hósdagur 10. desember 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
11. DESEMBER 2020
Tunnilsgjald sum torvmold í eyguni
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Tað er at halda fólk fyri gjøldur,
tá politikarar – ímóti betri vitan –
lova fólki ókeypis at koyra gjøgn
um tunlar
Málið um at koyra ókeypis ígjøgnum
undirsjóvartunlarnar er eitt gott dømi
um, hvussu politikarar blæsa torvmold
í eyguni á fólki.
Tað hevur verið gott at egnt við í
Vágum og í Norðoyggjum – at geva
fólki lyfti um, at tá lánini til tunlarnar
eru goldin, so verður ókeypis at koyra
ígjøgnum tunlarnar – og tá verður allur
rakstur av tunlunum fluttur yvir í
landskassan.
Eisini hava politikarar sátt iva um,
hvussu lógarteksturin skal skiljast, tá
skrivað stendur, at tað skal vera »ó
keypis, tá tunnilin er goldin«. Tað er
staðfest, at tað skal skiljast soleiðis, at
tað er tá lánsgjøld eru goldin – og tá
partapeningurin upp á 395 milliónir
krónur eisini er goldin aftur í lands
kassan. Hetta hevur Kaj Leo Holm Jo
hannesen staðfest, tá hann var løgmað
ur. Jørgen Niclasen lovaði, tá hann var
landsstýrismaður í næstsíðsta lands
stýri, at hann fór at koma við lógarupp
skoti, sum skuldi broyta hesa staðfest
ing, so tað skuldi gerast ókeypis at
koyra, tá bara lánini vóru afturgoldin.
Tað lógaruppskotið kom ikki tá, tað
kom heldur ikki, tá hann var andstøðu
tingmaður, og tað er heldur ikki komið,
nú hann aftur hevur verið landsstýris
maður í meira enn eitt ár.
Sum spurnarumfarið hjá okkum á
síðu 3 her í blaðnum vísir, so ynskja
tingfólk heldur ikki, at tað skal gerast
ókeypis. Tey vilja hava gjald á, uttan iva
tí, at annars fer tað at skapa fordømi
fyri hinar báðar tunlarnar, sum eru í
gongd – og ikki minst fyri Suðuroyar
tunnilin, sum nærkast.
Tað er sjálvandi í lagi, at politikarar
skifta støðu í einum máli. Tað er eisini í
lagi, at bæði løgmður og fíggjarmála
ráðharrin nú halda, at tað ber ikki til at
sleppa gjaldinum. Men for ólukkan
menn, sigið so tað, sum tit meina! Tað
eru góðtrúgvin fólk í Norðoyggjum og
Vágum, sum framvegis trúgva politik
arum, sum siga, at tað skal verða
ókeypis at koyra.
Avgjaldsøðin er stór millum politik
arar. Sleppa teir hesum avgjaldi, so
koma teir uttan iva við einum størri av
gjaldi á onkran annan hátt, tí rokningin
skal gjaldast, eisin fyri komandi tunlar.
Hóast politikararnir vita tað, so tora teir ikki at
siga, at tað framvegis skal kosta at koyra
Formula | Óðinshædd 2 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo
Jólatilboð til vinnuna
Grafix 504251
Keypa eina
405 MFP ella
6515 MFP*
og fá eina
Acer Chromebook
ókeypis!
405 MFP
kr. 4999 u/mvg
kr. 6249 v/mvg
6515 MFP
kr. 2999 u/mvg
kr. 3749 v/mvg
Ring 34 40 00 og spyr eftir Kim
Tilboðið er galdandi til og við 23. desember!
*Avmarkað nøgd