hósdagur 10. desember 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
20
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
Í
blásturin til hesa grein var ein fyri
spurningur hjá lesara, sum spurdi,
um eg visti nakað um Ingrid Greger
sen. Frá sínum skúladøgum í Kolla
firði í 1950-árunum mintist hann sangin
“Nú siga vit farvæl og tøkk og fara glað
avstað. Vit ei vilja gloyma tað, vit hava lært
at gera her í dag.”
Nú hevði hann hug at vita meira um
kvinnuna, sum hevði skrivað sangin, sum
framvegis gav honum góð minnir.
Tað finnast fleiri frásagnir frá fólki,
sum minnast frá sínum barnaárum bæði í
skúlanum og sunnudagskúlanum, tá hesin
sangur varð sungin. Fleiri duga sangin utt
anat enn.
Eg kendist væl við navnið, men visti
bara um Ingrid , at hon doyði ung.
Men eg fann fram til eitt mið, sum visti
um Ingrid, og tað var Atli Rasmussen í
Klaksvík, sonur Mamy hjá Alfred Petersen,
sum var oddamaður fyri Emmaus í mong
ár.
Atli greiðir frá, at tá ið hann gekk í
sunnudagsskúla var sangurin eisini hvørja
ferð sungin. Hann minnist, at dreingirn
ir løgdu sera nógva megi í at syngja so tað
veruliga hoyrdist.
Sangurin er nr. 216 í “Sangbók”, útgivin
av Kirkjuliga Heimamissiónsfelag í 1937.
Her er tilskilað, at lagið er “egið lag”, so
Ingrid man hava gjørt tað sjálv.
Atli hevur eina frásøgn, sum mamma
hansara skrivaði um Ingrid, og skal hon
verða endurgivin her.
Mamy: Ingrid var
framúr menniskja
Eg varð bara 6½ ár, tá ið Ingrid Gregersen
doyði, men eg minnist hana væl. Ingrid
búði í mínum barnaheimi, og eg minnist
ikki annað enn, at hon varð partur av
okkara heimi.
Ingrid kom til trúgv á Jesus sum heilt
ung. Tað var beint eftir Ólavsøku í 1919, at
pápi byrjaði sítt virksemi við at hava møtir,
har Guðs orð varð boðað. Tá vóru møtini
hildin frá kl. 3 til 5 seinnapart sunnudag.
Stutt eftir stóð Emmaus liðugt, og húsið
varð vígt tann 12. desember 1920. Guðs
andi virkaði, og ein stór veking fór fram í
Klakvík. Fólk møttu væl upp og fyri nógv
varð tað eitt “antin ella”. Nógv komu til
trúgv á Jesus, eftir at tey høvdu hoyrt um,
at hann var deyður fyri teirra syndir.
Ingrid varð eitt satt vitni um Jesus.
Hon var eitt reiðskap í Guðs hond, og hon
ferðaðist runt um í Føroyum og vitnaði
um Jesus. Hon hevði bæði handaligar og
andaligar gávur. Hon var virkin í tí, sum
í dag verður kallað frítíðararbeiðnum í
Emmaus. Fleiri hava fortalt mær, at tey
framvegis hava finérplátur, sum tey hava
sagað hjá Ingrid í Emmaus. Hon hevði eis
ini góðar gávur at yrkja. Hon yrkti eisini
tríggjar sangir og týddi tríggjar, sum eru í
Missiónssálmabókini.
Eg vil gjarna fortelja eitt sindur, soleiðis
sum eg havi upplivað tað sum barn. Eitt
dømi er hetta: Eina náttina skuldi eg sova
hjá Jóannu Mariu, vanliga nevnd Ammina,
sum var arbeiðsgenta hjá okkum. Vit vóru
farnar í song, men so gongur hurðin, og so
kemur ein krúpandi undir einum teppi og
spælir uppá kamb. Eg helt sovorðið verða
so stuttligt. Soleiðis var Ingrid fyri okkum.
Ein sunnudag skuldi sunnudagsskúlin í
Emmaus fara útferð til sunnudagsskúlan í
Leirvík. Kitty, sum giftist við Jógvan Svabo
Samuelsen, búði hjá okkum frá tí, at hon
varð 8 ár til hon varð 10 ár. Hon átti ongan
frakka, og Ingrid hoyrdi hetta. Tá segði
hon, “tað skal eg nokk orðna”.
Eg tosaði við Kitty fyri nøkrum árum
síðan. Hon segði mær, at Ingrid fekk peng
ar frá mammu, so hon kundi keypa grønt
toy. Ingrid seymaði henni ein frakka, og
Kitty var so lukkulig.
Eitt annað minni er, at eg varð bjóðað
í føðingardag hjá eini gentu. So spurdi eg
mammu, hvat eg skuldi geva henni í føð
ingardagsgávu. Mamma hugdi uppá meg
og segði: “Mamma eigur ikki eitt oyra,
góða”, og pápi var ikki heima. Men Ingrid
segði, at hon skuldi finna uppá okkurt. Og
tað gjørdi hon. Hon tók eitt reytt pappír,
klistraði ein eingil ovast og skar eitt sunnu
dagsskúlavers niðanfyri. Henda gentan var
Kristina, mamma Steinbjørn Jacobsen,
fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvík. Krist
ina fortaldi mær fyri nøkrum árum síðan,
at hon hevði hetta hangandi yvir seingini
hjá sær í nógv ár. Nei, tað vóru ikki pengar
í 30´unum!
Soleiðið varð hendan kvinnan, sum
brúkti stóra orku í arbeiðinum í Emmaus.
Hon setti sín dám á arbeiðið í Emmaus og
á okkara heim og míni barnaár.
Kistan skuldi einki kosta
Ingrid doyði av havhestasjúku í 1934, tá ið
hon var 36 ára gomul. Tað vistu vit fyrst,
aftaná at hon varð deyð. Omma mín úr
Puntabyrgi, mamma mín og Ingrid høvdu
roytt havhestaungar í kjallaranum hjá
okkum. (Samb uppgerð hjá læknanum
Arthur Waag, var bara ein í Norðoyggjum,
sum doyði av nátasjúkuni).
Ingrid gjørdist sjúk og lá í songini í
eina viku við nógvum fepuri, so tók Jesus
hana heim til sín. Tað varð ein tung tíð.
Kvøldið fyri vistu vit einki, um at Ingrid
fór at doyggja um náttina. Um morgunum
skuldu vit børn yvir til seingina hjá pápa.
Tá fortaldi hann okkum, at Jesuspápi hevði
tikið Ingrid heim til sín í nátt.
Dagin eftir komu nakrir menn berandi
við eini kistu frá verkstaðnum hjá Petur
Leygardagin 12. desember eru 100 ár síðan, missiónshúsið
Emmaus í Klaksvík varð vígt. Her átti Ingrid sín leiklut
SIÐSØGA
INGRID GREGERSEN YRKTI
SEG INN Í BARNAHJØRTINI
Egið lag
1. Nú siga vit farvæl og tøkk,
og fara glað av av stað,
vit ei vilja gloyma, tað vit hava lært,
at gera her í dag.
2. At biða gott og syngja væl,
eg fegin læra vil;
men mest vil eg minnast, at eg eri keypt
at hoyra Jesus til.
3. Kæri Jesus, hjálp tú mær
at vera blíð og góð,
at akta og elska mammu mína væl,
sum er so troytt og móð.
4. Signa pápa, mammu við,
og systkini hjá mær;
og hjálp at vit øll at enda fáa pláss
í Himlinum hjá tær.
Ingrid Gregersen (1898-1934), sum mong enn minnast
serliga frá umrødda sangi. Hon var ógift.
Kendi sangurin hjá Ingrid