Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 11. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 88 11 50 ÁR SÍÐANI ATLI DAM FYRSTU FERÐ VARÐ LØGMAÐUR Í gjár vóru liðin 50 ár, síðani Atli P. Dam á fyrsta sinni varð valdur til løg­ mann. Hetta var tann 10. desember í 1970, tá løgtingið við 14 at­kvøð­um samtykti at velja Atla P. Dam úr Javn­að­ar­flokki­num til løg­mann í sam­ gongu við Sambands- og Sjálvstýrisflokkin. Atli P. Dam kom upp í politikk, tá hann í mars sama ár kom heim­ úr Ku­weit at ger­ast landsstýrismaður fyri Villa Sørensen úr Klaks­vík, sum doyði nýggj­árs­morg­un í 1970. Hann var løgmaður í fimm sam­gong­um: 1970-81, 1985-89 og 1991-93. KLUMMA VAGINA Ja, »kært barn har mange navne«, verður ofta sagt um okkurt, sum er okkum kært og er tað nokk ongin kropps­ partur, sum hevur fingið so nógv ymisk heiti sum tað allarheilagasta staðið hjá kvinn uni, nevniliga: Vaginan Har nýtt lív kemur til verðina. Vegurin til nýtt lív og njóting. Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv og hugur, sum al­ tíð er til staðar. Tó verður hann ofta køvd ur orsakað av elligamlari skuld­ ar­ og skommkenslu og læru­ setningum. Frígering At tora at vera forvitin er ein veg ur til at læra seg sjálva bet­ ur at kenna. Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýra­ barasta, vakra og mystiska stað verður fjalt? Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið? Kroppurin er okkara besta njótils isljóðføri, um vit læra okkum at spæla upp á tað. Í nógvum ymiskum ment­ an um er sjálvserotikkur sædd­ ur sum nakað heilt natúrligt. Ein natúrligur máti at kenna og varða um sín kropp. Eisini er tað ein vegur til at koma í sam band við sín seksualitet og finna útav, hvat fjalir seg í inn­ asta njótilsisrúminum. Í gomlu egyptisku skapan­ arsøguni bleiv jørðin til við at sólin elskaði við sær sjálvari, ein vøkur mynd at hava huga. Jómfrúgvin og Skøkjan Hvat fyri fyrimyndir hava vit? Nógvar elligamlar forð­ ingar, sum okkara ment­ an ararvur, moralur og ótti, hava slóðað fyri at nakað so naturilgt sum okkara seksual­ it etur er vorðin eitt misskilt og fjalt fyribrigdi. Innan kristindómin er tann heilaga jómfrúgvin Maria, mamma Jesusar og tann væl­ signaða skøkjan Maria Magda­ lena, vinkona Jesusar, tvær, sum uttan iva hava givið mest íblástur til bæði listina og sum kvinnuligar fyrimyndir. Báð ar hava fingið síni heitið eftir, hvussu tær reint seksuelt vórðu sæddar. Jómfrúgvin tann reina og skøkjan tann vanvirda. At vera tilvitaður um sín egna seksualitet og kropp er vegurin til nýtt lív. At verða góður við sítt egna undirlív og geva tí kærleika og virðing kann vera við til at ein kann seta seg frían frá óskynsamun gomlum mynstr­ um og søgum. Kunnleiki er við til at fyri­ byrgja og tryggja, at vit sum menniskju kunnu taka sunn og góð val fyri egnan kropp frá byrjan til enda. Kunnleiki gevur ræði á egn­ an kropp og vilja. VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Vakra Madonna Tá ið hugsað verður um lívs­ kunn leika, er Taoisman elstu vís indi, vit vita um. Teir gomlu tao istarnir vóru vísinda menn úr Kina. Teir settu saman og mentu eina fullfíggjaða, ná­ grein iliga vísindaskipan við­ víkj andi mati, rørslu, heilsu, ero tikki o.ø. Seksualiteturin er eins og and a drátturin lívstýðandi fyri menn iskjalívið. Til er eitt hav av vísdómi um okk ara seksualitet, sum hev ur ligið fjaldur í fleiri 1000 ár! Teir gomlu taoistarnir vóru ikki nakrir háfloygdir filo soff­ ar. Teir vóru jarðbundnir og vís ind a ligir. Um ein av manna­ gongd um teirra vísti seg ikki at virka, bleiv hon vrakað. Teir brúktu sína orku at kanna og bøta um góðsku at nøkta tørv­ in viðvíkjandi livihátti manna. Kynslimurin (penis) á manni; stødd og snið Tað er rætt, at snið og stødd á kyns liminum eru avgjørd við føð ing. Manskroppurin stegðar at vaksa um 30 ára aldur, men tað ger kynslimurin ikki! Vísindi vísa, at kynslimurin veks ur, líka til maðurin doyr. Jú eldri maðurin blívur, størri blív ur limurin, bæði í longd og tjúkd. Henda menning verður ak­ ti ver að, tá maður ristir og klemm ar um kynslimin at fáa teir síðstu landdroparnar av sær, afta ná hann hevur piss­ að. Nógvir menn bera saman sín kyns lim við aðrar og ynskja sær ein størri, óansæð hvussu stórur hansara egni er. Henda ørkymlan er bæði ó hepp in og óneyðug. Tvey skulu til at dansa tango. Tá tvey elskandi elsk­ ast, kann skeiðin (vagina) laga seg eftir, hvussu limurin er dán aður. Hetta hendir sjálv­ andi ikki eftir eina nátt, men við tíðini, tá tvey læra hvørt ann að at kenna. Um tað kortini er ónøgd við víkj andi tí seksuella í ein­ um parlagi, er altíð gott, at bæði taka ábyrgd. Formurin á kynslimi og skeiðin sum móttakari. Um kynslimurin er trí kant að­ ur ella formaður sum ein blý­ ant ur við breiðum skafti, eru tríggj ar venjingar innan ta o­ ismu, sum kunnu gerast, um ein vil hava størri høvd. Ein soppa­formaður kynslimur hev ur góðan møguleika at stimbra og mýkja skeiðina ­ síð ur og G­punkt ­ væl og virð­ i liga. Venjingar: 1. Klemma kynslimin upp i­ frá og niður móti høvdinum, sum mjólkaði tú eini kúgv. Á henda hátt pressast blóð inn í kyns limahøvdið, sum so við og við blívur størri og størri, til tað fær soppasnið. 2. Klemma skaftið, til tað verð ur gróthart. Klemmar tú tað ofta á henda hátt, hevur tú á haldandi standing. 3. Tá ið tú hevur gjørt hesar venj ingar, kanst tú taka um rót ina á kynsliminum, gleiva langt og sveiggja hann frá síðu til síðu móti lørunum, utt an at tú skalt fáa ilt. Henda venj ing gevur liminum soppa­ form, og hann gerst minni føl­ in, sum eisini hevur við sær, at av gonga verður seinkað. Hetta er bara toppurin av elli gamlari vísdómslæru, sum en n á døgum er til gagns fyri okk um nútíðar menniskju. Gott vikuskifti :) Kann støddin á kynslimi (penis ) á manni natúrliga broytast? Vaginal terapeut Ætla børnini at flyta heim­an­í­ frá? Ella eru tey flutt, og nú sita tit og hyggja hvør upp á ann­an og spyrja: Hvat skulu vit nú gera? Hvørji eru vit nú? Tíma vit at vera saman, tá ið vit ikki hava børnini at vera sam­an um? Hava tað verið børn­ini, sum hava hildið okk­ um saman? Mong hjúnabond slitna, eft­ ir at børnini eru flogin úr reið­r­ inum. Tá kann alt knapp­liga merkjast so stilt. Og tað er í kvirr­uni, at tað eru stundir at merkja seg sjálvan og hvønn ann­an. Tað kann gerast par­i­ num greitt, at tey onki hava at siga hvørjum øðrum, tá tað ikki kann vera um børnini. Tað kann eisini vera, at tey hava ymisk ynski til lívið. Stórir tvídráttir, sam­leik­a­ kreppa og nýggjar ásannir kunnu koma í ljós. Tí kann tað vera eitt gott hugskot í friði og náð­um at sessast yvirav hvørj­ um ørðum og spyrja og lurta eft­ir hvørjum ørðum: Hvat hugsar tú? Hvat hevur tú hug til? Er nakað, sum kann sam­ eina okkum? Annar kann hava hug at út­ búgva seg, fara nýggjar leiðir inn­an arbeiði - møguliga okk­ urt, ein í mong ár hevur viljað, men stundir hava ikki verið til tað. Hin kann fara at hugsa um frí­tíð­ar­á­hug­a­mál, sum hava ver­ið løgd til viks, meðan børn­ ini hava verið smá - ella at finna nýggj áhugamál. Tíðin kann eisini vera kær­ kom­in at spyrja hvørt annað um par­lag­ið, eitt nú: Eru vit tey, sum vit vóru, tá ið vit komu saman? Hvørji eru vit nú? Elska vit enn hvørt annað? Hetta kann vera áhugavert og vera við til at endurnýggja par­lagið og er ein møguleiki at varn­ast hvønn annan av nýggj­ um, kanna hvønn annan reint seksuelt og eisini fáa djypri samrøður um dreymar og ynski og geva hvørjum øðr­um pláss. Tað eru sjálvandi eisini mong, sum framhaldandi gera, sum tey altíð hava gjørt og ynskja ikki nakra broyting av nøkr­um slag, hóast børnini eru far­in. Um parlagið hevur tað fínt á tann hátt, ja, so er alt jú gott. At lofta møguleikanum at menna sítt parlag kann vera eitt spenn­andi tíðarskeið, har ein kann læra tað menniskjað at kenna, sum ein hevur kent í nógv ár - á ein nýggjan hátt. Støva hvønn annan av og koma fram til, at tit enn eru á­hug­a­ verd og spennandi sum par ella einstaklingar; í einari eldri út­ gávu og við fleiri roynd­um. Um ein hevur gingið og bit­ið tenn­i­nar saman øll árini og roynt at hildið út vegna børn­ ini, um partnarin ikki hevur vilj­að lurtað ella møtt einum, har ein er. Um ein ikki hevur kent seg elskaðan, átti møg­u­ leik­in at ríva seg leysan, fylgja sín­um dreymun og liva tað lív­ ið, sum ein hevur ynskt sær leingi, at verið tøkur. At samskifta og ikki taka hvønn annan og dagin fyri giv­ ið er altíð gott, um børnini eru flogin ella ikki. Tá alt kem­ur til alt, eru tað vit sjálv, sum halda okkum sjálv sum fangar, og vegna óttan fyri broyting, broyt­ing til tað ókenda, er tað lætt­ast at geva øðrum skuld­i­na fyri, at vit ikki kunnu ann­að enn at standa í stað. Tað er ein raðfesting, sum alt annað eis­ini er ein raðfesting. At tosa saman ella at fáa hjálp frá einum terapeuti til at tosa saman, kann vera við til at gera parlagið betri. Ikki vegna børnini; vegna tykkum. Tá ið reiðrið er tómt Mathilda: Ein megnarkvinna 100 ár E g havi í mínum virki ver­ ið so heppin at hitta nógv spennandi og á­huga­verd fólk. Eitt av teim­um er Mathilda Jacobsen, ætt­að av Eiði, sum nú mánadagin tann 14. verður 100 ára gomul. Vit hittust fyri einum 10 árum síð­ani í einum handli. Vit komu í prát um ein felags kenning, og tað varð greitt, at Mathilda var ein á­hugaverd kvinna. Eitt úrslit av hesum var seinni ein grein­arøð í siðsøgurøðini her í blað­num. Mathilda varð seinni eis­ini ein partur í bókini Tær bygdu land, sum kom út í 2017. Her hevur Mathilda givið eitt týð­andi íkast til lagnusøguna hjá før­oy­ing­um fyrra partin av 20. øld, sum var ein tíð so grund­ leggj­andi øðrvísi enn í dag, at tey yngru illa kunnu skilja tað. Misti mammu og trý systkin í fýra ár Mathilda var fødd í 1920, áðrenn nak­ar bilur ella rættiligur vegur var í Føroyum. Hetta var ein hørð tíð við øllum sorgarleikum, sum eisini rakti Eiði og hennara egnu familju. Mathilda minnist sum sjey ára gom­ul vanlukkuna, tá ið eld­ur kom í Acorn, og tveir ungir eið­is­ dreing­ir vóru millum teir, sum brendu í hel. Hon minnist ta løt­ una í skúlanum, tá ið hetta frætt­ ist. Ein genta í skúlanum misti beiggja sín. Hetta vóru skak­andi tíðindi. Í 1931 gekk Dora burtur. Tá doyði grann­in saman við sínum ein­asta soni. Ein systir hansara hevði júst fingið ein nýggjan ljós­ a­gráðan frakka. Nú mátti hon ganga við syrgibindi um erm­una. Men heimið hjá Mathildu varð eis­ini rakt. Í 1932 doyði syst­ir hennara, Johanna Petrina, bara 16 ára gomul av sjúku. Tá ið Mat­ hilda kom heim í eitt frí­kort­er í skúlanum, tá var systirin deyð. Hetta var sjálvsagt ein kvøkk­ur. Í 1934 fóru tveir brøður, Hans Andr­e­as, 18 ára gamal, og Poul Mart­in, 24 ára gamal, við sluppini Nóls­oy undir Ísland til fiskiskap. Teir komu ikki aftur vanligu tíð­ ina, tá ið skipini plagdu at koma aft­ur. Mathilda minnist væl frá bíð­i­tíðini, sum var. Gingið varð hvønn dag oman á Møl at vita, um nak­að skips sást. Nógv skip komu men ikki Nólsoyggin. Tað gjørdi Mathilda eisini. Ein dag­in varnast hon, at menn standa og práta, men tá ið Mat­ hilda nærkaðist, brátagnaðu teir. Tá var hildið, at nú var eingin vón. Hetta helt mamman eisini, hon hevur havt okkurt ánilsi. Dag­in eftir frættist, at líkið av kokk­inum var rikið upp á land í Ís­landi, so nú var eingin óvissa long­ur. Matilda hevði nú mist trý syst­kin í besta aldri. Hon skuldi konfirmerast sama heyst í 1934. Gentur vóru van­liga í hvítum kjóla. Men hetta bar ikki til hjá gentu, sum sama ár hevði mist tveir beiggjar, so hon mátt í ein myrkabláan kjóla. Hon fekk tó eina hvítu sloyfu um flætt­ur­ nar. Tað lætti eitt sind­ur um. Men lívið broyttist. Fyrr var kæti í húsinum, men hetta var nú broytt. Mathilda føldi, at hon ikki kundi loyva sær at vera glað ella at stutt­leika sær. Tá var eing­in sum tók hond um tey, sum komu í slíka støðu tá í tíðini. Í 1936 doyði mamman, so nú hevði Mathilda mist fýra av sín­ um nærmastu í fýra ár. Tá ið mamm­an doyði var beiggin til skips. Til­vildin gjørdi, at hann kom heim til jarðarferðina, men hann visti ikki, at mamman var deyð. Hon fór í somu grøv sum dótt­ir­in. Mathilda kundi mist ein beiggja afturat, Jógvan, á sjón­um. Hann gekk burtur við Hav­frúnni í 1949. Tað var meira enn hepp­ið, at nakar slapp við lív­i­num tá. Arbeiðslívið byrjar Nú byrjar arbeiðslívið hjá Mat­ hildu. Fyrst fór hon at tæna hjá prestinum á Nesi, Buhl, har tað var nógv at gera. Eitt skifti var hon í Søld­arfirði hjá Ginnu og John, for­eldrunum hjá Sofus Poul­sen, okkara umboðsmanni í A­berdeen í hálva øld. Mathilda hevur alla sína tíð havt samband við Óluvu, systir Sofus, sum bú­ sett­ist í Canada. Tær ringja javn­ an sam­an. Tá ið Mathilda kom til Havnar í 1945 búði hon hjá teim­ um. Hetta sigur nakað um trú­ festi. Mathilda varð trúlovað við Pet­ur hjá Pansaranum, men tað var einki sum æt at giftast, áðr­ enn húsini vórðu klár uppi á Pet­ urs­trøð. Tað tók sína tíð. Petur arbeiddi fyri kom­mun­ una í hálva øld, og Mathilda seym­aði millum annað fyri handl­ar. Tey bæði fingu tvey børn, Marjun og Hermund. Omm­u­børnini eru fimm, og nú eru sjey børn í tí næsta ætt­ar­lið­ num og tað áttanda er á veg. Mathild fekk sær longu í 1961 koyr­i­kort, og hon hevur koyrt inn­til fyri fáum árum síðani. Tá ið brúgvin um Sandá varð tik­in í brúk, vóru tað elstu bil­før­ ar­ar í Havn og á Argjum, sum vóru fyrstir at koyra um brúnna hvør síni megin frá. Úr Havn var tað Mathilda og av Argjum tann skjótt 99 ára gamli Sverri Mort­en­ sen. Sanniliga virðilig umboð! Tá ið ommusonurin, Kim Bogi, giftist fyri nøkrum árum síð­an, ja, tá var tað sjálvsagt omm­an, sum koyrdi brúðarparið. Tað hevur verið ógvuliga stutt­ ligt at hava kent Mathildu. Hon er eitt sera positivt menn­iskja, sum altíð hevur verið við tí góða orðinum. Stak blíð er hon, og skjót er hon við drekka­munn­i­ num, tá ið komið hevur verið á gátt. Mathilda hevur búð heima inn­til fyri fáum árum síðani, men nú býr hon á Tjarnargarði. Vegna corona ber ikki til at hava ein al­ mennan føðingardag, sum hon hev­ur uppiborið, men hið­ani skal verða ynskt henni hjarta­liga tillukku. Tað kann vera nevnt um grann­a­lagið uppi á Peturtrøð, at tað man hava ellismet. Aksel, beiggi Petur, er 97 ár, og systir hans­ara Sylvia er 101 ára gomul. Hetta gevur 99 ár í miðal. Tað munnu ikki vera nógvar traðir við ein­um slíkum miðalaldri! Tað ber til at lesa meira um Mat­hildu og hennara lív á heimasíðuni: www.olijacobsen. com. Farast kann har inn á bók­ ina Tær bygdu Land, har søgan um Mat­hildu byrjar á síðu 181. ó. Mathilda Jacobsen á Peturstrøð í Havn fyllir 100 ár 14. des­ ember. Har var gift Petur hjá Pans­ar­ a­num. Grannin, Aksel, beiggi Petur, er 97 ár, og systir hans­ara Sylvia er 101 ára gomul