hósdagur 10. desember 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 88
22
TRÓNDUR ARGE – HOTEL BRANDAN
M
ikukvøldið
var
F ó t b ó l t s g a l l a
2020, sum FM1 og
Miðlahúsið skipa
fyri í samstarvi við Fótbólts
sambandum. Tiltakið var á
Hotel Brandan við útsikt yvir
Gundadal og Tórsvøll. Tað vóru
fleiri nýggir vinnarar í fleiri av
bólkunum, og tað vóru eisini
fleiri spennandi søgur. Eitt nú,
tá møggurnar, Ragna og Jórun
Patawary, komu á ársins lið.
Bæði Evy á Lakjuni og Petur
Knudsen vunnu heiðurin sum
árins spælari á fyrsta sinni,
meðan aðrir spælarar gingu
aftur í øðrum bólkum. Eitt nú
fekk Klæmint A. Olsen gull
skógvin á sætta sinni, meðan
Teitur M. Gestsson er valdur til
ársins málverja á fjórða sinni.
Fair Play og toppskjúttar
Kvøldið byrjaði við at Christian
F. Andreasen, forseti í Fótbólts
sambandinum, handaði Fair Play
steypið til KÍ. Mikkjal Thomas
sen, venjari, kom at taka ímóti.
Hann segði millum annað, at tað
er tekin um gott fótbóltsspæl, at
eitt lið ikki nýtist at gera so nógv
fríspørk. Hann lat tó ongan iva
verða um, at hann ætlaði sær
okkurt annað steyp enn Fair
Play steypið, men tað er so málið
fyri 2021. Hann vildi ikki avdúka
hvørjir spælarar eru á veg, men
váttaði at arbeitt verður við at
styrkja hópin hjá KÍ til komandi
kappingarár.
Síðani bleiv gullskógvurin
handaður. Hjá kvinnum bleiv
Evy á Lakjuni úr KÍ toppskjútti
við 17 málum. Hjá monnum skor
aðu tveir mans 17 mál. Teir eru
Klæmint A. Olsen úr NSÍ, og Uros
Stojanov úr ÍF. Rituvíkingurin,
sum nú eigur seks gullskógvar,
segði at nú mátti hann skjótt til
at umskipað plássið í skápinum,
um tað skal verða pláss fyri
øllum.
Uros Stojanov er farin av
landinum. Magnus Jørmunds
son, nevndarlimur hjá ÍF, tók
ímóti. Hann segði millum annað,
at upprunaliga var ætlanin at
fáa ein annan áleypara til ÍF,
men tá hesin ikki kundi taka
eina endaliga avgerð, so fall valið
á Uros Stojanov. Tað var eitt gott
val.
KÍ er einaráðandi
Kvinnurnar hjá KÍ vunnu í ár
greipuna fyri 15. ferð í søguni.
Hetta var eisini meistaraheitið
nummar 20. KÍ hevur í nógv ár
havt ein kjarna av spælarum,
sum hava verið eyðsýndar bæði
á vøllinum, men so sanniliga
eisini til Fótbóltsgalla tiltøkini
gjøgnum árini, men tað eru
ábendingar um ein skilagott
ættarliðsskiftið.
21 ára gamla Evy á Lakjuni
bleiv kosin til ársins miðvallara
og ársins spælara. 18 ára gamla
Birita Ryan bleiv kosin til ársins
ungi spælari og ársins verju
spælari, og 18 ára gamla Óluvá
A. Joensen bleiv kosin til ársins
málverja. Eisini bleiv venjarin,
Aleksandar Djordjevic, valdur
til ársins venjara.
Ímyndin av ættarliðsskifti
num kom, tá ársins lið bleiv
sett. Her komu móður og dóttir,
Ragna og Jórun Patawary, á
ársins lið. Jórun Patawary er
bara 15 ára gomul, men hevur
longu vunnið sær pláss á besta
liðnum hjá KÍ.
Felagsliðið ÍF/Vìkingur/B68,
stytt ÍVB, fer nú í søguna, tí
Víkingur gongur egnar leiðir
komandi kappingarár. Felags
liðið kann tó seta punktum við
at eiga ársins áleypara í Hannu
Isaksen Højgaard, og ársins
landsliðsspælara í Jacobu Lang
gaard. Báðar boðaðu frá, at tær
fara at spæla við Víkingi kom
andi kappingarár.
Petur Knudsen og HB
HB vann greipuna fyri 13. ferð
í ár. Hetta er 24. meistaraheitið
og 28. steypasigurin í søguni
hjá felagnum. Spælararnir hjá
HB máttu tó deila pallin til Fót
bóltsgalla 2020 við Petur Knud
sen úr NSÍ. Fótfimi áleyparin
bleiv nevniliga kosin til ársins
áleypara, ársins unga spælara
og ársins spælara.
Hann var skjótur at leggja
afturat, at hetta bara bar til við
góðum liðfeløgum.
Hann hevur í ár spælt í
álopinum hjá NSÍ saman við
Klæminti A. Olsen, ið vann gull
skógvin fyri sættu ferð.
-Hetta er fyrstu ferð, at
eg spæli í álopinum í bestu
deildini. Eg havi roynt at
lært frá Klæminti, sigur
Petur Knudsen.
Síðani stóð
HB á restini.
Teitur
M.
Gestsson er
fyri
fjórðu
ferð
kosin
til ársins mál
verja.
Hann
hevur vunnið
heiðurin í 2013,
2014, 2018 og nú
í 2020. Dámligi
málverjin hevur havt fleiri
týðandi bjargingar í ár, men
størst fyri hann hevur verið
møguleikin at verja málið
hjá A-landsliðnum.
Daniel
Johansen
bleiv kosin til ársins
verjuspælara. Hann hevur
havt eitt avbera gott kapp
ingarár á vinstra bakkinum hjá
HB, har hann hevur lagt upp til
21 mál sambært uppteljingini
hjá bolt.fo.
-Í januar helt eg, at eg skuldi
spæla á miðjuni, emn so kon
venjarin og bjóðaði mær at
spæla á vinstra bakki. Eg haldi
tað hevur gingið so væl, sum tað
kann, sigur Daniel Johansen.
HB átti tríggjar av teimum
fýra, ið fingu flest atkvøður
í bolkinum ársins miðvallari.
Flestar atkvøður fekk danski
miðvallarin, Mathis Nygaard.
Hann er fegin um heiðurin,
men hevur boðað frá, at hann
ikki heldur fram í føroyskum
fótbólti komandi kappingarár.
Og til seinast fekk Jens Bert
hel Askou eisini heiðurin sum
ársins venjari. Hann hevur
vunnið greipuna, men segði í
samrøðu, at tað er pláss fyri at
gera tað uppaftur betri til kom
andi kappingarár. Millum annað
kom HB, sum tað einasta liðið í
Føroyum, ikki víðari í Evropa. Tað
ynskir venjarin hjá HB at broyta
til komandi
kappingarár.
Ársins lið
Til seinast bleiv ársins lið sett.
Hjá monnum komu heilir seks
spælarar hjá HB á liðið. Teitur
M. Gestsson, Bartal Wardum,
Daniel Johansen, Dan í Soylu,
Mathias Nygaard og Heðin
Hansen. Síðani hevði KÍ tveir.
Jóannes Kalsø Danielsen og
Odmar Færø. Afturat teimum
komu
Sølvi
Vatnhamar
(Víkingur), Uros Stojanov (ÍF)
og Petur Knudsen (NSÍ).
Hjá kvinnunum var eisini stór
yvirvág av av greipuvinnarum.
KÍ hevði seks spælarar á ársins
liði. Óluva A. Joensen, Birita
Ryan, Ragna Patawary, Jórun
Patawary, Evy á Lakjuni og
Sanna Svarvadal. Hinar á lið
num eru Jacoba Langgaard,
Hanna Højgaard og Mona Ras
mussen allar úr ÍVB, og Monika
Samuelsen og Heidi Sevdal úr
NSÍ.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
FÓTBÓLTSGALLA 2020
Fótbóltsgalla 2020:
EVY OG PETUR
EVY OG PETUR ERU
ERU
ÁRSINS SPÆLARAR
ÁRSINS SPÆLARAR
Evy á Lakjuni úr KÍ bleiv vald
til ársins spælara hjá kvinnum,
og Petur Knudsen úr NSÍ bleiv
valdur til ársins spælara hjá
monnum. KÍ fór við tí mesta
hjá kvinnunum, meðan HB
og Petur Knudsen deildust
heiðrarnar hjá monnum. Eisini
hendi tað sjálvsama, at móðir
og dóttir, Ragna og Jórun
Patawary, komu á ársins lið