Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 249 - 29. desember 2004 Onkur av starvs- fólkunum mundi gera stór eygu, tá kaffi- stovan á Sosialinum nú ein dagin brádliga fyltist við 21 fittum, ungum dámum VITJAN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Kanska goymdi ein fram- tíðarjournalistur seg í hóp- inum av ungum dámum, sum sessaðust rundan um borðið á kaffistovuni her í húsinum nú ein dagin? Í øllum førum stóð Sosial- urin millum fyrstu ynskini hjá gentunum á Húsar- haldsskúlanum í Klaksvík, tá árliga vitjanin út á ymisk arbeiðspláss skuldi leggjast til rættis. Her greiddi blaðstjórin gentunum frá dagligu ar- beiðsgongdini, og vísti teimum síðani runt í hús- inum, so tær kundu sleppa at kaga inn til blaðfólk, umbrótarar, myndamenn og øll hini, og sjálvar síggja, hvussu alt hetta gekk fyri seg í veruleikanum. Og ein var enntá so heppin at verða avmyndað í tí kenda »Bláa Stólinum«. Aftaná vitjania á Sosial- inum gekk leiðin hjá gent- unum víðari í fjølmiðla- heiminum niðan í Sjónvarp Føroya. Síðani var restin av degnum sett av til jólagávu- keyp, ein túr í Bowlinghøll- ina og annars eitt hugnaligt kvøld úti á Háskúlanum, har genturnar eisini skuldu gista. Og dagin eftir stóðu uppfatur fleiri stovnar og arbeiðpláss á skránni, so ungu dámurnar høvdu ongar ætlanir um at liggja á latu síðini, fyri tað um hesir báðir dagarnir vóru tiknir úr vanliga skúlakalendaran- um. Jól á skúlanum Tímatalvan á Húsarhalds- skúlanum er annars mun- andi meir merkt av árstíðini enn á øðrum skúlum. Í heyst vóru genturnar eitt vikuskifti úti í Kallsoynni, har tær hjálptu at taka upp epli og eisini vóru við í flettingini. Síðani vórðu av- roðini tikin við á skúlan, har blóðpylsa, rullupylsa og annar føroyskur matur stóð á tímatalvuni næstu dag- arnar. Hendan tíðin er, sum vera man eisini merkt av, at jólini nærkast. Genturnar hava longu pyntað skúlan við jólaprýði, sum tær sjálvar hava gjørt, og matin til jólaborðhaldið gera tær sjálvandi eisini sjálvar. Tá skulu tær læra at steikja dunnu á rættan hátt, brúnk- að epli, gera Waldorfsalat og annars alt tað, sum hoyr- ir jólamatinum til. Seinastu tíðina hava onkrar av gentunum eisini brúkt seymitímarnar til at seyma sær kjólar og annað stás til jóla- og nýggjárs- veitslurnar, tær skulu í. Og nógvar av jólagávunum eru eisini fingnar frá hondini í hinum hondarbeiðstímun- um. Vælumtóktur skúli Húsarhaldskúlin í Klaksvík er óvanliga væl umtóktur millum ungar gentir alla- staðni runt um í Føroyum. 21 næmingar verða tiknir inn um árið, og tá hesin flokkurin byrjaði í august mánað, stóðu meir enn 40 eftir á bíðilista. Og soleiðis er tað mest sum á hvørjum ári, sigur leiðarin, Elisabeth Akursmørk. Tað eru tó ikki dreingirnir, sum gera tað trongligt á listanum. Bert fimm dreingir hava gingið á skúlanum hesi 30 árini, síðani skúlin varð stovn- aður. Flokkkurin, sum vitjaði Sosialin hendan dagin, verður liðugur í mars mán- að, og so byrjar næsti flokkur ikki fyrr enn í aug- ust. Mánaðirnar har ímill- um verða ymisk styttri hondarbeiðs- og heilsu- skeið hildin á skúlanum, har øll eru vælkomin at tekna seg. 21 ungar gentur á Sosialinum Hvør veit? Kanska goymdi ein nýgg føroysk blaðkvinna seg í hópinum av ungum dámum, sum vóru komnar at vitja á Sosialinum herfyri Tað er ikki hvør sum helst, sum er so heppin at verða avmyndaður í kenda Bláa Stólinum