hósdagur 10. desember 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
8
- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri tí,
sum rørist í lokalsamfelagnum, og nú
eg eri leys av handlinum, og dóttirin er
vaksin, helt eg, at løtan var hin rætta.
Nú havi eg bæði tíð og orku til at gera
mína ávirkan galdandi, og eg ætli
mær eisini at ganga upp í starvið sum
borgarstjóri við lív og sál, sigur nývaldi
borgarstjórin í Sørvágs kommunu
VILMUND JACOBSEN
H
on er fødd hin 12. mars í 1964.
Foreldrini eru Oda og Havstein
Ellingsgaard í Runavík. Tað var
her, hon sleit sínar barnaskógv
ar og vaks upp. Sum 24 ára gomul fekk hon
starv sum flogterna hjá tá nýstovnaða før
oyska flogfelagnum, Atlantic Airways, sum
fleyg fyrsta túrin á føroyskum veingjum
hin 28. mars í 1988.
- Tað var júst henda dag fyri meira enn
32 árum síðan, at eg kom vestur í Vágar
og skuldi við sum flogterna á fyrsta túri,
og eg havi verið í Vágum síðan. Vit, sum
høvdu fingið starv sum flogternur, høvdu
verið á skeiði i januar og februar sama ár
hjá Cimber Air, ið hjálpti Atlantic Airways
í gongd. Í byrjanini flugu flogskiparar hjá
Cimber Air føroyska flogfarið, og einasti
føroyski flogskiparin, sum tá var knýttur
at Atlantic Airways, var veteranurin, Hans
Hansen. Tvær flogternur hjá Cimber Air
flugu eisini saman við okkum tær fyrstu
vikurnar, men donsku flogskipararnir vóru
her yvir eina longri tíð. Hetta vóru alt roynd
og dugnalig fólk, og Hans Hansen hevði
drúgvar royndir við flúgving í Noregi.
Tað sigur 56 ára gamla, Eyð Ellingsgaard,
sum frá 1. januar 2021 verður nýggjur
borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Hon hev
ur ongantíð verið uppstillað áður, men á
kommunuvalinum í november gjørdist hon
toppskorari við 126 persónligum atkvøð
um. Varaborgarstjóri tey næstu fýra árini
verður Elsebeth Davidsen, sum fekk 58 at
kvøður.
Sjey bygdaráðslimir eru í Sørvágs komm
unu, sum umframt Sørvág eisini fevnir um
Bø, Gásadal og Mykines.
Tað var stórt
Flúgving sum føroysk vinna hevur verið
ein stórur partur av lívinum hjá komandi
borgarstjóranum, tí tað var ikki fyrr enn
í 2002, at hon gavst hjá Atlantic Airways.
Tá høvdu hon og Sigurd Jan Tavsen í 1999
fingið eina dóttir, Biritu Ellingsgaard, sum
í dag er 21 ára gomul, og Eyð Ellingsgaard
helt, at nú vildi hon vera meira heima hjá
familjuni.
- Eg gjørdist sera glað, tá eg í sínari tíð
fekk at vita, at eg hevði fingið starv sum
flogterna. Tað var rættiliga stórt fyri meg
at sleppa at vera við til at byggja upp eitt
føroyskt flogfelag. Vit arbeiddu nógv, og vit
vóru sum ein familja, ið gav seg 200 prosent
fyri felagið. Hóast eg gavst í 2002, eru tað
framvegis fleiri, ið seta meg í samband við
mítt starv sum flogterna. Eg haldi, eg má
siga, at tíðin, eg fleyg fyri Atlantic Airways,
hevur verið besta tíðin í mínum lívi.
Eyð Ellingsgaard vísir á, at tað var eingin
møguleiki hjá henni at búgva í Runavík og
røkja starvið sum flogterna, men hetta
broyttist sjálvsagt alt, tá Vágatunnilin kom
í 2002.
- Sum partur av okkara arbeiði høvdu vit
eisini stand-by vaktir, har tú skuldi kunna
møta til arbeiðis innan ein tíma. Talan kundi
eitt nú vera um forfall ella sjúkraflutning,
og tað kom meira enn so fyri, at tú varð
tilkallað á vaktini.
Síðan til Smyril Line
Eftir at hava starvast fyri Atlantic Airways
sum flogterna øll árini frá 1988 til 2002, fór
Eyð Ellingsgaard í starv hjá Smyril Line
á hálvari tíð. Her var hon í sløk trý ár, og
henni dámdi væl hjá felagnum.
- Tá eg byrjaði hjá Smyril Line, var
Vágatunnilin ikki latin upp, men hin
10. desember sama ár fingu vit fast
samband. Áðrenn tunnilin læt upp, hevði
eg langar dagar burtur frá húsum, tí
dagurin mátti tillagast Sam, sum sigldi um
Vestmannasund. Men, tað var ein fantastisk
broyting og eitt stórt framstig, tá fasta
sambandið kom. Við nýggja sambandinum
tók tað mær trý korter at koyra til og úr
arbeiði, og tú kundi koyra millum Vágar og
meginlandið, tá tú hevði hug.
... Eg eri nýggj í
hesum starvi, men eg
eri partur av einum
góðum liði og einari
góðari umsiting...
FLOGTERNAN
ÚR RUNAVÍK
SUM GJØRDIST
BORGARSTJÓRI