hósdagur 10. desember 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
4
– Fyri góðari viku síðani stovnaði
18 ára gamla Maria Joensen ein
nýggjan Instagram profil, sum
hon kallar ta_floskan_tekur_yvir.
Hetta er ein dulnevndur brúkari,
sum setur orð á, hvussu lívið sum
ungur er, tá foreldrini drekka, og
hvussu tað ávirkar gerandisdagin
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
–H
øvuðsorsøkin til, at
eg havi valt at gjørt
hendan brúkaran
er, tí eg haldi, at
ov fá seta orð á hetta evnið, sum
eisini er ógvuliga tabu. Tað kann
vera orsøkin, til at nógv ung føla
seg einsamøll og ikki fáa komið út
við kenslunum hjá sær, skrivar 18
ára gamla Maria Joensen í fyrsta
uppslagnum á Instagram.
Hóast profilurin er nýggjur,
hevur Maria Joensen fingið
nógvar afturmeldingar frá øðrum,
sum eisini hava upplivað at vaksa
upp í einum heimi, har annað ella
bæði foreldrini drekka.
Hon greiðir frá, at hon við pro
filinum ynskir at hjálpa øðrum og
eggjar eisini øðrum til at skriva
dulnevnt til hana, um tey hava
spurningar ella vilja koma út við
onkrum.
– Eg eri akkurát líka sum tit,
og so kunnu vit relatera til
hvønn annan, so vit ikki føla
okkum einsamøll, sigur unga
kvinnan.
– Tað eru nógv, sum
hava skrivað til mín og
eru glað fyri, at eg seti
orð á hesi tingini. Fleiri
takka mær eisini. Tað
er rørandi, sigur Maria Joensen.
– Sjálv eri eg barn av alkoholik
ara, og eg veit, hvussu ringt tað
kann vera at seta orð á hesi tingini.
Ofta kennist tað, sum er tað eins
egna skyld, og ein hevur lyndi til
at geva sær sjálvari skyldina, og
tí er tað umráðandi hjá mær at
siga, at tað ongantíð er tín skyld,
at foreldrini drekka, sigur hon.
– Líkamikið hvat tú gert, kanst
tú ikki steðga tí, og einki tú gert
kann fáa viðkomandi at drekka.
Tað eru tey, og bara tey, sum
kunnu gera nakað við tað, greiðir
hon víðari frá.
Hugskotið til profilin kom
knappliga eitt kvøldi, hon hevði
hugsað um umstøðurnar sum
barn hjá alkoholikara. Ein tíma
seinni hevði hon stovnað profilin
og lagt fyrsta uppslagið út.
– Eg hugsaði, at av tí at tað er
dulnevnt, ger profilurin ongan
skaða, men tað eru fleiri, sum
kunnu fáa gagn av honum, sigur
hon frá.
Kom í skeiva miljøið
Maria Joensen er elst av fýra
systkjum, og í fjør fóru foreldur
hennara frá hvørjum øðrum.
– Í 2019 blivu míni foreldur
skyld, av tí at pápi mín drekkur
illa, og tíverri eru tað nógv í
mínari familju sum hava drukkið
ella sum enn drekka. Rúsdrekka
hevur tí spælt ein stóran leiklut
í mínum lívi, og onkuntíð havi
eg følt meg illa, tá eg havi verið
nógv í býnum, tí eg vil ikki líkjast
teimum í mínari familju, sum
drekka, sigur hon.
– Eg bleiv tíðliga rebelsk, tá eg
var ung. Eg sá tað ikki sjálv tá,
men nú síggi eg, at alt tað, sum eg
gjørdi, var eitt róp um hjálp. Eg
bleiv send til sálarfrøðing sum 14
ára gomul, og eg var fullkomuliga í
mótití og segði so við foreldrini, at
har vildi eg ongantíð aftur. Aftur
har sá eg ikki hvat problemið var,
sigur hon.
– Eg drakk, roykti, og kom út
í tað skeiva umhvørvið, tá eg var
øgiliga ung, leggur hon aftrat.
– Tá eg fór í framhaldsdeildina,
fór eg at fylgjast við fólki, sum
vóru eldri. Tey brúktu rúsevni, og
tá byrjaði eg eisini. Eg sá ikki tá,
at tað var orsakað av, at eg hevði
tað ringt heima, sigur hon frá, tí
hóast pápi hennara ikki drakk líka
illa tá, sum hann ger í dag, fekk
Maria Joensen ofta skyldina
fyri, at hann hevði rús
drekkatrupulleikar.
– Eg havi sæð tey, sum eg fylgd
ist við tá, og hvussu tey
oyðilegg ja
sær
Eg veit, at eg
sjálv eri sera
stúrin um jólini,
tí at tað er ofta
tá, at babba er
keddur, tí hann
ikki er saman
við okkum meir
og so velur at
taka fløskuna
fram.
Tá fløskan tekur yvir:
FRÁGREIÐINGAR FRÁ BA
SAMRØÐA