Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

jól í havn MIKUDAGUR 9. DESEMBER 2020 · NR. 87 Sosialurin 32 Jóla­býurin er eitt “must” hjá nógvum Nógv føroysk børn gleða seg á hvørj­ um ári serliga nógv til at síggja stórsligna jólabýin í SMS. Og hóast árið í ár hevur verið sera nógv merkt at korona, so hava børnini aftur í ár trúføst vitjað jólabýin, sum bleiv tendr­aður miðskeiðis í farna mán­ aða. Starvsfólkini í SMS hava aftur í ár lagt til merkis, at tað eru nógvir stovn­ar og barnagarðar, sum koma á vitj­an um morgnarnar at síggja jóla­ býin, og soleiðis hevur tað verið í nógv ár. Í SMS hava tey altíð valt at leggja stóran dent á at fáa ein vakran jóla­ bý, sum dregur bæði stór og smá. Eisini hjá nógvum barnafamiljum er tað at vitja jólabýin í SMS eitt “must”, sum tey mugu gera hvørji ein­astu jól. Hjá børnunum er tað eisini serliga stuttligt, tá ið jólamaðurin kemur á vitjan í jólabýnum, og á skrivstovuni hjá SMS hava tey frætt, at jóla­mað­ ur­in fer at byrja at vitja longu í kom­ andi viku. Maria teknaði jólaposan Tað hevur verið siðvenja í SMS, at man á hvørjum ári letur børn úr øll­ um Føroyum koma við sínum upp­ skoti til jólaposan hjá SMS. Soleiðis var eisini í ár, og hesaferð gjørdist tað tann 10 ára gamla Maria Bjarna­ dótt­ir úr Hoyvík, sum vann kapp­ing­ ina um at tekna ársins jólaposa í harð­ari kapping við nógv onnur góð upp­skot. Dómsnevndin helt, at tekningin hjá Mariu var stuttlig, sigandi og ikki at gloyma flott. Umframt at fáa tekn­ingina á jólaposan, vann Maria eitt SMS-gávukort upp á 2.000 kr. Um tekningina sigur Maria so­ leið­is: Allar herligheitirnar í sambandi við jólini, ið tó møguliga verða eitt sind­ur øðrvísi í ár, koronuárið. Jólahjálp frá SMS Hesi seinnu árini hevur SMS á hvørj­ um ári latið jólahjálp til fíggjarliga sperdar familjur. Hetta er ein skipan, har SMS letur eitt ávíst tal av gávu­ kortum á 1.000 krónur til allar handl­ar í sølumiðstøðini. Vanliga liggur talið um eini 150 fam­iljur, sum søkja um jólahjálp, men í ár hava ikki færri enn 197 fíggj­arliga sperdar familjur søkt um jóla­hjálp frá SMS, og tað er tað mesta nakrantíð. Tað er Barnabati, sum umsitur jóla­hjálpina hjá SMS, soleiðis at tað er so trygt sum gjørligt at søkja um hjálp. Tak selfie við jólatrænum Tað er eingin loyna, at SMS altíð hevur gjørt nógv burtur úr at pynta til jóla. Eitt eyðkenni hevur verið vakra jólatræið uttan fyri høvuðs­ inn­gongdina við Tjaldurs Apotek. Tað træið tekur seg serliga væl út í ár. Tí hevur SMS eisini sett eina kapp­ing í gongd, har tað snýr seg um at taka eina selfie saman við flotta jóla­trænum. Myndin skal síðani leggjast sum eitt uppslag á Instragram og frá­ merkj­ast við @sms.fo og hash­tagg­in­ um #dreymatræ. Øll, ið gera tað, eru hvørja viku við í einum lutakasti um eitt gávukort á 500 krónur.