Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 88 9 Eyð Ellingsgaard minnist eis­ ini aftur á tíðina, tá eingin und­ ir­sjóvartunnil var, og onkur føð­ingardagur var í familjuni á Skála­fjørðinum. - Tað kendist eitt sindur klau­ strofobiskt ikki at kunna fara í ein føðingardag og sleppa heim aftur sama kvøld. Sam sigldi lutfalsliga tíðliga seinasta túr, og tí noyddist tú at gista heimanífrá, um tú skuldi vera við til ein føðingardag í familjuni, sum varð hildin tíðliga um kvøldið. Skuldi eg heim at vitja foreldur ella systkin, noyddist eg antin at skunda mær avstað aftur í Vágar - ella mátti eg gista. Tískil var tað ein ótrúligur munur, tá Vágatunnilin kom, og sjógvur ikki longur skilti meg frá arbeiðsplássi og familju. Undirsjóvartunnilin broytti umstøðurnar hjá fólki í Vágum ómetaliga nógv, tí nú kundu fólk fara allastaðni - og all­ar tíðir av døgninum. Lótu upp Sorella Í 2005 lótu báðar Ellingsgaard- systr­arnar, sum búgva í Sørvági, Eyð og Annbritt Ellingsgaard, upp handilin Sorella í Sørvági. Tey nógvu árini vóru tær saman um handilsfyritøkuna, men fyri tveimum árum síðan valdi Ann­ britt Ellingsgaard at gevast, og seinastu tvey árini hevur so Eyð Ellingsgaard rikið fyritøkuna víðari. - Tað var lættari, tá vit vóru tvær, og tað kravdi meira av mær, tá systir mín ikki var við meira. Í juni mánaði í ár valdi eg at selja hand­ilin, soleiðis at eg gjørdist meira leys. Tað er ikki tí, at Eyð Ellingsgaard ikki áður hevur verið spurd um at stilla upp til val, at hon ongantíð áður hevur verið á lista. - Jú, eg eri spurd áður, bæði til kommunuval og løgtingsval, men eg havi altíð borið meg undan, tí eg helt ikki, at eg hevði stundir til politikkin. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri tí, sum rørist í lokal­samfelagnum, og nú eg eri leys av handlinum, og dóttirin er vaks­in, helt eg, at løtan var hin rætta. Nú havi eg bæði tíð og orku til at gera mína ávirkan galdandi, og eg ætli mær eisini at ganga upp í starvið sum borgarstjóri við lív og sál. Eg eri ógvuliga spent, og eg gleði meg rættiliga til at sleppa til ar­beiðis - fólkinum í allari Sørvágs kommunu til frama, sigur nývaldi borgarstjórin. Øll lyfta í felag Eyð Ellingsgaard sigur, at hon gjørdist ovfarin av góða valúrs­lit­ inum, og hon fegnast um, at nógv góð fólk eru vald - og afturvald - at lyfta uppgávurnar, sum liggja fyri framman, saman við henni. - Av okkum sjey, sum nú koma at mynda bygdaráðið, eru trý aft­ urvald og fýra eru nývald, og eg haldi, at hetta er ein góð blanding av dugnaligum - royndum og minni royndum - fólkum. Tveir list­ar vóru til kommunuvalið, men nú valið er av, og fólk eru vald at gera eitt arbeiði fyri Sørvágs kommunu, eru vit øll eitt lið, sum fer til verka. Hetta fari eg at leggja stóran dent á í valskeiðnum, sum nú er fyri stavn. Eg eri nýggj í hesum starvi, men eg eri partur av einum góðum liði og einari góðari umsiting í Sørvágs kommunu, sum hevur drúgvar royndir aftan fyri seg. Tá nývalda bygdaráðið skipaði seg, varð Eyð Ellingsgaard einmælt vald til borgarstjóra, og hon ætlar at gera alt fyri, at hetta verða fýra góð ár í Sørvágs kommunu, har øll viðvirka til tað besta fyri allar borgarar í kommununi. Nýggj vøggustova Eyð Ellingsgaard sigur, at tað er nógv gott hent í Sørvágs komm­ unu í fleiri ár. - Vit hava fingið eitt fantastiska flott øki á Stakka, og nú ræður um hjá fólkinum, tá løturnar koma, at fylla karmarnar. Fótbóltsvøllur og vallarljós eru lutfalsliga nýggj, og karmarnir í ítróttarhúsinum eru dagførdir. Skúlin er dagførdur, men her vantar nakað enn. Fríðk­ ing­ar eru gjørdar kring um í kommununi, og útstykkingin á Middagsvarða er liðug. Hon sigur, at størsta verk­ætl­an­ in, sum Sørvágs kommuna kemur at arbeiða við í komandi skeiði, verður ein nýggj vøggustova, sum fer at liggja beint oman fyri vegin - við einum gongutunli undir vegn­ um og oman í dagstovnin, Alvalon. - Nú hava vit, sum eru vald at umboða kommununa tey næstu fýra árini, ikki ítøkiliga sett út í kortið, men eg kann hugsa mær, at vit fara at halda fram við frið­k­ ingum og gera arbeiðir, sum eru í gongd, liðug, sigur hon. Tørvur á ítróttarhøll Eyð Ellingsgaard sigur, at eitt, sum hon kundi hugsað sær, at skjøtil veruliga verður settur á, er ein nýggj ítróttarhøll. - Eg kundi hugsað mær, at vit í skeiðnum, sum nú stundar til, funnu staðsetingina og kundu fingið planerað fyri ein­ ari ítróttarhøll. Flogbólturin í komm­ununi hevur vánaligar um­støður. Tey venja og spæla í fim­leikarhøllini í skúlanum, men hon er bæði ov stutt og lág. Her er ikki pláss fyri áskoðarum, og her hevur flogbólturin koyrt upp á und­antaksloyvi í fleiri ár. Við ein­ari nýggjari ítróttarhøll hevði ítrótturin í kommununi sum heild fingið nógv betri umstøður, sigur Eyð Ellingsgaard. - Nú valið er av, og fólk eru vald at gera eitt arbeiði fyri Sørvágs kommunu, eru vit øll eitt lið, sum fer til verka, sigur nývaldi borgarstjórin, 56 ára gamla, Eyð Ellingsgaard ... Eg eri ógvuliga spent, og eg gleði meg rættiliga til at sleppa til arbeiðis...