Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 249 - 29. desember 2004 Føroyski FCK álops- spælarin vónar at fáa nógv burturúr síðstu mánaðunum í hesum sáttmálaskeiðnum,og hann og FCK hava avrátt at tosa saman seinni í vár ÚTISETI Jóannes Hansen Tað kemur ikki óvart á Toda Jónsson, tá ið hann hoyrir, at Politiken hevur skrivað, at hann er á veg til Herfølge. Onkrir danskir miðlar hava longu spurt seg fyri hjá Toda, um nú nakað er í hesum tíðindunum, og hann hevur givið teimum sama svarið, sum hann í eina tíð hevur havt á heimasíðuni, todi.fo. – Eg eri sáttmálabundin í FCK inntil í summar, og eg fari ongan veg, áðrenn sátt- málaskeiðið er liðugt. Næstu mánaðirnir fara at vísa, hvussu tað verður við fótbóltsspælinum eftir summarfrítíðina. Men hevur tú fingið til- boð frá Herfølge at spæla við teimum nú beinanveg- in? – Í FCK hava teir tann politikkin, at teir vanliga ikki gera viðmerkingar til tíðindi av sovornum slagi. Teir nýta formellu kanal- irnar, tá ið teir keypa og selja spælarar, og tað vil siga, at tað fyrst verður boðað frá, har partabrøvini í FCK verða keypt og seld. Tí ber tað ikki til hjá mær at siga so nógv um sovorð- in tíðindi, sigur Todi Jóns- son. Men hevði tað ikki verið eitt gott høvi hjá tær at fingið spælitíð og harvið at fingið staðfest, hvør dugur er í tær, um tú flutti eitt nú til Herfølge? – Sum sagt, so eri eg sinnaður at halda meg til sáttmálan við FCK. Eg kenni meg sannførdan um, at tað framvegis er møgu- leiki hjá mær at vera við á hægsta støði. Forðingin hevur verið skaðarnir, sum so ofta hava plágað. Vandin fyri teimum lúrir støðugt, og hann er eins stórur í eitt nú Herfølge, sum hann er í FCK. Todi Jónsson sigur, at hann og FCK ikki enn hava tosað saman um møguleik- arnar fyri framtíðar sam- starvi. Teir hava avrátt at hittast um nakrar vikur. – Eg havi fleiri ferðir sagt, at mær dámar sera væl í FCK, og at eg hevði einki havt ímóti at hildið fram í felagnum eftir summarfrítíðina. Men tað er eisini ein veruleiki, at fótbóltsaldurin er so mikið høgur, at møguleikarnir fyri at royna okkurt heilt annað, um tað so hevði verið í Danmark ella onkra aðra staðni, ikki fara at verða so nógvir í framtíð- ini. Tí eri eg opin fyri møguleikunum, sum møguliga fara at vísa seg. Men í fyrstu atløgu verði eg í FCK inntil í summar, staðfestir Todi Jónsson. Og harvið kunnu vit staðfesta, at søgan í Politi- ken um, at Todi er á veg til Herfølge, ikki verður veru- leiki. Ikki í hesum umfar- inum í hvussu so er. Iva- leyst er tað nakað í tí, tá ið blaðið sigur, at Herfølge hevur áhuga í at knýta Toda afturat felagnum, og tað kann gott vera, at teir í FCK einki høvdu havt ímóti, at føroyski álops- spælarin hjá teimum flutti til Herfølge. Men sambært Toda sjálvum, so er hann sinnaður at stríðast fyri sessinum í FCK álopinum. Og um tað verður, sum tað plagar at vera, so fer hann at leggja alla orku í. Todi: Eg fari ongan veg Todi Jónsson er sannførdur um, at hann framvegis kann vera við á hægsta støði Frá Føroya Shell Skrivstovur okkara eru stongdar jólaaftan 24. desember og nýggjársaftan 31. desember. Oljufýrstænastan hevur opið sum vanligt. Viðskiftafólki okkara ynskja vit eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt komandi ár, við tøkk fyri góða sam- vinnu í skjótt farna ári. Shell Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til umboðsmannaval mikudagin 16. februar 2005 í Vestmanna og Kollafjarðar umdømi. Uppskot til umboð – minst tvey fyri hvørt umdømi – skulu skrivliga vera sjúkrakassanum í hendi í seinasta lagi 2. februar 2005. Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis á Miðgerði 19, 410 Kollafjørður GSM telefonir Tráðleysar Til skip og bátar Nokia - Siemens - Motorola Ericsson - Panasonic Siemens Dect. Kunnu ikki avlurtast NMT 450 - VHF telefonir v.m. SØLA & TÆNASTA www.sosialurin.fo