Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 88 15 ing. Føroysku leikirnir kunnu tí vera eitt gott ískoyti hjá teimum ítróttagreinunum. Tað hevur eisini verið tos um, at fleiri oyggjasamfeløg sláa seg sam­an at skipa fyri kappingum í teimum ítróttagreinunum, ið ikki fáa innivist í Oyggjaleikum; alt­so, tá onkur grein ikki er við á Oyggja­ leikum, so verður onnur kapp­ing fyri­skipað fyri júst teirri ítrótta­ grein­ini. Sum frálíður kann tað bera til, at hesir føroysku leikirnir verða part­ur av einum tílíkum arbeiði. – Annað hvørt ár, tá Oyggja­leik­ ir ikki eru, kann tað vera eitt stórt tiltak, og tey árini, tá Oyggjaleikir eru, kunnu vit skipa fyri teimum kapp­ingunum, ið ikki eru á Oyggja­leikum, sigur Petur Mittún. Kommunurnar spæla ein stóran leiklut Tað kostar at skipa fyri ítrótta­ verk­ætlanum, og Føroyskir Oyggja­leikir eru einki undantak. ÍSF hevur kortini eina ætlan fyri fígg­ingini. ÍSF fær fígging til hvørja lut­ tøku á Oyggjaleikum, og nú eingir Oyggja­leikir verða komandi ár, vón­ar ÍSF at kunna nýta ta fígg­ ingina til oyggjaleikirnar í Før­oy­ um. Harumframt er eisini ætlanin at fáa fatur á sponsorum til leik­ ir­nar, eins og bretski bankin Nat­ West - National Westminster Bank - er sponsorur hjá vanligu Oyggja­leikunum. Ivaleyst verður talan eisini um okkurt slag av luttøkugjaldi, og at enda er ætlanin, at kommunurnar eisini gera sín part. Yvirhøvur verður parturin, ið kommunurnar skulu spæla í leik­ un­um, stórur. Umframt at veita stuð­ul og ítróttaanlegg, er eisini ætl­anin, at kommunurnar skulu vera partur av tiltakinum í síni heild. Leikirnir skulu følast sum rættir leikir, og tí er ætlanin, at hesi fáu økini, ið leikirnir verða leiktir á, eru at rokna sum ítrótta­ kampus ella "olympiskar bygdir", eins og til Olympisku leikirnar. Ætlanin er, at íðkarar fáa innivist í skúlum og stovnum, og eisini har eru kommunurnar ein sentralur part­ur at fáa alt at hanga saman. At enda sær ÍSF eisini fyri sær, at kunningarstovurnar sam­an við kommununum skipa fyri konsertum og øðrum tiltøk­um, ið verða opin fyri bæði íðk­ar­um, borgarum og øðrum ítrótta­áhug­ að­um. GJALEIKIR GJALEIKIR ÍÐAN 1989 ÍÐAN 1989