Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 11. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 88 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 50 ÁR SÍÐANI KRISTIAN DJURHUUS GAVST Í POLITIKKI Sama dag sum Atli P. Dam tók við sum løgmaður á fyrsta sinni, tann 10. desember í 1970, gavst ein annar kendur maður í politikki. Tað var Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum. Hon kom fyrstu ferð á ting sama ár, sum Atli P. Dam varð føddur, í 1932. Hann var landsstýrismaður í fyrsta landsstýrinum í 1948 og løgmaður í 2. og 3. landsstýrinum frá 1950-59. Aftur landsstýrismaður í 4. landsstýrinum frá 1959-63, tá hann gavst í politikki og ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1962. Men í 1966 stillaði hann uppaftur, gjørdist aftur landsstýrismaður í 1967 og løgmaður, tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, og gavst í politikki, tá hann læt løgmanssessin víðari til son Petur Mohr Dam, Atla P. Dam. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Unn Petersen, fødd Sim­ on­sen, ættað av Sandi, and­að­ist í heiminum í La Marina í Spania, mán­a­ dag­in 7. desember, 64 ára gomul. Christian Guttorm Christiansen, vanliga nevndur Guttorm, búsitandi í Vestmanna, andaðist á Landssjúkrahúsinum 7. desember, 79 ára gamal. Ása Simonsen Høj, fødd Thomsen, Klaks­vík andaðist á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num mánamorgunin 7. desember, 92 ára gomul. Ingálvur Pállson Hansen, bú­sitandi við Sjógv á Strondum, andaðist 6. des­em­ber, 85 ára gamal. Rólant Christiansen, ætt­ að­ur av Skála, búsitandi í Tórs­havn, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum sunnu­dagin 6. desember, 84 ára gamal. Karin Petrea Malm­bergs­ dóttir, ættað úr Sørvági, bú­sitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 1. desember, 76 ára gomul. Óluva Joensen, fødd Andre­asen, Hvalvík and­ aðist á Mørkini miku­ morg­unin 9. desember, 88 ára gomul. Dánjal Hans Marius Arge, ættaður av Argjum, búsitandi í Hjerting, and­að­ist hósdagin 3. des­ ember, 66 ára gamal. Hilda Debes, ættað úr Kvívík, búsitandi á Oyri, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum hósdagin 3. desember, 80 ára gomul. Sigurd Gaard Hansen, andaðist týsdagin 1. des­em­ber, 90 ára gamal. Jarð­ar­ferðin verður lýst seinni. Maja Laursen, fødd Danielsen, ættað úr Porkeri, andaðist 2. desember í heiminum í Farum, 89 ára gomul. Jóannes Nolsøe, ættaður úr Vági, búsitandi í Ska­g­ en, andaðist á Suðuroyar Sjúkra­húsi fríggjadagin 27. nov­em­ber, 78 ára gam­ al. Jarð­ar­ferðin verður úr Vágs Kirkju hósdagin 3. des­em­ber. Torbjørn Hjelm Hansen, ættaður úr Leynum, bú­sit­andi í Søldarfirði, and­aðist í heiminum mik­ u­dagin 2. desember, 77 ára gamal. Jastrid Dragsted, fødd Olsen, ættað úr Trongisvági, andaðist í Keypmannahavn mánadagin 30.novembur, 87 ára gomul. Borghild Joensen, ættað av Eiði, búsitandi á Havn, and­að­ist á Heiminum við Vall­a­líð mánadagin 30. nov­ember, 75 ára gomul. Lydia Arge, Tórs­havn, andaðist á Boð­a­nes­ heiminum 1. des, 96 ára gom­ul Høgni Thomsen, Nóls­ oy andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum fríggj­a­ dagin 27. november, 81 ára gam­al. ANDLÁT Sunnudagin 13. des­ em­ber verður Óluva Skaale 80 ár Mong eru tey, sum kenna Ól­uvu, tí hon hevur alt lívið ver­ið sera virkin í nógvum yms­um samanhangum. Tey, sum ikki kenna hana per­ són­liga, munnu kenna hana frá sjón­varpssendingunum »Matur og Matgerð«, ið hon gjørdi í 80’unum og 90’u­ num. Óluva er fødd og upp­ vaks­in í Vági – og tað hoyrist enn á málinum - hóast hon sum ung kom til Havnar fyri at ganga í studentaskúla. Hon fór víðari í læraraskúla, har hon hitti Jóannes Skaale, sum hon giftist við í 1964. Eftir lokna útbúgving fór Óluva at undirvísa børnum við breki. Tá ið farið varð und­ir Skúlan á Trøðni, fekk hon starv har – og har var hon ver­andi alt sítt ar­beiðs­ lív. Hon gekk við lív og sál upp­ í arbeiðið, og hon varð sera góð við tey mongu børn­ini við ymsum av­bjóð­ ing­um, sum hon fekk á­byrgd­ina av. Óluva hevur ikki verið bang­in fyri at gera tað, sum hon helt vera rætt og hava týdn­ing - sama hvat onnur søgdu. Til dømis hevur hon ver­ið til skips, týtt og skrivað bøk­ur, gingið fjøllini í Før­oy­ um (langt áðrenn tað bleiv modernað) og gjørt barn­a­út­ varp og -sjónvarp – bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni. Tað er ringt at skriva Ólu­ v­u eina heilsan, sum verður ein nøkt­andi lýsing av øllum tí, hon er og ger. Men tíbetur er tað so, at tey, sum hava hitt hana, munnu vita, hvussu hon er. Tann mát­in, hon til henda dag hev­ur livað sítt lív, er besti vitn­is­burð­ur­in um, hvat býr í henni. Hon er kend sum tann lítla kon­an við tí stóru ork­ uni. Altíð við tí góða og altíð í góðum lag. Fólk, sum kenna hana, munnu vita, hvussu gáv­u­ mild hon er. Við síni tíð, sum hon nýt­ur uppá onnur. Við síni jarð­isku ogn, sum hon gleð­i­liga letur teimum burt­ ur­av, sum hava tørv á tí og við síni umsorgan, sum fevn­ir so víða. Næstrakærleikin snýr seg fyri hana ikki um »tey nærm­astu«, men um øll tey, sum hon á nakran hátt fær hjálpt. Hon minnist fólk og hjálp­ir trúliga til, har hon kann, hjá teimum, sum hava tað svárt. Tá onnur senda teim­um sjúku ein tanka, støk­k­ur hon inn á gólvið, ring­ir ella ber teimum døg­ urð­a. Tá onnur ivast, um tey skulu - tá fer hon. Spøk og still­før ella prátandi og stutt­lig – alt eftir um­støð­u­ num. Og tey eru mong, sum hava merkt hennara gáv­u­ mildu menniskjaáskoðan. Eing­in er verdur meiri enn nak­ar annar, og øll skulu takast í álvara og viðfarast við virðing, bæði fólk við breki, smábørn, eins og vaks­in fólk og leiðarar. Ól­ uva fer eins við øllum. Og hon leggur seg eftir at taka eitt tak ella bera eitt troyst­ andi orð, har tað ger størstan mun. Henda áskoðanin hevur eis­ini prógvað seg í yrkinum á Skúl­anum á Trøðni og á teim­um mongu legunum fyri brekað á Zarepta. Hon stuðl­ar teimum, sum ikki megna. Teimum, sum syrgja. Teimum, sum stríð­ ast. Og hon rættir teimum hond­ina, sum stíga við síð­ una av og falla. Tá flestu onn­ur venda sær frá fólki í sos­i­al­ari fordøming, vendir hon sær til teirra. Letur tey vita, at hon hugsar um tey og minn­ist tey í bøn. Bjóðar teim­um inn og prátar við tey. So­leiðis er hon, og so­ leið­is kenna fólk hana. Hon er opin og ó­for­døm­ andi. Kærleiksfull og sam­ vitsku­full. Tað ger Óluvu til eina fyri­mynd, tí hon handl­ ar heldur enn bara at tosa. Hon gongur sjálv vegin, held­ur enn at peika á hann. Liv­andi og sterka guds­ trúgv­in, sum hevur fylgt henni bæði tá sorgin hevur nit­ið fast - eins væl og tá gleð­in hevur vitjað – verður dag­liga víst í verki. Væl mentu sosialu før­ leik­ar Óluvu gera, at hon hev­ur ein stóran skara av vin­um og kenningum, og »nerm­asta slekton«, sum í henn­ara verð røkkur minst fýra lið út, er henni serliga kær. Hon lesur nógv og minn­ist sera væl – og vit­an­ in um stórt og smátt; um ætt, náttúru, bøkur, søgu, undirvísing, matgerð, sið­ søgu og mangt annað við for­nokt­ar seg ikki, tá tú prát­ar við hana. Og Óluva tekur sær altíð stund­ir til eitt prát. Støkkur tú inn á gólvið fært tú altíð ein góð­a­n drekkamunn. Við døg­urð­a­borð­ið er altíð pláss fyri eyka gestum, og tá ommu­børn­ini vitja, verður alt ann­að lagt til síðis. Tá tek­ur hon sær tíð til søgur, spøl og at geva teimum ein góð­an bita, sama hvat hon ann­ars hevði ætlað sær at gjørt ta løtuna. Og tó at hon altíð fær nógv frá hondini og dagsins gern­ing­ur hvønn dag liggur eft­ir hana, so er tað hjá Ól­ uvu, sum at arbeiðið bara ger seg sjálvt. Aldri hvørki suff ella grenj, og sjáldan ein upp­gáva, sum hon ikki setur seg føra fyri. Hon ger tað bara. Og tað tykist alt so lætt og nat­úrligt. Framvegis heldur hon stóru húsini og stóra stykkið utt­an­um. Framvegis klatrar hon upp í trøini fyri at saga ov­astu greinarnar. Hon mál­ ar, slær gras, lúkar og passar ­vøkst­ur­in, ið bæði er til prýð­is og til gagns. Fram­veg­ is gongur hon á kvøldskúla, hev­ur sunnudagsskúla og er til sýn­ingar, konsertir og til­ tøk av øllum handa slag. Fram­veg­is sæst hon javnan upp­i á rennibreytini og í summ­ar var hon á Eggj­ar­ kletti, ið er hægsta punkt á Nóls­oynni. Tað er ikki øllum beskorið at liva so leingi og hartil at vera so væl fyri, og góða heils­an er heldur eingin sjálv­fylgja fyri Óluvu. Dag­ liga takkar hon Gudi - og liv­ ir framvegis eftir setn­ing­i­ num, sum hon alt lívið hev­ur livað eftir: Lat meg í dag gera tað besta, eg kann. Nú hon fyllir 80, hevur hon bara tvey ynski um føð­ ing­ar­dags­gávur. Hon ynskir sær eina nýggja kvísl og eitt nýtt skaft til skrubbuna. Og tað sigur eisini nógv um hesa merkisverdu lítlu kvinn­una við tí stóru ork­ uni. Kæra Óluva, hjartaliga til lukku við stóra degnum og Harr­ans signing. Dagurin verður hildin fyri inn­bodnu­m eftir ko­r­ ona­til­mælunum. Óluva Skaale 80 ár Landsstýrið 1967: Sámal Petersen, Petur Mohr Dam og Kristian Djurhuus Sunnudagin fyllir Óluva Skaale í Havn 80 ár