Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 88 21 Komandi partur Tann 18.desember eru 100 á síðan, Ingálvur av Reyni, varð føddur. Fá munnu vita, at hann undir krígnum bjóðaði sær at fara upp í donsku mótstøðurørsluna móti týska hersetingini. Juul. Tað skuldi ikki gjaldast nakað fyri kistuna, tí Ingrid hevði fortalt teimum um Jesus. Kistan stóð ein dag í stovuni hjá okkum, og vit børn og Kitty fóru inn í stovuna og løgdu okkara hendur á pannuna hjá Ingrid. Byrgi, tann yngsti beiggin, græt illa, tá ið hann legði sína hond á pannuna hjá Ingrid og segði við mammu: “Ingrid er so køld mamma”. So varð kistan borðin frá okkum og inn í Emmaus. Eg minnist væl, at ervið var hjá okkum, og borð vóru dekkað gjøgnum báð­ar stovurnar. Rættuliga nógv fólk fylgdi. Tey komu allastaðni frá. Tey vóru ikki bara fam­ilja, men tann nýggja familjan, brøður og systrar í Harranum. Vit børn og Kitty hava tosað saman um Ingrid og serliga hendan dagin. Vit mint­ust, at fólk komu við báti úr Leirvík, Gøtu, Fugla­firði og fleiri øðrum støðum. Vit hoyrdu hvat fólkini tosaðu um, at Ingrid hevði hjálpt teimum at finna Jesus. Ingrid hevði serlig evni at vitna um Jesus, sum hon brendi fyri. Hon gjørdi eitt stórt arbeiði í Emmaus í sambandi við sunnudagsskúlan, til møtini, og ikki at gloyma fyri teir ungu dreingirnir, hon savn­aði í kjallaranum í gamla Emmaus. Eg kann livandi hoyra Ingrid fyri mær, tá ið hon vitnaði um Jesus í Emmaus. Fleiri gentur í Klaksvík eita eftir Ingrid. Ein av teimum er Ingrid hjá klokkaranum, sum varð fødd sama dag, sum Ingrid fór til gravar. Ein onnur av teimum – Ingrid Steff­ensen – hevur fortalt mær, at mamma mín hevði sagt við hana: “Verð tú ein líka góð kona, sum tann, ið tú eitur eftir”. Vit vóru nógv, sum saknaðu Ingrid nógv, eftir at Jesus tók hana heim til sín. Vit lesa í Guðs orði, at “Guðs vegir eru ikki okkara vegir”. Kanska Guð hevur spart hana fyri okkurt? Eg veit ikki, tað verður bara til git­ing­ar. Bara Guð veit. Í øllum førum kundu vit gleðast um hennara vitnisburð um Jesus og teir sangir, ið hon hevur týtt ella yrkt, sum eisini vitna um Jesus. O´ lambsins blóð Ein av teimum sálmum, ið hon hevur týtt er nr. 418 í Missiónssálmabókini O´lambsins blóð, tað dýrabæra blóð, sum gav mær frið, tá eg við krossin stóð, tað er mín uggi her í sorg og neyð, mítt skýli og mín akkersgrund í deyð! Hesin sangurin varð sungin fyrstu ferð á føroyskum til hennara jarðarferð. Pápi fann sangin í skriviborðinum hjá henni beint eftir, at hon var deyð. Atli var so hugtikin av hesum sálmi, at tá ið hann fekk sær bát, skuldi hann hava sama nummar sum sálmurin, nevniliga KG 418! Ein annar, sum hon hevur yrkt er nr. 322 Hevur tú verið hjá Jesus? Veitst tú, hann geva tær kann livandi vatn fyri einki, frelsir við blóði, sum rann? Ættin Ingrid var dóttir Marin Sofíu Matras av Heygnum í Gerðum og Grækaris Gregersen, ættaður úr Syðrugøtu. Børnini vóru: Ole Fredrik Gregersen f. 1889, gekk burt­ur við Esbjergbáti undir Íslandi í 1908. Johanna Katrina f. 1891, giftist við Jógv­an Rasmussen (Stinujógvan) í Havn. Martin f. 1893, giftur við Hanne Betty Sør­ensen av Húsum. Joen David f. 1895. Fór ungur at sigla við enskum trolara. Giftist við Anni úr Aber­deen og fluttu seinni til Vancouver. Elsa f. 1896. Giftist við Poul Enok Han­sen, lærara, úr Norðragøtu. Elisabeth f. 1898 varð gift við Aagaard úr Leirvík. Tey búðu í Ålborg. Ingrid og Elisabeth vóru tvíburðar. Víglsan av Emmaus í 1920. Í samband við 100 ára dagin hjá Emmaus, og eisini til minnis um Ingrid, skal verða end­urgivin frásøgnin hjá Alfred Petersen í Dimma­lætting tann 17.12. um víglsuna: Ja, saa har vi oplevet den glædelige Dag, en man i Sandhed kan sige var en her­lig Dag. Vel er det ikke saa forfærdelig lang Tid siden, at Grundstenen var lagt, dog har det i mange Hjerter været en stille Længsel efter, at Huset skulle være fær­digt, og derfor tror jeg, at jeg kan sige, at 12. dec­ember 1920 af mange vil blive husket med Glæde. Kl 6 Eftermiddag begyndte Højtids­stund­en. Efter at vi havde sunget to Psalm­er, talte Pastor Folkvard over Ord­et i Lukas 24,32: ”Og de sagde til hinanden: “Brændte ikke vort Hjerte i os, mens han talte til os paa Vejen og oplod os Skrifterne.” Her udviklede Præsten for os, hvad der maatte til for at det kunde begynde at brænde i en Synd­ers Hjerte og pegede paa to for­skellige Brande, der brænder i Menn­eskets Hjerte, den ene uden­ for Guds Rige mod Jesus og hans Frelsergerning her paa Jorden, og den anden indenfor Guds Rige og hans Frelsergerning. Man blev gjort opmærksom paa, at dette Hus ikke var nogen Kirke, saa vidt der ikke i dette find­es nogen Døbefont eller Alt­ er­bord, men derimod blev det peget paa noget, som var fæll­es, og det var en Talerstol, hvor­fra Ord­ets Sæd skal saas ud i Synd­ er­nes Hjerter. Og lige som det skete i Emmaus og Jerusalem paa hin Dag, at den samme Jesus åbenbarede sig for de samme Diciple paa begge Sted­ er, saaledes vil Emmaus Venn­ erne her i Klaksvig ogsaa samles i deres Jerusalem (nemlig Kirken) og høre den opstandne Frelser sige: “Fred være med Eder”. Og derefter rejste For­saml­ing­ en sig, og vort kære Emmaus blev ind­viet i den treenige Guds Navn. Derefter talte undertegnede ud fra 1. Kong. bog 8, 22-30. Emma­ us er og bør være et Barn af Kirk­ en. Himlenes Himle kan ikke rumme dig Herre, langt mindre dette Hus. Men det er i Syndernes Hjerte, at Herren særlig ønsker at tage Bolig. Emmaus skal være en Bolig for Jesus Navnet, det eneste Navn i hvilket der er Frelse, men som dog bliver lukket ude af saa mange Hjerter, Hjem og andre Huse. Og siden formanedes Herr­ ens Venner til at vandre i Lydig­ hed for Guds Ansigt, saa at Guds For­jættelser kunde opfyldes og Vel­signelsen hvile over dette sted. Dernæst mindede Harald Joen­sen fra Midvaag os om Ord­ ene fra Johs. Ev. 4,29: “Kom og se en Mand, som har sagt mig alt det, jeg har gjort, mon han skulle være Kristus?” Han pegede paa Jesus, som viser Menn­esk­ene alt det, de gør, som er Synd, men pegede ogsaa paa Jesus, som den der Viser, hvad han selv har gjort for at frelse Synd­ere. To Venner fra Gøte, Hans Hend­rik Olsen og Elieser Jacobsen (pápi Elsu, trúboðari í Etiopia) følte sig ogsaa tilskyndet at af­ lægge et Vidnesbyrd om deres Herre og Mester og opfordrede ind­trængende de uafgjorte Sjæle at give sig over til Jesus. Saadan omtrent gik det for sig den Aften. Gud skal have den første og største Tak, men der­ næst skal ogsaa I Venner have tak for Forbøn og Gaver. Men vi, der elsker vort Folk og har er­ faret, at Evangeliet om den kors­ fæst­ede og igen opstandne Frels­ er er en Virkelighed, lad os ikke ligge paa den lade Side hvad Bøn og Arbejde angaar, thi skal vort Folks aabne Saar læges maa det være gennem Kristus. Med tak i vores Hjerte skiltes vi overbeviste om, at Herren havde sagt sit Amen til vore Bønn­er. Mamy f. Petersen greiðir hugtakandi frá um Ingrid Húsið vinstru, tað sum er svart og við spíri á er Emmaus. Húsini hjá Alfred Petersen (á myndini)  eru tey við tveimum skorsteinum. Henda lýsing stóð í Dimmalætting 23.juni 1934 stutt áðrenn hon doyði. Lýst verður fyri kvinnustevnu – um Gud vil – í døgunum 20 – 25 juli. Áhugaði skuldu venda sær til Ingrid Gregersen ella Helgu Christiansen, var nýggi lærarin í Gøtu. Hon giftist við Jákup Frederik Øregaard, kendur politikari og vinnulívsmaður. Prísurin fyri luttøku var 6 kr.