týsdagur 8. desember 2020síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
9. DESEMBER 2020 · NR. 87
Sosialurin
33
jól í havn
Eingin trupulleiki
við parkering
Tá ið farið verður til handils í Havn
og ikki minst í SMS, so kann tað um
jóltíðir mangan verða trupult at fáa
parkeringspláss. Útbyggingin í SMS
í ár hevur eisini havt ávirkan á talið
av parkeringsplássum, men har hava
tey í SMS funnið eina loysn saman
við Tórshavnar Kommunu.
Vit samstarva við Tórshavnar
Kommunu
um
nakrar
jólaligar
skundbussar. Tað eru skundbussar,
sum frá komandi mánadegi fara at
koyra millum stóru parkeringsøkini
við Høllina á Hálsi og við vestara
skýlið við ovara vøll í Gundadali og
oman til SMS og oman í miðbýin.
Bussarnir fara at koyra allatíðina frá
klokkan 12 um dagin til klokkan 20
um kvøldið, og tað verða tveir buss
ar, ið koyra allatíðina, so tað er stutt
millum fráferðirnar, sigur Siri S.
Hansen frá SMS.
Fólk frá SMS fara eisini at hjálpa
til við at gera bussarnar serliga jóla
ligar fram móti jólum, og tey eru
ógvuliga spent uppá, hvussu hetta
fer at roynast við skundbussunum.
Á hasum parkeringsplássunum er
næstan altíð ein rúgva av tómum
plássum, so tað skuldi verið laga
manni at sett bilin har og tikið ein
skundbuss seinasta teinin oman í
SMS, sigur Siri S. Hansen.
Talgildur
parkeringskjallari
Stóri parkeringskjallarin í SMS hev
ur fingið eina dagføring, sum er
næstan er komin á mál. Men tað
mesta spennandi í sambandi við
hesa dagføring er tó ikki sett í verk
enn. Tað verður væntandi einaferð í
komandi viku, tá ið ein talgild skipan
verður tendrað, soleiðis at man á
skíggjum kann síggja, um nakað
tøkt pláss er í parkeringskjallaranum.
Nýtt gólv er eisini lagt á í parker
ingskjallaranum, men hetta er eitt
serligt gólv, og tað tolir ikki alla
koyring. Tí verður millum annað eis
ini heitt á bilførarar, sum hava bilar
við píkadekkum, um ikki at brúka
parkeringskjallaran í teimum førum,
har tey koyra við píkum.
Handlar í
nýggjum hami
Tað hevur verið ein stór umbygging
í gongd í SMS í rúma tíð, men hendan
er um at vera liðug, og teir handlar,
ið hava verið raktir av umbyggingini,
hava allir latið uppaftur.
Tað er fyrst og fremst á ovastu
hæddini, at broytingar eru gjørdar.
Summir handlar hava latið upp í
nýggjum hami og í væl størri hølum.
Harumframt er onkur nýggjur
handil fluttur inn, so hjá tí, sum ikki
hevur verið í SMS í eina tíð, kann tað
vera ein heilt nýggj uppliving at
støkka inn á gólvið nú til jóla.
Nú verður opið leingi
og hvønn dag
Nú bert góðar tvær vikur eru til jóla
aftan, fara tey í SMS eisini at hava
longri opið um dagarnar, og somu
leiðis verður opið teir báðar sunnu
dagarnar í advent, sum eru eftir í ár.
Tað verður nú leygardagin, at
SMS fer undir at hava opið til klokk
an 20 hvørt kvøld. Handlarnir lata
dyrnar upp klokkan 10 á morgni, og
so hava teir opið til klokkan 20 hvørt
kvøld. Sunnudagarnar verður tó ikki
latið upp fyrr enn klokkan 14.
Seinasta dagin, ið opið er undan
jólum, verða upplatingartíðirnar eitt
lítið sindur broyttar. Tá er nevnliga
opið frá klokkan 10 heilt til 22 á
kvøldi.
Øðrvísi
keypsmynstur í ár
Korona er uttan iva ein av orsøkun
um til, at tey í SMS síggja eitt heilt
øðrvísi keypsmynstur í ár í mun til
jólasøluna samanborið við undan
farin ár.
Vit síggja, at fólk eru nógv fyri úti
og keypa jólagávurnar, enn tey plaga
at vera. Men vit vita jú eisini, at
orsaka av korona eru tað fleiri, sum
vanliga keypa jólagávur uttanlands,
sum keypa tær her heima í ár, og tað
er kanska ein av orsøkunum til, at
vit merkja ein øktan aktivitet í ár,
sigur Siri S. Hansen frá SMS.
Hon greiðir frá, at gávukortini,
sum SMS selur til at brúka í øllum
handlum, selja serliga væl í ár.
Fólk keypa eisini nógv á netinum
í ár, men tey skulu ikki stúra fyri at
koma
her
í
SMS
at
keypa
jólagávurnar. Støðan í Føroyum
viðvíkjandi korona er góð, og vit í
SMS fylgja øllum tilmælum frá
myndugleikunum, so at fólk kunnu
kenna seg trygg við at koma á gátt
hjá okkum, sigur hon.
Gávurkortini hjá SMS kunnu
keypast bæði á marknaðardeildini,
sum heldur til á ovastu hæddini í
SMS, men tey kunnu eisini keypast á
www.sms.fo