týsdagur 28. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 • mikudagur • 29. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Sambært Politiken
samráðast FCK og
fyrrverandi felagið
hjá Jákupi Mikkelsen
um leiguavtalu,
soleiðis at Todi
Jónsson næstu
mánaðirnar skal
spæla í Herfølge og
ikki í FCK
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tað er staðgur í donsku
fótbóltskappingini og inntil
á trettandu, sum er 6.
januar, er eingin venjing í
FCK. Men í hesum døgum
verður nógv tosað og
skrivað í donsku miðlunum
um, hvørjir spælarar møgu-
liga skulu skifta felag,
keypast
og
seljast
og
kanska leigast, tá ið tað í
januar aftur verður loyvt at
handla.
Politiken plagar at hava
grein í tí, sum teir siga. Í
gjár helt blaðið seg vita, at
Herfølge og FCK tosa um
møguleikan, at Herfølge frá
nú í januar og fram til
kappingarlok í summar skal
leiga Toda Jónsson frá
FCK.
Herfølge er í vanda fyri
at detta úr superliguni, og
teir hava ásannað, at tað er
neyðugt at styrkja um liðið
við royndum spælarum, um
tað skal eydnast at varð-
veita plássið í deildini. Í
hesum sambandi hava teir
longu keypt verjuspælaran
og veteranin Auri Skarba-
lius frá Brøndby. Auri hev-
ur leingi verið skaddur, og
síðani hann aftur varð førur
fyri at spæla, hevur tað ver-
ið rættuliga torført hjá hon-
um at vinna plássið aftur á
liðnum.
Herfølge arbeiðir eisini
við at styrkja framrættaða
partin, og tað er í tí sam-
bandinum, at Todi Jónsson
sigst at vera inni í myndini.
At Herfølge hevur sett seg í
samband við OB fyri at
leiga Martin Borre, váttar
stjórin í OB, Kim Brinck
fyri Politiken, men hann
staðfestir samstundis, at
teir ikki fara at leiga henda
spælaran út. Teir ætla í
staðin at gera nýggjan sátt-
mála við hann. Tað sigst
eisini, at Brøndby veteran-
urin Ruben Bagger skal
hava fingið tilboð um at
spæla við Herfølge, men
spælarin hevur sjálvur sagt
í donsku pressuni, at tað
verður ikki veruleiki, at
hann fer úr gulu Brøndby
troyggjuni
og
í
gulu
Herfølge troyggjuna.
Nú sigur Politiken seg
vita, at Herfølge leiðslan er
í sambandi við FCK, og at
ørindini eru at leiga Toda
Jónsson.
Átakið,
sigur
Politiken, hevur tvær síður.
Onnur er, at Herfølge við
Toda Jónsson fær fleiri
royndir og størri tyngd í
álopspartin, og hin er, at
Todi Jónsson fer at fáa
møguleikar fyri meiri tíð á
vøllinum, enn tað verður
roknað við, at møguleiki er
hjá honum at sleppa framat
í FCK.
At Herfølge hevur fingið
gagn av FCK spælarum er
meiri enn so komið fyri.
Dømi um hetta eru eitt nú
Bora Zivkovic, Mads Westh
og Peter Hansen. Higartil
hevur einki verið at hoyrt
frá FCK ella Herfølge um,
at Todi Jónsson møguliga
skal vera á veg úr Parkini
og FCK og longri suður og
út á Sjælland til Herfølge,
sum við Jákupi Mikkelsen
millum stólparnar varð
meistari í 2000.
Um Todi flytir frá FCK
og til Herfølge, so er tað
einki at liggja omaná, at
talan verður um at flyta frá
størsta felagnum og flestu
heimaáskoðarunum
í
superliguni og til minsta
felagið og fægstu áskoðar-
arnar í superliguni. FCK
spælir sínar heimadystir í
mest stórslignu karmunum
í donskum fótbólti, og Her-
følge spælir sínar heima-
dystir í minst stórslignu
karmunum, sum nakað
felag í superliguni eigur.
Talan kann kortini gerast
um áhugaverdan møguleika
hjá Toda Jónsson. Í FCK er
kappingini um plássini í
álopinum rættuliga stór, og
síðani Hans Backe gjørdist
venjari í FCK hevur tað
verið greitt, at hannikki
hevur verið sinnaður at
veita Toda Jónsson somu
møguleikarnar at spæla seg
til fast pláss, sum venjarin
eitt nú hevur givið Zuma og
Álvaro Santos. Hetta hevur
verið soleiðis, eisini tá ið
Todi ikki hevur verið
skaðaplágaður.
Í Herfølge høvdu tað ver-
ið væl betri møguleikar hjá
Toda at fáa nógv meiri tíð á
vøllinum, enn hann sein-
astu árini hevur fingið í
FCK, og harvið kundu
møguleikarnir verða betri
hjá Toda at víst, hvør dugur
er í honum, og harvið at
staðfest, at tað eisini eftir
summarsteðgin fer at loysa
seg at geva honum løn fyri
at spæla fótbólt.
David aftur til FCK
Samstundis sum tað verður
tosað um, at Todi skal skifta
úr FCK álopinum og til
Herfølge, so hevur verið
nevnt í donsku pressuni, at
FCK hyggur seg um fyri at
finna nýggjar álopsspælar-
ar. Tað kemst eitt nú av, at
heilsustøðan hvørki hjá
Álvaro Santos ella Zuma
var nakað serlig í heyst. Tað
er framvegis óvist, nær
Álvaro Santos aftur verður
førur fyri at spæla.
Millum møguligu evnini
til FCK álopið verður ein
gamal kenningur hjá Toda
og FCK nevndur. Talan er
um David Nielsen, sum nú
er í Aalborg. Áðrenn David
Nielsen flutti til Aalborg,
var hann í Onglandi, og
áðrenn hann flutti til Ong-
lands, spældi hann við júst
FCK, har hann sum oftast
spældi aðru violin, meðan
Todi Jónsson var fremsti
álopsspælarin.
Meðan
nógvir og boysnir skaðar
hava lagt fótonglar fyri fót-
bóltsavrikunum hjá Toda,
so hevur tað gingið væl hjá
Davidi Nielsen, og nú sigst
aftur at vera samband
millum hann og FCK. Men
sovorðin tíðindi eru so ofta
at síggja og hoyra, uttan at
nakað altíð er nakað í
teimum, og fyrrverani FCK
spælarin og núverandi AaB
spælarin er neyvan leikliga
so mikið væl fyri, at teir í
FCK eru sinnaðir at knýta
hann afturat felagnum.
VB fingið tveir
útlendingar
Í Vági hava teir gjørt sáttmála við tveir útlendskar
spælarar, sum skulu styrkja liðið komandi kapping-
arár.
Talan er um áleyparan Nenad Zivanovic, sum eisini
spældi við VB í 2002. Seinasta árið hevur Nenad
spælt í 3. deild í Jugoslavia, har hann eisini er topp-
skjútt, nú kappingin er komin í helvt, upplýsir
heimasíðan hjá VB.
Hin leikarin, sum VB hevur gjørt sáttmála við, er
Edvard Ble. Hann kemur av Fílabeinsstrondini, men
hevur seinastu fimm árini spælt í Danmark, har hann
hevur umboðað bæði AAB, FC Aarhus og FC Nord-
jylland.
tn
Herfølge vil hava Toda
Um Todi flytir frá FCK og til Herfølge, so er tað einki at liggja omaná, at talan verður um at flyta
frá størsta felagnum og flestu heimaáskoðarunum í superliguni og til minsta felagið og fægstu
áskoðararnar í superliguni