týsdagur 15. desember 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89
Sosialurin
28
Les eina bók
Tað munnu vera mong, sum brúka
jóladagarnar ella onkrar frídagar upp
undir ella eftir jól til at lesa eina bók
ella tvær. Og tað er eitt gott hugskot. Vit
hava tendens til at yvirgeva okkum til
algoritmurnar á sosialu miðlunum, og
tað ger okkum ikki klókari ella meira
viðskygd enn eitt vist. Finn eina bók,
sum tú hevur hug at lesa, ella kanska
eina, sum tú ikki helt teg hava hug at
lesa. Bið onkran viðmæla tær eina bók
og gev tær stundir at fara ígjøgnum
tekstin. Tað er gevandi at fáa eina góða
skaldsliga uppliving.
Fleiri kend – og klók – fólk hava sagt,
hvussu gott tað er at ganga ein túr. Tað
skal ikki vera tann trupulleikin, tú ikki
kanst ganga teg frá, sigst. Í øllum førum
ger gongurtúrurin gott. Eisini tá ið tú
ikki veruliga tímur avstað og heldur
vilt sita frammanfyri sjónvarpið. Á
jólum og nýggjárunum eta við ovmikið
av góðum mati, og tí kann tað vera gott
fyri bæði kropp og sál at ganga ein túr.
Far bara ikki í fjøllini í ivasomum veðri,
tí eingin tímur at verða heintaður av
bjargingartyrluni.
Nú á døgum spæla vit ivaleyst nógv
talgilt spøl á teldum, teldlum ella
telefonum, men hvat við tí góða, gamla
borð- ella kortspælinum? Ein kvøld
rundan um eitt borðspæl kann vera
sera hugnalig og savnandi, hóast onkur
vanliga vinnur og tapur. Ludo og kalaha
ljóða avoldað, men tey spølini kunnu
vera stak stuttligt at tríva í, og so eru tað
sjálvandi tey mongu, nýggjari spølini
av øllum handa slag. Og tey klassisku
kortspølini kunnu eisini viðmælast.
Flestu okkara munnu hava eina skuffu
ella eina hill, sum trongir til eina góða
hond. Brót úr gerandisdegnum og
brúka ein tíma ella tveir til at rudda
eina skuffu, eina passeskju ella eina hill.
Vanliga halda vit okkum ikki hava tíð til
slíkt, men tað kann kennast avstresandi
at hava eina slíka fittliga uppgávu at
hugsavna seg um eina løtu. Lat hurðina
aftur, set onkran tónleik og njót løtuna.
Skriva eitt bræv
Vit samskifta meira enn nakrantíð –
eisini á skrift umvegis sosialar miðlar
og telefonina. Men vit skriva ikki brøv
longur. Hvat við at skriva bræv til
onkran, tú kennir væl, ella onkran, sum
tú plagdi at kenna væl, men ikki hevur
havt so nógv samskifti við seinnu árini.
Um tú sendir brævið umvegis ein av
talgiltu miðlunum, ella tú koyrir tað í
ein brævbjálva og fert á posthúsið við tí,
er líkamikið. Tankin telir mest, og hvør
veit – tú kanst skapa eitt nýtt samband
til komandi árini.
Far á eina framsýning
Millum jólanna eru fleiri framsýningar
at fara til kring landið, og tað kann vera
ein góð uppliving, tá ið tú vilt sleppa av
húsum og fáa eitt nýtt inntrykk. Gev
tær sjálvari eina øðrvísi uppliving ,tá ið
nógv annars snýr seg um at eta gott og
vera í veitslulag. Brúka ein tíma saman
við verkum, sum kunnu geva tær okkurt
at hugsa um ella skapa onkrar kenslur.
Vit uppliva heimin alt meira í brotum
nú á døgum. Vit sappa ímillum allar
partar av tilveruni, og vit verða lættliga
órógvað av tøkni. Soleiðis er eisini við
tónleiki. Vit hoyra sangir í útvarpi ella
gera okkum ein playlista á teldu ella
telefon. Tað verður nógv minni lurtað
eftir einari heilari útgávu frá byrjan
til enda, sum listafólkið hevur hugsað
verkið. Set tær ein lítlan tíma av til at
lurta eftir einari góðari tónleikaútgávu
frá byrjan til enda. Kanska kanst tú
leita aftur á okkurt, tær plagdi at
lurta eftir, ella kanst tú geva onkrum
ókendum kjansin. Skulu vit geva okkurt
tilmæli, kundi tað verið »Billy Joel – The
Stranger (1977)«, David Bowie – The
Rise and Fall of Ziggy Stardust and the
Spiders from Mars (1972)« ella »Blue
Oyster Cult – Agents of Fortune (1976)«.
Set tær eitt mál
Tá ið tú kemur burtur frá dagliga
resinum, kann tað vera gott hugskot at
hugsa seg um og seta sær eitt mál fyri
framtíðina. Tað nýtist ikki vera nakað,
sum kollveltir tær gerandisdagin ella
lívið, men bara okkurt, sum tú setur
tær fyri megna í nýggja árinum. Tað
kundi verið at lært teg okkurt nýtt
ella royna okkurt fyri fyrstu ferð. Tað
kundi eisini verið at sett tær eitt mál
um nýggja rutinu, sum kann bøta um
gerandisdagin hjá tær.
HETTA KANST TÚ GERA Á JÓLUM
Frídagar á jólum og millum jólanna kunnu brúkast til annað enn at eta, hyggja í sjónvarp og vera í veitslulagi.
Brúka eina løtu til okkurt, sum tú ikki vanliga tekst við í gerandisdegnum. Her eru nøkur uppskot
Spæl eitt spæl
Gang ein túr
Rudda eina skuffu
Lurta eftir einari plátu