hósdagur 10. desember 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
13
Hetta hevur
manglað
í nógv ár
TERJI NIELSEN
F
yri fráfarandi borgar
stjóran í Tórshavnar
Kommunu, Anniku
Olsen, var tað ein heilt
serlig løta, tá ið hon mikudagin
loysti fyrsta flagið til nýggja
langhylin í Gundadali.
Ein stórur dagur fyri meg
- Hetta er ein tann størsti dag
urin í mínari politiskari tíð. Eg
havi loyst nógv flag til ymiskar
verkætlanir, men hendan er
nakað heilt, heilt serligt. Eg eigi
nógvar tímar í hesum hylinum,
bæði sum luttakari í kappingum
og til venjingar við landsliðnum,
sigur Annika Olsen, sum er
gamal elitusvimjari.
Hon dylur heldur ikki fyri, at
hetta er nakað, sum tað hevur
verið tørvur á í nógv ár.
- Eg kann bara siga frá mær
sjálvum, at eg fór til Danmarkar
sum 15 ára gomul fyri at sleppa
svimja í langhyli, tí tað høvdu
vit ikki í Føroyum, sigur borg
arstjórin.
Annika Olsen dylur ikki fyri,
at hetta er eitt mál, sum hevur
ligið henni á hjarta í mong ár.
- Teir góðu svimjarar, ið vit
eiga, skulu hava góðar umstøð
ur, sigur hon.
Altjóða góðkenning
týdningarmikil
Nýggi hylurin verður 25 metrar
breiður og 50 metrar langur, og
hann kemur at hava 10 geilar.
- Tað vil siga, at vit faktisk
hava ein olympiskan hyl. Vit
hava eisini fingið ein arkitekt,
sum arbeiðir nógv fyri altjóða
svimjisambandið FINA, at
hyggja eftir verkætlanini, so
hon kann vera altjóða góðkend.
Tað var øgiliga avgerandi fyri
okkum, at vit tryggjaðu okkum,
at man ikki kom aftur um aftur,
og okkurt ikki var í lagi í mun til
altjóða kappingar, sigur Annika
Olsen.
Borgarstjórin vísir á, at hesin
arkitekturin hevur teknað fleiri
olympiskar hyljar, og tí hevur
tað verið gott at fáa hann at
hyggja eftir verkætlanini.
Ein hylur til øll
Útbyggingin av svimjihøllini
er eisini nakað, sum kemur at
gagna bæði elitusvimjarum og
motionistum, og tað fegnast
borgarstjórin um.
- Sjálvandi styrkir tað eis
ini verkætlanina í mun til al
menningin, at vit nú eisini fáa
ein heitan hyl innandura, ein
vælverumiðdepil, ein heitan
uttandura hyl, altso eitt væl
veruøki til havnarborgarar, sum
ikki eru elitusvimjarar, sigur
Annika Olsen.
Somuleiðis vísir borgarstjórin
á, at hetta eisini kemur at gagna
skúlaungdóminum í Havn.
- Tað hevur verið ein mangul
í nógv ár, at vit ikki hava klárað
at rúma okkara skúlaungdómi.
Vit síggja eisini, at ungdómurin
í Havn er ringast fyri, tá ið tað
kemur til svimjiførleikar, og
tað er heilt sikkurt, tí man
manglar fasilitetir. Vit hava
flottar skúlar og annað, men
svimjifasilitetir mangla enn,
og hetta er kapasitetur, sum vit
hava manglað í rúma tíð, sigur
Annika Olsen.
morgnar um vikuna, áðrenn
svimjihøllin letur upp fyri, at
vit kunnu gagnnýta kapasitetin
optimalt. Nú fara vit at fáa
møguleika fyri at venja meiri
hóskandi tíðspunkt, sigur hann.
Venjingin er ikki optimal
Ólavur Weihe dylur ikki fyri, at
umstøðurnar í løtuni ikki eru
optimalar í mun til venjingina hjá
svimjarunum.
- Tað eru alt ov nógvir svimjarar
á hvørji geil, tá ið tey venja. Har
umframt brúka vit eisini bæði
Eysturskúlan og Skúlan á Argjum
til venjing, og nógv av teimum
børnunum, sum venja har, eru ov
stór til tað og kundu saktans vant
her í Gundadali heldur. Tað er bara
ikki tíð og pláss til tað, og tað er
ikki optimalt, sigur Ólavur Weihe.
Formaðurin í Havnar Svimji
felag er heldur ikki í iva um, at
nýggju umstøðurnar, sum felagið
fer at fáa, eisini koma at hava við
sær, at fleiri børn fara at sleppa á
svimjiskúla.
- Vit hava sum er eitt stað
millum 200 og 300 børn á svimji
skúla, og har er langur bíðilisti,
men nú fara vit at kunna taka
fleiri inn. Tað vænti eg eisini fer
at síggjast aftur á úrslitunum hjá
okkara svimjarum, sigur Ólavur
Weihe, formaður í Havnar Svimji
felag.
ANGHYLIN
Annika Olsen: