast vaksin, sum keypa til vaksin. Tað er ikki óvanligt, at pør ella hjún koma á gátt og keypa sær eina felags jólagávu, og tá fellur valið ofta á brúkslutir, sum eitt nú sjónvørp, vaski­ mask­inu, turkitrumlu, køli­ skáp, dustsúgvara, kaffi­mask­ inu og ymiskt annað, sum teim­um tørva. Elding hevur flestu hvít­ vørur, og her er soleiðis nógv at fara eftir hjá familjuni, sum stendur og manglar eitt hvørt. Kemur maður ella sjeikur á gátt at keypa jólagávu til betru helvtina, kann valið fella á hárturkara, kryllujarn, hár­ fjern­ara við lazara ella eina lady-­shaver. Á hinari síðuni kann kvinn­ an keypa manninum eina góða rakimaskinu, sum Elding eitt nú hevur av fantastisku merkjunum, Braun og Philips - ella, at talan kann verða um okkurt heilt annað, kanska eitt smart watch, sum bæði kann telja fet, kaloriur og máta puls. Útsølan í Elding er byrjað, og her fáast nógvar ymiskar vørur kring um í handlinum - bæði í Havn og Klaksvík - við góðum avsláttri.