Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 9. DESEMBER 2020 · NR. 87 Sosialurin 37 jól í havn Út at eta jólaaftan? Í matstovuni hvonn í Vágs­ botni hava tey í ár gjørt av at hava opið jólaaftan. Hvonn er sostatt einasta matstova í Før­ oyum, sum er opin á jólum. Eis­ini er Hotel Tórshavn, sum heldur til í sama bygningi, opið fyri jólagestum um jólini. - Vit royndu hetta fyrstu ferð seinastu jól, og aftur í ár hava fólk sett set í samband við okkum, og eru sera fegin um, at matstovan er opin. Tað eru fólk, ið sita einsamøll ella tveyeini í húsi, sum halda tað vera frálíkt at kunna sleppa út at  eta, fáa matin borðreiddan og njóta friðin. Vit borðreiða við trimum rættum jólaaftan, toski til forrætt, jóladunnu til høvuðsrætt og mandlurís om­ an­á, sigur Jenny í Heiðunum, stjóri á Hotel Tórshavn og Hvonn. Kostnaðurin fyri tríggjar rættir á hvonn jólaaftan er 400,- fyri hvønn. Eisini ber til at bíleggja gisting á Hotel Tórs­havn 23. – 25. desember fyri 2.150,- fyri tvey fólk. Jóla­ døg­urði, morgunmatur um­ framt kaffi og køka er íroknað prís­inum. Send ein teldupost til ht@hotel­torshavn.fo ella ring 350000 fyri at bíleggja. Jóladunna og nýggjárs­ bógv­ur frá Hotel Føroyum Aft­ur í ár er møguligt at bí­ leggja jóladunnuna frá Hotel Før­oyum – klár at heinta jólaaftan. Tú kanst velja bara at bíleggja jóladunnuna við til­ hoyri, men tú kanst eisini bí­ leggja mandlurís og ein for­ rætt við toski. Dunnan er klár at seta í ovnin og vegleiðing fylg­ir við. Og á nýggjárinum er sama konsept - tá er dunnan skift út við ein leskiligan nýggj­ársbógv, og eisini tá kanst tú bíleggja forrætt og om­aná afturat. Bæði jóladunnan og nýggj­ árs­bógvurin kosta 390,- fyri ein pakka svarandi til 3 fólk. Bílegg jóladunnuna í seinasta lagi 21. desember kl. 23.00 og nýggjársbógvin í sein­ asta lagi 29. desember kl. 23.00. Bæði kunnu bíleggjast á hotel­ foroyar.fo. Nýggjárssushi frá etika Sushi er sannur veitslumatur og tí eisini sera væl umtókt til veitsluborðið nýggjársaftan. Antin til at pifta matskránna upp við ella sum eitt heilt fýr­ verk av smakki, litum og bit­ um. Bílegg í góðari tíð millum jól og nýggjár og heinta matin í etika nýggjársaftan millum kl. 12.00 og 14.00. Nýggjárssmyrjibreyð frá bitanum Smyrjibreyðini frá bitanum eru eitt sindur lekkrari enn van­ligt smyrjibreyð. Og mat­ urin á nýggjárinum kann eisini saktans vera eitt sindur lekkr­ari enn vanligt. So um tú vilt hjúkla um tínir gestir á nýggj­árinum, kanst tú bíleggja nýggjárssmyrjibreyð frá bit­ an­um at njóta heima við hús. Bílegg millum jól og nýggjár á bbitin.fo. Gisting og matur í høvuðsstaðnum um jólini og ársskiftið Eitt sum vit hava lært í 2020 er, at tað ber væl til at eta úti heima. Og jólaaftan og nýggjársaftan eru ongin undantøk. Men um tú ordiliga fegin vilt eta úti jólaaftan, so ber tað eisini væl til í ár. Lýsingartekstur