hósdagur 10. desember 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
14
Oyggjaleikirnir á Guernsey eru útsettir til 2023, og
Ítróttasamband Føroya fer tí komandi summar
at skipa fyri Føroyskum oyggjaleikum. Summar
ítróttagreinar hava ikki aðrar kappingar enn
Oyggjaleikir at fara til, og tí skulu føroysku
oyggjaleikirnir í fyrstu syftu virka sum avloysari
fyri Oyggjaleikirnar. Annars er ætlanin, at
frameftir kunnu hesir nýggju føroysku leikirnir
haldast annað hvørt - ella kanska hvørt - ár
STEINAR PATURSSON
Æ
tlanin hjá ÍSF er, at
kappingarnar, ella
leikirnir, skulu skip
ast á trimum ella
fýra økjum í Føroyum, og at ser-
og menningarsambondini hvør í
sínum lag skipa fyri kappingum í
sínum egnum ítróttagreinum. Øll
sambondini fáa høvi at koma við
sínum kappingunum, eisini tær, ið
vanliga ikki eru at síggja á Oyggja
leikum.
Leikirnir hava ikki fingið nakað
endaligt heiti enn, men virkandi
heitið er "Føroyskir oyggjarleikir",
og fyribils er vikuskiftið 8. - 11. juli
lagt av til leikirnar.
Sambondini skipa
kappingarnar
Sambondini hava rættiliga fríar
teymar at gera av, hvørjum kapp
ingum skipað verður fyri, og hvør
skal taka lut.
– Tey bjóða inn til tað, sum tey
ynskja at skipa fyri. Um tey hava
hug at skipa fyri einari senior
kapping, so gera tey tað. Hava tey
hug at skipa fyri einari kapping
fyri 14-16 ár, so gera tey tað. Hava
tey hug at skipa fyri altjóða kapp
ing, har tey bjóða oyggjum ella
norðurlondum við, so kunnu tey
tað. Tað er upp til sambondini
sjálvi, sigur Petur Mittún, sum er
aðalskrivari í ÍSF.
Hetta hetta hevur tann fyri
mun, at koma leikirnir í stríð við
aðrar kappingar, so sum kappróð
urin ella landskappingina í fót
bólti, ber til at skipa fyri øðrum
kappingum enn bert kappingum
fyri teimum allarbestu.
– Tað nýtist ikki at vera kapping
í bestu deildini. Sambondini
kunnu skipa fyri U18 kappingin
ella øðrum ungdómskappingum.
Har eru nokk av møguleikum at
hava aktivitetir fyri tær ítrótta
greinarnar, sigur Andras Nolsøe,
ítróttaráðgevi hjá ÍSF.
– Eg haldi sjálvur, at tað ger tað
bara enn stuttligari, um vit fáa
fleiri aldursbólkar at kappast; at
vit virkuliga fáa skapt nakað, har
øll eru saman.
Ein góð loysn fyri
vantandi kappingar
Tað er framvegis sera tíðliga í
tilrættisleggingini, men ÍSF hevur
kortini merkt stóran áhuga frá
teimum sambondunum, sum ÍSF
hevur verið í sambandi við.
– Summar ítróttagreinar hava
bara Oyggjaleikir, meðan aðrar
hava aðrar altjóða kappingar.
Tey, sum ikki hava altjóða lima
skap, hava typiskt bara Oyggja
leikir, sigur Petur Mittún og
leggur aftrat, at tað er eisini ein
spurningur um kappingarstøði
hjá nógvum av sambondunum.
– Hjá summum gevur tað
kanska ikki meining at fara til
HM ella EM, tí at soleiðis sum
tær kappingarnar eru skrúvaðar
saman, so verða tey pulveriserað,
um tey koma upp móti heimselit
uni.
Vanligt fyri føroysku menn
ingarsambondini er eisini, at tey
eru nýggj sambond, sum kanska
ikki hava so góðar møguleikar at
kappast uttanlands, og hetta er
sostatt eitt gylt høvi hjá teimum
at sleppa við til kapping.
Kann verða
afturvendandi tiltak
Enn er hugskotið um føroysku
leikirnar rættiliga nýtt, og arbeitt
verður fram móti at fáa skipaðar
hesar fyrstu leikirnar. Men hetta
kann gerast eitt afturvendandi
tiltak, sum í fyrstu atløgu skal
haldast annað hvørt ár, og síðani
kann haldast hvørt ár.
Á tann hátt hava føroysk
ítróttafólk okkurt at kappast
um á hvørjum ári. Fleiri ítrótta
greinar detta eisini inn og út
úr Oyggjaleikum, og sostatt
kann ganga lang tíð millum, har
íðkararnir í teimum ítróttagrein
unum hava nakra ítøkiliga kapp
FYRSTU OYGG
FYRSTU OYGG
Í FØROYUM
Í FØROYUM SÍSÍ