Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Børn og ung gleða seg til jóla­aftan, tá ið gávurnar skulu pakkast upp. Tað er heilt vanligt. Men jólaaftan fellur í ár 19 desember hjá nógv­ um. Tað er hendan leygar­ dagin, at nýggjasti tunnil­in í Føroyum, Eystur­oyar­tunnilin, let­ ur upp fyri almennari ferðslu. Hendan dagin eru hugskotið, sum kom á pappír í 2002, vorðið veru­leiki. Fast samband undir sjón­um er gjørt millum Skálafjørðin og Havnina. Júst tað kennist helst sum ein stór jóla­ gáva millum øll tey, sum dagliga ferðast mill­um Skálafjørðin og norður­øki og Tórshavn. Hetta fer at stytta farleiðina mun­ andi. Umframt at hetta fer at sleppa teimum koyrandi undan regni, myrkri, mjørka og hálku í allari vetrarhálvuni. Teitur Samuelsen er stjóri í tunnilsfelagnum. Hann sigur: -Tað er onki sum bendir á, at vit ikki kunnu taka tunnilin í brúk al­ ment leygardagin. So tí ar­beiða vit fram ímóti. Ætlanin er, at tað verður skipað fyri einum hátíðarhaldi við rundkoyringina í tunli­ nu­m klokkan 11 leygar­ dagin. Hátíðarhaldið verð­ ur – orsakað av koro­ nu – ikki alment, men fyri innbodnum, men Krtng­varpið fer at senda beinleiðis frá há­tíðar­ haldinum, tá ið størsta verkætlanin í Føroyum nakrantíð verður alment tikin í nýtslu. Alt skal rigga Umframt at talan er um størstu og dýrastu verk­ ætlan í Føroya søgu, so er eisini talan um ein tunnil, sum á øllum økjum er fram­komin í mun til tunlarnar vit kenna. Har er eitt ótal av skipanum, sum skulu rigga. Millum ann­að er u skipanir, so eftir­litis­ rúmið kann fylgja við øllum, sum fer fram inni í tunlinum. Har eru skipanir, sum boða frá, um tað skuldi hent, at tað knappliga verður ov heitt onkustaðni í tunli­ num, umframt at eyga verður hildið við sjálvari ferðsluni. -Vit hava havt eina stóra tekniska roynd í dag (mánadag) og tað vísti seg, at alt riggaði, sum tað skal, sigur Teitur Samuel­sen. Hann sigur, at tað hevur ligið í kortunum, at skipast skuldi fyri einum al­mennum haldi, tá ið tunnilin letur upp, men korona-farsóttin ger, at hetta fer ikki at lata seg gera. -Men eg rokni við, at tað sum fólk gleða seg mest til er, at tunnil­in letur upp fyri almenn­ ingi­num og at tað fer at lata seg gera at koyra ígjøgn­um hann, sigur Teit­ur Samuelsen. Tað hevur tikið fýra ár at byggja tunnilin. NCC hevur staðið fyri arbeið­ num, men hevur sjálv­ andi brúkt nógvar undir­ veitarar. Tað eru 7,5 kilometrar millum rundkoyringina á Hvítanesi og rund­ koyr­ingina undir Skála­ fjørði­num og so eru tað 2,2 kilometar upp til inn­ koyringina til tunnilin í Saltnesi og 1,7 kilometrar frá innkoyringini við Sjógv á Strondum til rund­koyringina undir Skála­fjørðinum. Tunnilin er stórur og høgur. Hann er 10,5 metrar breiður og hallið er – har sum tað er mest – fimm prosent. Har sum hann er longst niðri er hann 187 metrar undir sjóvarmálanum. Sáttmálin um at bygg­ ja tunnilin var undir­skriv­ aðu­r í 2016 og somu­leiðis var fíggingin fingin í lag tá. Fyrsta skotið var 2. februar í 2017 og seinasta skotið var 7. juni í fjør. Gjald Afturgjaldingin av lánin­ um, sum tunnilin er bygd­ ur fyri, verður gjørt við tunnilsgjaldið. Felagið handan tunnilin hevur ásett gjaldið til 75 krónur hvønn vegin fyri vanligar persón­bilar. Fyri at fáa hendan prísin, er tó neyðugt at tekna hald. Hevur tú hald til Vága- ella Norð­ oya­tunnilin, so fær tú sjálv­virkandi eisini hald í Eystur­oyartunlinum. Eitt sindur av avslátri verður givið, alt eftir hvussu nógvir túrar verða koyrdir. Størsti av­ slátt­ur­in er um tú koyrir meira enn 41 túrar um mán­aðin. Tá er gjaldið 65 krón­ur fyri hvønn veg. Nú tunnilin letur upp verður ókeypis at koyra, men hvussu nógvar dagar tað verður, er enn ikki av­ gjørt. Koyrandi gjøgnum tann nýggja tunnilin á middegi leygardagin Fýra ár hevur tað tikið at byggja Eysturoyartunnilin -nú verður koyrandi gjøgnum hann í hesi vikuni Teitur Samuelsen, stjóri í Tunnilsfelagnum Tunnilin er stórur og ljósur Her við rundkoyringina undir Skálafjøeðinum verður hátíðarhald fyri innbodnum leygardagin