Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 Avtala er gjørd við KSI, íslendska fót­bólts­sam­ bandið, at Føroyar og Ísland spæla venjingardyst á Tórs­ vølli fríggjadagin 4. juni kl. 19:45. Føroyska A-landsliðið við mon­num sleppur av álvara í eldin í komandi ári. Umframt at skula spæla tíggju HM- undan­kappingar­dystir, verða tveir venjingardystir eisi­ni á skránni í 2021. Og nú er greitt, at annar venj­ ing­ar­dysturin verður ímóti Ís­landi. Avtala er nevniliga gjørd við KSI, íslendska fót­bólts­ sam­bandið, at Føroyar og Ísl­and spæla A-landsdyst á einum nýumvældum Tórs­ vølli fríggjadagin 4. juni klokk­an 19:45. Hetta verður samstundis fyrsti venjingardystur hjá A-landsliðnum við mon­ n­um á heimavølli í 17 ár. Seinast føroyska liðið spældi venjingardyst í Før­ oy­um var tann 18. august í 2004, tá Malta var á vitjan á Svangaskarði. Før­oy­ar vunnu 3-2, við mál­um frá Jákupi á Borg, Rógva Jacob­ sen og Fróða Benja­min­sen. Arbeitt verður við at fáa ein venjingardyst afturat í juni mánað, men hvar og hvat mótstøðulandið verður, er ikki komið endaliga upp á pláss enn. Hvussu verður við áskoðar­um til lands­dyst­ir­ nar í 2021 er framvegis óvist, men vónandi fer at bera til at hava áskoðarar kring vøll­in til venjingardystin móti íslendingum, og til HM- undankappingardystirnar, sum verða á heimavølli í september og oktober mán­ að. Um so verður, verða at­ gongu­merkini sett til sølu í Net­handilinum á heima­ síðuni hjá Fót­bólts­sam­bandi Føroya einaferð í vár. Venjingardyst móti Íslandi 4. juni fyri fótbóltinum, at Sosialurin eisini hevur verið við til at velja heimsins besta lið nakrantíð, men tað pínir at skulja velja so nógvar fantastiskar spælarar frá. Tað kemst heldur ikki undan, at onkur spælari hevur eina hægri stjørnu, tí tú hevur upp­livað hann, meðan aðrir eru við upp á heiðrar og søguna. Tá alt kom til alt, so reyk ein miðverji út í uppstillingin, meðan ein spælari kom inn á miðjuna afturat. Helst bleiv hetta gjørt fyri at fáa pláss fyri bæði Péle og Diego Maradona. Tað hevði eisini verið ørt at latið annan sitið uttanfyri. Tað er bara í álopinum, at ein fyrstvaldur hjá Sosialinum ikki kemur á liðið. Tað er Luis Nazario de Lima Ronaldo. Brasilski áleyparin er annaðval aftan­fyri Johan Cruyff, men tað er at undrast á, at Johan Cruyff er settur sum áleypari. Verjukenda miðvøllinum kemur fyrstaval á liðið. Tað er Xavi, men helst er atkvøtt við hjartanum til annaðval, tí Steven Gerrard kemur ikki á liðið. Málverji: Í mál er valdur Lev Yachin. Russ­iski málverjin spældi frá 1950 til 1970, og hevur sum tann einasti málverjin vunnið Ballon d’Or. Tað gjørdi hann í 1963. Í atkvøðugreiðsluni á “Fót­bóltskjak” vann danski Peter Schmeichel greitt. Hann er ein vælkendur harri í okkara umhvørvi og vann millum annað EM í 1992 við Dan­mark. Hann endar á øðrum plássi hjá Sosialinum, men tað eru helst fleiri meiningar um tað. Týski Manuel Neuer hevur eisini enduruppfunnið mál­ mans­postin við sínum “Sweeper keeper”, har málvejrin eisini er aftasti maður í uppspælinum. Tað meistaraði Peter Schmeichel ikki, tí hann var í hædd­ini, tá afturleggingin bleiv bann­lýst. Atkvøður: Tróndur Arge (Sosialurin) 1: Lev Yachine 2: Peter Schmeichel 3: Manuel Neuer 4: Gianluigi Buffon 5: Sepp Maier Høgri bakkur: Eina ferð segði Jamie Carrag­ her, fyrrverandi verjuspælarin hjá Liverpool, um starvsfelagin á Sky Sports, at ongin veksur upp og vil verða ein Gary Neville. Har meinti hann við, at ongin vil verða høgri bakk­ ur, men at tú er antin ein miseydnaður miðverji ella mis­ eydnaður høgri vongur. Helst vildi Cafú verða tað seinna, men har gjørdi høgra bakkin til eitt spennandi pláss. Tað gjørdi týski heims­ meist­arin, Philipp Lahm, eisi­ ni. Tó upp á ein annan hátt. Hann minti til tíðir mest um ein miðvallara, meðan Cafú í næstan 30 ár sprintaði fram og aftur á høgra bakkinum. Atkvøður: Sosialurin 1: Cafú 2: Philipp Lahm 3: Carlos Alberto 4: Lilian Thuram 5: Djalma Santos Vinstri bakkur: Her var ongin ivi. Paolo Maldini er ein ímynd av skilagóða verju­spælaranum, sum megnar bæði at síggja gott út og spæla væl í verjuni. Ongar ógvusligar taklingar ella skitið spæl. Bara stíl­reint og gott verjuspæl. Hon­um næstur er Roberto Carlos, sum kanska hevði sín veik­leika í júst verjuspælinum. Hann er við, tí hann var ein spennandi álopskendur vinstri bakkur, sum hevði eitt hesta­spark. Atkvøður: Sosialurin 1: Paolo Maldini 2: Roberto Carlos 3: Paul Breitner 4: Andreas Brehme 5: Nilton Santos Miðverjan: Tað skuldu helst verið tveir í miðverjuni. Tá eru Franz Becken­bauer og Franco Baresi eitt gott boð. Tað eru Sergio Ramos, Fabio Cannavaro og Ronald Koeman eisini, men tá samanumkom bleiv tað bara pláss fyri einum. Tá bleiv tað til týski keisarin og heimsmeistarin, Franz Becken­ bauer. Atkvøður: Sosialurin 1: Franz Beckenbauer 2: Franco Baresi 3: Sergio Ramos 4: Fabio Cannavaro 5: Ronald Koeman Verjukendur miðvallari: Tað er týdningarmikið at hava javnvág á í einum liði. Tí er verju­kendi miðvøllurin ein týdn­ingarmikið pláss. Kanska ongantíð so týdningarmikið, sum á einum framrættaðum liði. Tað hevur Xavi meistrað sum fáur á miðjuni hjá FC Barce­lona fra 1997 til 2019. Ser­ liga í stórheitstíðini frá 2008, tá Pep Guardiola bleiv venjari. Annaðval bleiv Steven Gerr­ ard, men hann kom ikki á liðið. Tað gjørdi hinvegin týska maskin­an, Lothar Matthaus. Yrkisleiðin hjá honum taldi 31 ár, fimm HM-endaspøl og ein Ballon d’Or bólt í 1990. Atkvøður: Sosialurin 1: Xavi 2: Steven Gerrard 3: Lothar Matthaus 4: Johan Neeskens 5: Andrea Pirlo Framrættaður miðvallari: Vel í millum Péle og Diego Mara­dona. Sjálvandi ber tað ikki til og tí koma báðir eisini á liðið. Annar er gandakendur og toppaði kanska hægst, meðan hin vann HM tríggjar ferðir. Sum um tað ikki var ein nóg stór avbjóðing, so er tað e i s i n i ógjør­ligt at gera listan lidnan. Listin manglaði tó eitt navn. Michael Laudrup. Helst hevði eitt EM-gull í 1992 gjørt munin. Atkvøður: Sosialurin 1: Diego Maradona 2: Péle 3: Al­fredo di Stefano 4: Michel Platini 5: Zinedine Zidane Høgri vongur: Her er, eins og við vinstra vongi, ongin ivi. Lionel Messi hevur verið í topp tvey av heimsins bestu spælarum í eini 15 ár. Tað er púra óhoyrt og tí endar hann eisini frammanfyri fólkakærar hetjur sum Garrincha, Geroge Best, Stanley Matthews og Jairzinho. Atkvøður: Sosialurin 1: Lionel Messi 2: Garrincha 3: Geroge Best 4: Stanley Matthews 5: Jairzinho Vinstri vongur: Tað er sama støða her. Cristiano Ronaldo hevur, saman við Lionel Messi, verið millum tveir teir bestu spælararnar í heimi­num í eini 15 ár. Tí er valið aftur lætt, hóast hini nøvnini á listanum eru spælarar sum Ronaldinho, Rivelino og Thierry Henry. Tað vóru fleiri boð og helst var fimta valið, Hristo Stoichkov, eitt sindur per­són­ligt. Yrkisleiðin telur ikki nógvar heiðrar fyri Bulgaria, men hann bleiv toppskjútti til HM 1994, og vann bronsu. Atkvøður: Sosialurin 1: Cristiano Ronaldo 2. Ronaldinho 3: Rivelino 4. Thierry Henry 5: Hristo Stoichkov Áleyparar: Ja, hvat ger Johan Cruyff her sum áleypari? Tað er at undr­ast eitt sindur á, men trýfaldi Ballon d’Or vinnarin er fyrstaval hjá Sosialinum, frammanfyri Luis Nazario de Lima Ronaldo, men tá talt var saman, var tað brasilski áleyparin, ið kom á liðið. Tað hava verið nógvir áleyparar í heimsflokki gjøgnum tíðina, og tað ger tað eisini torført at taka dagar í millum. Millum annað endar ein annar trýfaldur Ballon d’Or vinnari, Marco Van Ba­sten, á triðja plássi, meðan týska málmaskinan, Gerd Müller, endar á fjórða plássi. Atkvøður: Sosialurin 1: Johan Cruyff 2: Ronaldo 3: Marco Van Basten 4: Gerd Müller 5: Kenny Dalglish