Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 88 6 hugsi um, hvussu hann hevur tað, sigur hon víðari. – Eg royni at siga, at eg skíti á hann, men hugsi samstundis um góðu tíðirnar, vit høvdu saman. Teir góðu dagarnir í summarhúsi, tá babba lærdi okkum at kryvja, og tær einføldu løturnar, tá vit bara hugnaðu okkum og hugdu film saman, sigur hon. – Tað er sjálvandi strævið at skula elska ein persón, sum hevur gjørt tær so nógv ringt, leggur hon aftrat. Hon greiðir frá, at tá hon gerst sum oftast ill inn á pápan, tá okk­ urt er hent. – Tá hann bjóðar mær til lekr­an døgurða, og eg komi inn, men har er eingin døgurði, og hann ligg­ ur avdottin á sofuni. Tá verði eg ill, tí tað er hvørja ferð. So snakki eg ofta ikki við hann í ein mánað ella meir, men hugsi síðani, hvat um hann doyr, ella hvat um hann drekkur, tí eg var súr. Tað er ræð­ andi, og tað er størsta orsøkin til, at eg altíð fyrigevi, sigur Maria Joen­sen. Alkoholikarar hava ikki kenslur Einaferð varð Maria Joensen spurd, hví hon leggur í papa sín, tá hann ferð eftir ferð skuffar hana og velur fløskuna framum. – Tá tú ikki ert í støðuni sjálvur, kanst tú ikki vita, hvussu hart tað er at skula gera tað. Pápi mín hevur verið har allan mín upp­ vøkst­ur, til hann flutti út, og eg havi havt nógva tíð at hugsa um hetta og at skilja støðuna betri. At blaka ein so umráðandi persón úr lívinum hjá tær, er ikki bara sum at siga tað! Ja babba hevur verið óreinur ímóti mær, upp á nógvar ymsikar mátar, men kortini kann eg ikki lata vera við at hugsa, at hann kanska fer at síggja tað, hann hevur gjørt galið einaferð, og so kunnu vit blíva góð aftur, sigur hon. – Eg havi lært, at eg skal ikki hava nógva vón, tí alkoholikarar hava ikki kenslur, sum onnur fólk. Pápi mín sær enn ikki, hvussu nógv alt hann hevur gjørt ávirkar meg og øll rundan um okkum, leggur hon aftrat. – Orðið "umskylda" er blivið líka­mikið fyri meg, tá tað viðkemur hon­um, tí at hann meinar tað ikki. Hann ger tað umaftur og umaftur og umaftur, staðfestir hon. Øvundsjúkan Maria Joensen hevur mangan kent øvund, tá hon hevur sæð aðr­ar kjarnufamiljur, sum hava tað gott saman. – Ja bara tað, at ein vinkona sendir eitt video, har pápin ger okk­urt festligt ella bara ger døg­ urða. Ein pápi, sum øll hini børnini hava, havi eg ofta hugsað manglar í mínum lívi, sigur hon frá. – Men so má eg eisini minna meg sjálva á, at tað er ikki líka nemt hjá øllum, og vit fáa ikki alt, vit ynskja okkum. Eg má bara royna at fáa sum best burturúr tí, sum eg havi. Eg havi eina raska og fantastiska mammu, sum ger alt fyri okkum systkin, eg havi ommur og abbar, góð vinfólk og nógv at vera takksom fyri, leggur hon aftrat. – Tað ljóðar kanska, sum eri eg ótakksom á onkran hátt, men eg eri ordiliga takksom fyri øll rund­an um meg. Tað er bara tað, at mangla ein pápafigur, og har kann einki koma ístaðin, sigur unga kvinnan. Tá eg fór í framhalds­ deildina, fór eg at fylgjast við fólki, sum vóru eldri. Tey brúktu rúsevni, og tá byrjaði eg eisini. Eg sá ikki tá, at tað var orsakað av, at eg hevði tað ringt heima Sára er dulnevni, men journalisturin kennir rætta navn hennara Óttafullir gerandisdagar – Ofta er talan um ein gerandisdag, sum er fullur av ótta, stúranum, óvissu og við nógvari ábyrgd hjá teimum, sum vaksa upp í einum heimi, har annað ella bæði foreldrini drekka ov nógv, sigur Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláakrossi ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO M ett verður, at 1200 børn í Føroyum vaksa upp í heimi við rústrupulleikum, greiðir Alisa Hammer, leiðari fyri tilboðið »Øll hava rætt til góð barnaár« hjá Bláakrossi, frá. Tøl­ ini skulu kortini takast við fyri­ varni, tí tey eru donsk, og tá skal havast í huga, at munur er á sam­ feløgunum á fleiri økjum. – Eisini skal havast í huga, at hetta eru tey, sum man hevur tøl uppá. Rúsdrekkatrupulleikar eru ofta fjaldir, ein djúp skomm fylgir við trupulleikunum og ofta stríð­ ast fólk í loyndum, greiðir hon frá. Ótti og stúran er gerandisdagur Hjá teimum, sum vaksa upp í einum heimi, har annað ella bæði foreldrini drekka ov nógv, er ger­ andisdagurin merktur av hesum á fleiri økjum. – Ofta er talan um ein ger­ and­is­dag, sum er fullur av ótta, stúr­anum, óvissu og við nógvari ábyrgd, sigur Alisa Hammer. Tað er ofta soleiðis, at børnini taka sær ábyrgd av stemninginum heima og ansa eftir, at mamman ella pápin ikki drekka. Tey óttast fyri, at tey fara at drekka, og taka ofta stóra ábyrgd av tí húsliga. – Ofta verður býtt um upp á leik­lutirnar, og børnini gerast for­eldur fyri foreldrini, sigur hon. Eisini ávirkar stóra skommin og larmandi tøgnin børnini á tann hátt, at tað ikki verður tosað um trupulleikarnar, sum eru í heiminum - hvørki av for­ eldr­unum, tá tey eru edrú, ella av øðr­um vaksnum, sum kenna til trupul­leikarnar. – Nógv børn uppliva tá, at tað ikki verður snakkað um rús­trupul­ leikarnar, og at orð ikki verður sett á upplivingarnar, sum børnini hava. Í summum førum verður tað enntá fornoktað. Og verður tað, sum børnini síggja og uppliva, for­ noktað, kann tað hava við sær, at tey ivast í egnum upplivingum og venda pílarnar inn eftir og hugsa, at tað er teimum tað er galið við, sigur Alisa Hammer frá. Hon greiðir víðari frá, at tað kann vera torført at síggja á einum barni, at tað eru rústrupulleikar í heiminum. Summi fáa stóra ábyrgd­arkenslu, gera t.d. øll skúla­ ting­ini og eru altíð klár at hjálpa. Onn­ur gerast aggressiv, fyllast við vreiði og megna ikki at hugsavna seg, tí tankarnir eru onkra aðra staðni. Aftur onnur stríðast við t.d. pínu í búkinum ella høvdinum og klára ikki tað, sum tey skulu í barnagarði ella skúla. Jólini og rúsað foreldur Jólini eiga at vera ein góð og hugna­lig tíð við góðum stemningi, men hjá nógvum børnum, sum hava foreldur, ið drekka ov nógv, er øðrvísi. – Nógv børn stúra, tí tey vita ikki, hvussu jólini verða. Tað er ikki altíð sjálvur jólaaftan, sum er tann størsti trupulleikin, men tað er stemningurin upp undir jólini, jóladagarnir og so nýggjárið. Hesi børnini hugsa ofta nógv um tað, sum fer at henda, tá mamma ella babba verða full, og tey eru bangin, meðan tey bíða og kanna til dømis kopparnar, sum foreldrini drekka úr, sigur Alisa Hammer. – Ofta halda vit, at alt er okay, tá foreldrini ikki eru drukkin, men tað er ikki altíð soleiðis. Pínan hjá børnunum varar ofta longri, enn promillan er í kroppinum hjá teimum vaksnu, sigur hon um­ hugsin. Langtíðarárin At vaksa upp í einum heimi við ov nógvum rúsdrekka ella rúsevnum ávirkar eisini framtíðina hjá børn­ unum, og tí er fyribyrgjandi ar­ beiðið so umráðandi. – Nógv fáa trupulleikar við sjálvs­virðinum og hava trupult við at taka avgerðir, og merkja sjálvi seinni í lívinum, hvørjar av­leið­ ingarnar eru av, at tey hava mugað fokus­ erað so mikið nógv upp á for­ eldr­ini, sigur hon. – Fleiri útvikla eisini millum annað angist, tunglyndi og strongd av tí, at tey hava yvirproduserað øll barnaárnini. Vit spegla okkum í foreldrum okkara, og síggja vit, at tey doyva kenslur sínar við rúsi, endar tað tíverri eisini ofta við, at vit enda í misnýtslu sjálvi, sigur hon álvarsliga. Júst tí er fyribyrgjandi per­ spekt­ivið so týdningarmikið. – Vit mugu seta inn, so tey fáa hjálp og læra at handfara kenslur og avbjóðingar á ein ordiligan hátt, og børn, hvørs foreldur drekka ov nógv, mugu fáa góða og væl kvalifiseraða hjálp, so hesi mynstrini verða brotin, sigur Alisa Hammer. Torført at tosa um Alisa Hammer leggur dent á, at tað er umráðandi at hava í huga, at rúsdrekkatrupulleikar er nakað, sum øll kunnu fáa. Og hóast tað er so, er Visti tú? Um 1200 børn í Føroyum vaksa upp í heimi við rústrupulleikum SAMRØÐA