Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

jól í havn MIKUDAGUR 9. DESEMBER 2020 · NR. 87 Sosialurin 38 Jólakonsertir í Silo Snotiliga Silo í Havn hýsir jólakonsertum í desember mánaði Jólakonsertir verða í desember hildnar í Silo á vestaru bryggju í Havn. Umbygda Sjóvinnuhúsið í Havn hýsir ymiskum virksemi. Fróðskaparsetrið hevur nakr­ ar deilir har, og harumframt halda Framtak, Vinnuframi, Hugskotið, Filsmhúsið og onn­ ur til í Sjóvinnuhúsinum. Stóra og snøgga felagsøkið verður kallað Silo, og har er matstova, høll til tiltøk, hølis­ útleigan og annað. Konsertrøðin Ársins Jóla­ kon­sert hevur eisini lagt leið­ ina fram við Silo. Ársins Jóla­ konsert er við Kim Hansen, Lailu Carlsen og Maluni Eyð­ uns­dóttir, og tey syngja kend­ ar føroyskar og útlendskar jól­ asangir. Fyrra konsertin Fyrra jólakonsertin av tveim­ um varð hildin farna leygar­ kvøld, og tað var ein hugnalig løta við góðum tónleiki. Kim Hansen spældi klaver og sang. Laila Carlsen og Mal­ an Eyðunsdóttir sungu kór og solo. Tey spældu eitt nú jóla­ sangir, sum Kim Hansen er kend­ur fyri at framføra. Eitt nú sangirnar Nú Eru Jól og Jól Eru Nær, og Kim sang eisini tveir nýggjar føroyskar jóla­ sang­ir, sum ivaleyst fara at verða nógv at hoyra frameftir. Laila Carlsen og Malan Eyð­ unsdóttir sungu nakrar sangir solo, og umframt jólasangirnar vóru sangir sum Maria og Syngja Sama Lag eisini við á kon­sertskránni. Fleri afturat Higartil hevur Ársins Jóla­kon­ sert verið í Klaksvík og í Havn. Leygarkvøldið 12. desember kl. 19:00 verður seinna jóla­kon­ sert­in í Silo, og sunnukvøldið 13. desember verður konsert á Bryggjuni í Vestmanna. Næsta vikuskiftið verða kon­sertir í Løkshøll í Runavík. Kon­sertin, sum verður í Løks­ høll fríggjakvøldið 18. desem­ ber kl. 19:00, varð útseld bein­ an­vegin, og tí verður eyka­- kon­sert í Løkshøll kl. 21.15 sama kvøld. Silo er snotilig og væl egnað til konsert av hesum slagnum Kim Hansen spælir klaver og syngur Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir syngja kór og solo