Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 88 12 Mikudagin loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið fyri langhylinum í Gundadali, sum eftir ætlan stendur liðugur um trý ár TERJI NIELSEN E itt stórt ynski hjá nógvum havnarborgarum hev­ ur í nógv ár verið, at svimjihøllin í Gunda­dali skal útbyggjast. Bæði elitu­svimj­ arar og vanligir motionistar hava í nógv ár merkt, at tað er trongt í ver­andi svimjihøll, og tí vóru tey mong, sum í gjár fegnaðust, tá ið farið var undir at gera nýggja lang­hylin í Gundadali. Slakar 150 milliónir Mikudagin bleiv fyrsta flagið so loyst, og avgresturin byrjar nú. Tal­an er um eitt stórt arbeiði, og vænt­andi verður langhylurin sam­ bært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu liðugur við árslok í 2023, og tekur hann sostatt trý ár at byggja. Arbeiði at gera langhylin bleiv bjóðað út í høvuðsarbeiðstøku fyrr í heyst, og lægsta tilboðið hevði J & K Petersen, sum hevði eitt tilboð upp á 147,5 milliónir krónur. Sáttmálin millum Tórshavnar Kommunu og J & K Petersen bleiv undirskrivaður í farnu viku, og nú er arbeiðið so farið í gongd. Tað er SNA, ið hevur teknað og lagt langhylin til rættis. Tikið atlit til altjóða kappingar Nýggi langhylurin kemur um­ framt at hava ein hyl, sum er 25 metrar breiður og 50 metr­ar langur, eisini at hava eitt væl­ veruøki við heitum hyli inn­an­ dura, eins og atgongd til uttandura hylj­ar. Í tilgongdini fram ímóti lang­ hyl­inum hevur Tórshavnar Komm­una verið á fundum við al­tjóða svimjisambandið FINA. FINA hevur millum samskift við bæði bygginevndina og tekn­isku fyrisitingina hjá komm­un­uni um einstakar lutir í byggi­upp­skot­in­ um, so at man kann taka øll neyð­ ug atlit til krøv í sambandi við al­ tjóða kappingar. Við teimum krøvum kann lang­ hyl­urin í Gundadali umframt at hýsa øllum hugsandi føroyskum kapp­ingum eisini hýsa altjóða kapp­ingar langt fram í tíðina. ARBEIÐIÐ UPPÁ LA FARIÐ Í GONGD Hetta hevur nógv at siga TERJI NIELSEN Tað er einki at ivast í, at tað kem­ ur at hava sera stóran týdn­ing fyri virksemið í Havnar Svimji­ felag, at nýggi langhylurin nú verður veruleiki. Hava avmarkaðan kapasitet Formaðurin í Havnar Svimji­ felag, Ólavur Weihe, er sum vera man ógvuliga spentur uppá, at nýggi langhylin í Gundadali fer at koma. - Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri okkum sum felag. Serliga tí at vit hava avmarkaðar tíðir og geilir í høllini, sum nú er. Við nýggju høllini, sum kemur at hava 10 geilar, fáa vit møguleika fyri at avvikla venjing yvir nógv styttri tíðarskeið, sigur Ólavur Weihe. Hann greiðir frá, at við nýggju høllini fer tað at vera gjørligt hjá felagnum at hava fleiri lið inni til venjing í senn, tí nýggi hylurin verður 25 metrar breiður. - Sum nú er venja okkara svimj­arar eisini ofta leygar- og sunnu­kvøld umframt fleiri Formaðurin í Havnar Svimjifelag: