Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað er ein nærmast ógjørlig uppgáva. Hvussu skalt tú velja millum Pelé og Diego Maradona? Tann tvístøðan bleiv so torfør at loysa, at France Football setti báðar á liðið, sum bara hevur ein mið­ verja. Á øðrum plássum sleppa fólka­hetjur ikki framat. Spælar­ar, sum eitt tíðarskeið hava verið teir bestu í heimi­ num. Tað er ikki nokk til at koma á heimsins besta lið gjøgn­um tíðina. Tað eru eisini tey, sum halda at hetta er ein ørvitisætlan. Tí hvussu kanst tú velja millum spælarar, sum hava spælt í ymisk­ um tíðar­skei­ð­um og undir ymisk­um umstøðum. Og hvat fyri versión av spæl­ara­num velur tú. Allir spælarar broytast gjøgnum yrkisleiðina. Sosialurin og undirritaði hevur seinnu árini verið før­ oyskt umboð hjá Ballon d’Or, tá ársins spælarar skulu veljast. Kjakið um hvør er best, og hvat er at vera best, er tí ikki ókend. At­ kvøðugreiðslan bleiv eisini løgd út á Facebook bólkin “Fót­bólts­ kjak”, sum hevur næstan seks túsund føroyskar limir. Tað eru tíggju uppskot til hvørt pláss á vøllinum. Treytin er at velja fimm av teimum, og seta teir í rekkjufylgja frá numm­ar eitt til fimm. Tað er við stórari virðing Franska tíðarritið, France Football, hevur í ár valt ikki at lata gullbóltin, tí koronafarsóttin hevur órógvað ítróttarliga partin av spælinum. Í staðin hevur France Football gjørt eina atkvøðugreiðslu um heimsins besta lið nakrantíð. Sosialurin var við til at atkvøða Ballon d’Or: HEIMSINS BESTA HEIMSINS BESTA LIÐ LIÐ NAKRANTÍÐ NAKRANTÍÐ