hósdagur 10. desember 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
7
tað ómetaliga torført hjá okkum í
føroyska samfelagnum at tosa um
rúsdrekka.
– Við rústrupulleikanum fylgir
eisini ein ekstremt stór tøgn. Vit
vilja ikki síggja, hoyra um ella
fáast við hendan trupulleikan.
Vit kunnu bara ímynda okkum,
hvussu tað er fyri børnini at
vaksa upp í hesi tøgnini. Summi
av børnunum hoyra eisini frá for
eldrunum, at tað eru tey, sum hava
skyldina av, at foreldrini drekka.
Onnur hoyra tað ikki frá for
eldrunum, men føla tað innií. Men
tey allarflestu børnini føla, at tey
hava ábyrgd av at hava ein góðan
stemning heima, sigur hon frá.
– Hesi børnini eru bæði goymd
og gloymd í einum tøttum sam
felag, sum okkara. Vit hava torført
við at blanda okkum, og vit gerast
virkislamin í skommini, staðfestir
hon álvarsliga.
Øll hava rætt til
góð barnaár
»Øll hava rætt til góð barnaár«
er eitt tilboð til børn og ung í
aldrinum 0 – 25 ár og familju
teirra. Tilboðið er
ikki tengt at viðgerð
arstaði, luttakandi kunnu koma
uttan ávísing og tað er ókeypis.
Øll hava ábyrgd
Øll hava ábyrgd av børnum, sum
ikki trívast í samfelagnum – bæði
við fráboðanarskyldu, men eisini
at vísa barninum, at man sær tað.
– Tað er altíð gott, at man vísur
barninum, at man sær barnið og
setur orð á tað, sum man sær. Ofta
siga børnini einki sjálvi, men tað
er umráðandi at vísa, at tú ert har.
Tosa við barnið ístaðin
fyri at tosa um barnið,
sigur hon.
– Vit eru ofta bangin fyri at
blanda okkum, tí vit kunnu taka
feil. Men tað kann vera ein stór
hjálp, tá vit gera tað. Vit kunnu
øll vera við til at broyta lívið hjá
onkrum. Vit síggja ómetaliga væl
í arbeiðinum hjá okkum, hvussu
stóran mun tað ger, sigur hon til
endans
Kanning, sum Børns
Vilkår gjørdi í 2018,
vísir á, at fimm
present av øllum
børnum høvdu
upplivað rúsdrekka
misnýtslu í heiminum
seinasta árið – tað
svarar til, at ein næm
ingur í hvørjum flokki
upplivir, at tað verður
drukkið ov nógv
heima.
17 prosent av
børnunum, har rús
drekkamisnýtsla er í
heiminum, misstrív
ast kropsliga ella
sálarliga minst eina
ferð um vikuna. Hetta
merkir, at tey hava
ilt í høvdinum ella
búkinum, eru svimbul,
ørkymlað, í ringum
lag, ella hava trupult
við at sovna um
kvøldanar. Í heimum
uttan rúsdrekka
misnýtslu er talið niðri
á seks prosentum.
Fjórða hvørt barn, har
rúsdrekkamisnýtsla er
í heiminum, upplivir,
at foreldrini sjáldan
vísa teimum áhuga.
Í heimum uttan rús
drekkamisnýtslu er
tað tíggjunda hvørt
barn, ið upplivir tað
sama.
15 prosent av børn
um við rúsdrekka
trupulleikum í
heiminum kenna
seg einsamøll. Fyri
tey uttan somu
trupulleikar er talið
sjey prosent.
Fakta
PREIÐ:
Les meir um Øll hava
rætt til góð barnaár her:
www.barnaár.fo