hósdagur 10. desember 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
5
lívið, bara tí tey hava onkrar
trupulleikar við foreldrunum
hjá sær. Nógv brúka tað til um
skylning. Tað vil eg ikki. Nú havi
eg tað betri, og eg vil gjarna hjálpa
øðrum at fáa tað gott, greiðir hon
frá.
Foreldur sum drekka
í Føroyum
– Sjálv havi eg ein pápa, sum øll
kenna, og tí hevði tað ikki verið
smart hjá mær at farið út og rópt
hart um hetta. Tað er strævið at
búgva í einum so lítlum samfelag,
har man ikki kann snakka hart
um hesi tingini, tí øll kenna alt og
øll, sigur Maria Joensen.
– Foreldur eiga at vera fyri
myndir, men tá eitt foreldur so
heldur velur fløskuna framum,
má man taka sakina í egnar hend
ur og vera har fyri tey fólkini,
sum tey ikki klára. Tað,
at hava foreldur sum
drekka, er ikki
nemt, og eg
má siga, at
vit øll,
s u m
hava tað eru kemparar, sigur hon
í einum av uppsløgunum sínum á
Instagram.
– Eg eri øgiliga bestemt, og
hvørja ferð hann avlýsir avtalur,
ella eg komi oman til døgurða, og
hann liggur avdottin, sigi eg við
hann, at eg komi ikki aftur, fyrr
enn hann hevur tikið seg saman, tí
eg orki ikki at síggja hann, tá hann
liggur har umringaður av fløskum,
sigur hon framhaldandi.
– Tað er eisini grundin til, at eg
havi gjørt hendan brúkaran dul
nevndan. Eg vil ikki hava, at fólk
skulu síggja niður á pápa mín.
Fyri tveimum árum síðani tóku
bæði Maria og yngri systkin henn
ara av tilboðnum »Øll hava rætt til
góð barnaár« hjá Bláakrossi.
– Tað er eitt fantastiska gott
tilboð til ung, sum hava foreldur
við rústrupulleikum, har tey ungu
kunnu tosa við onnur ung, sum
eisini hava upplivað tað sama.
Eg havi ongar vinir, sum hava
verið ígjøgnum tað, sum eg havi
verið ígjøgnum, og tí fái eg ikki
snakkað við tey. Og tað gav mær
nógvar trupulleikar, tá eg ikki
fekk snakkað við nakran, sigur
Maria Joensen.
Jólini við misnýtslu
– Fyri tey flestu eru jólini ein
fantastisk og hugnalig tíð fylt
við spenningi, men soleiðis er ikki
altíð fyri okkum, sum hava foreld
ur, ið drekka, tí tíverri eru jólini
ein tíð, nógv av okkum stúra fyri.
– Eg veit, at eg sjálv eri sera
stúrin um jólini, tí at tað er ofta tá,
at babba er keddur, tí hann ikki er
saman við okkum meir og so velur
at taka fløskuna fram.
Jólaaftan er ikki
tað, sum tað
plagdi at
vera, tá øll sótu við døgurðaborðið
og hugnaðu sær og pakkaðu gávur
upp. Babba manglar, og hann fer
altíð at mangla, greiðir hon frá.
– Tað er øgiliga ringt at njóta
jólini, tá eg siti og hugsi um, hvar
hann er, um hann er einsamallur,
um hann liggur avdottin, ella um
eg skal fara við mati til hansara. Eg
siti næstan og stressi um tað allan
desember mánað, tí eg ikki klári
tankan um pápa mín einsamallan
jólaaftan, sigur hon.
– Men eitt má man minnast til,
og tað er, at hann hevur sjálvur
skapt hetta. Hann er sjálvur or
søkin til, at hann ikki sleppur at
vera við meir. Har er eingin annar
enn hann, sum hevði kunnað
forðað hesum. Hann fekk nógvar
kjansir til at gera tað gott aftur. Ja,
alt ov nógvar, um tú spyrt meg.
Men hann valdi altíð fløskuna
fram um familjuna, greiðir hon
álvarsliga frá.
Blandaðar kenslur
– Eg elski teg, men eg hati teg.
Soleiðis byrjar kensluborna upp
leggið 2. desember. Og júst hesar
blandaðu kenslurnar hugsar
Maria Joensen nógv um.
– Tí samstundis sum eg eri ill
inn á babba og havi hug at skríggja
eftir honum og spyrja hann, hví
hann skal gera alt so ringt fyri
øll, hví hann skuldi splitta okkara
familju og gera øll kedd, so elski
eg hann innast inni. Eg
hugsi um hann, og eg
ARNI HJÁ ALKOHOLIKARA
Framhald á síðu 8
Eg havi ongar
vinir, sum hava
verið ígjøgnum
tað, sum eg havi
verið ígjøgnum,
og tí fái eg ikki
snakka við
tey. Og tað gav
mær nógvar
trupulleikar,
tá eg ikki fekk
snakka við
nakran