hósdagur 10. desember 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
3
Einans seks
tingfólk eru
fyri, at tað skal
vera ókeypis at
koyra ígjøgnum
Vága- og Norð
oyatunnilin
EIRIKUR LINDENSKOV
Millum tingfólk er eingin ivi: Tað
verður ikki ókeypis at koyra
ígjøgnum Norðoyatunnilin og
Vágatunnilin.
Tað vísir spurnarumfar, sum
vit hava gjørt ímillum tingfólk,
nú málið er komið framaftur.
Tað var týskvøldið, at valfel
øgini hjá Sambandsflokkinum
og Fólkaflokkinum í Klaksvík og
í Vágum skipaðu fyri fundi við
Bárð Nielsen, løgmann, og Jørg
en Niclasen, landsstýrismann í
fíggjarmálum. Evnið var vallyft
ið hjá flokkunum um, at tað eftir
løgtingsvalið í fjør skuldi gerast
ókeypis at koyra ígjøgnum báðar
undirsjóvartunlarnar.
Upprunin til málið er, at tá
tað í síni tíð var samtykt, var
sagt, at tá tunlarnir vóru út
goldnir, so skuldu teir fella aftur
til landið, og tá skuldi tað vera
ókeypis at koyra gjøgnum tunl
arnar, sum skuldur vera partur
av landsveganetinum.
Men stríð tók seg seinni upp
um, hvussu hetta skuldi skiljast.
Jørgen Niclasen og Kaj Leo
Holm Johannesen hava sagt, at
tað skuldi skiljast soleiðis, at tá
lánini vórðu niðurgoldin, so
skuldi vera ókeypis at koyra.
Men í fyrispurningini til Kaj
Leo Holm Johannesen, løgmann,
frá Poul Michelsen, í 2015, varð
staðfest, at hetta skuldi skiljast
soleiðis, at tunlarnir skuldu fella
aftur til landið, tá lánini og allur
partapeningurin var afturgoldin.
Partapeningurin er 395 milliónir
krónur.
Sjálvt um Kaj Leo Holm Jo
hannesen gav hetta svar, so
hevur hann seinni sagt, at hend
an tulkingin hjá Løgmansskriv
stovuni ikki er røtt.
Jørgen Niclasen boðaði í 2015
frá, at hann fór at koma við lóg
aruppskoti, sum nágreinaði mál
ið soleiðis, at tað fór at vera
ókeypis at koyra, tá lánini eru
goldin. Tey eru langt síðani gold
in.
Men hóast dúgliga hevur ver
ið egnt við hesum máli, so er
kortini einki uppskot komið í
tingið um málið. Og tað er enn
einki sum bendir á, at nakað
uppskot kemur í tingið – tí
kemur tað, so verður tað felt.
Býtt upp í samgongu og and
støðu, so er vert at merkja sær,
at fimm fólk í samgonguni eru
fyri og fýra eru ímóti. Hini vilja
ikki svara.
Í andstøðuni er tað bara Jó
hannus Joensen í Javnaðar
flokkinum, sum er fyri, meðan
níggju eru ímóti. Restin vil ikki
svara.
Jógvan á Lakjuni:
Vil ikki svara
Christian Andreasen:
Nei
Johan Dahl:
Nei
Kristina Háfoss:
Nei
Bjarni Hammer:
Vil ikki svara
Høgni Hoydal
Vil ikki svara
Beinta Løwe:
Ikki at hitta
Edva Jacobsen:
Ja
Johannus Joensen:
Ja
Djóni Nolsøe Joensen
Vil ikki svara
Erhard Joensen
Vil ikki svara
Beinir Johannesen:
Ja
Aksel V. Johannesen
Vil ikki svara
Bill Justinussen:
Vil ikki svara
Jaspur Langgaard:
Vil ikki svara
Kristin Michelsen:
Nei
Jákup Mikkelsen
Vil ikki svara
Heðin Mortensen:
Nei
Henrik
Nei
Hervør Pálsdóttir:
Nei
Bjarni K. Petersen:
Nei
Steffan Klein Poulsen:
Ja
Jóhan Eli Poulsen:
Vil ikki svara
Frimodt Rasmussen:
Ja
Magnus Rasmussen:
Vil ikki svara
Uni Rasmussen:
Vil ikki svara
Bjørt Samuelsen:
Nei
Rósa Samuelsen:
Ja
Brandur Sandoy:
Nei
Sirið Stenberg:
Nei
Ingilín Strøm:
Vil ikki svara
Ruth Vang:
Nei
Heðin Zachariassen:
Nei
EITT GREITT NEI TIL AT
KOYRA ÓKEYPIS Í TUNLUM
Nei
Ja
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Ja
Ja
Ja
Ja
Ja
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Málið fall 6 - 13 - 13
Eitt mál um at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin
og Norðoyatunnilin hevði fallið við einum braki í løgtinginum.
Í spurnarkanningini hjá okkum atkvøddu flokkarnir soleiðis
Flokkur
Ja
Nei
Vil ikki svara
Fólkaflokkurin
1
3
4
Sambandsflokkurin 3
1
3
Javnaðarflokkurin
1
2
4
Sjálvstýri
0
1
0
Tjóðveldi
0
4
1
Framsókn
0
2
0
Miðflokkurin
1
0
1
Vil ikki svara
Vil ikki svara
Vil ikki svara