Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HANUS KAMBAN – TANN SÆLA RÆÐSLAN Hanus Kamban hevur savnað óhugnaligar, ræðuligar og spøkilsiskendar stuttsøgur í savni, sum hevur fingið heitið »Tann sæla ræðslan«. Hanus hevur týtt úr enskum, týskum og fronskum. Tittulin sipar til eitt hugtak frá einum enskum heimspekingi, Edmund Bourke, sum skrivaði eina ritgerð seinast í 18. øld, um tað vakra og tað sublima. Um tað sublima brúkar hann orðini "delicious horror", og tann sæla ræðslan er ein umseting av tí. Jólatíðin kann vera hugnalig og heit, men hevur tú hug til nakrar løtur við ræðusøgum, er hetta rætta bókin til tín. JÓANES NIELSEN – RAKKALJÓÐ Yrkingarnar eru prikkurin yvir øllum tí, ið Jóanes Nielsen hevur skrivað í fjøruti ár, og sum yrkjari hevur hann somu dygdir sum gott whisky, hann bara búnast við aldrinum. Evnisvalið broytist og víðkast, og viðgerðin dýpist. Hesin vandni yrkjarin skrivar hvassari og eymari enn nakrantíð áður. Hann melur aftur á stóru tilveruspurningarnar og ger eisini ferð út á tey evstu mørkini.  RAKEL HELMSDAL – KJARR Rakel Helmsdal hevur skrivað ungdómsskaldsøgu, sum bæði í innihaldi og formi ferðast nýggjar leiðir og hevur víðan listaligan sjónarring. Hetta er ein fangandi og nemandi søga, sum lesarin upplivir bæði ígjøgnum ymisk tekst- og frásøgusnið og myndir: frásøgurødd, dagbókatekstir, tankatekstir, listar, skitsur og myndir bera øll søguna hjá høvuðspersóninum, Lauru, fram. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina og givið henni eitt nýskapandi og sermerkt snið. DURITA O. TAUSEN – SKÁL Prosayrkingasavn, sum viðger tilverukreppu, ið hevur røtur í átrúnaði. Tvey ung fólk spegla hvørt annað í tilgongdini at finna útav, hvørji tey veruliga eru í sínum uppvøkstri í einari samkomu. Í 15 yrkingum, har hon og hann skiftast um at siga frá, verður ein persónlig søga latin upp fyri lesaranum. Persónliga søgan lýsir eina ferð frá tí trygga út í tað óvissa. Tað er ung listakvinna, sum setur orð á ivan, ið førir hana inn á aðra lívsrás. JÓAN PAULI JOENSEN – KETILOSTUR, MAÐURIN UMBORÐ OG PUTURSUKURVEÐRAR Í ár eru 50 ár liðin, síðan Jóan Pauli Joensen fór undir sítt virki sum fólkalívsfrøðingur. Í hesari bókini eru tríggjar áhugaverdar ritgerðir frá ymiskum tíðarskeiðum í hesum granskingarlívi. Hvør teirra umboðar ymiskan tíðarbundnan áhuga og ymiskar partar av føroyskari mentan og siðsøgu. Alt er sagt frá við somu frásøgugleði, sum hevur eyðkent Jóan Paula øll hesi árini, hann hevur sagt okkum so livandi frá føroyskari siðsøgu. Hetta er gott undirhald og áhugaverd vitan hvørt um annað. RANVÁ KNUDSEN – HEIMABAKSTUR OG ÍTRIV Heimabakstur og ítriv er til familjuna, har børnini hava møguleika at vera við. Eisini er bókin til tann, ið dámar at skapa og baka, og tí eru uppskriftirnar lættar skilligar. Heimabakstur og ítriv er um 60 síður til støddar og er fylt við góðum og vøkrum myndum av ítrivi og bakstri til vetrarhálvuna og jólamánaðin. Rithøvundurin hevur sjálv skapað og bakað, sett saman og tikið myndirnar í bókini.  EIVIND WEYHE – FJALLANØVN Í FØROYUM Fjallanøvn eru ein áhugaverdur partur av føroyskum staðarnøvnum. Eivind Weyhe viðger øll føroysk fjallanøvn málsliga og navnafrøðiliga. Bulurin í bókini er ein gjøgnumgongd, har nøvnini í stavrað verða umrødd og viðgjørd. Eisini er ein fakligur inngangur, sum lýsir fjallanøvn sum heild, teirra form og bygnað. Sum onnur staðarnøvn hava tey sína søgu at siga um, hvussu forfedrar okkara valdu at navngeva støð, sum høvdu týdning fyri teir í dagligum yrki á sjógv og landi. Nøvnini vóru alneyðug í tí dagliga samskiftinum manna millum. Eisini eru tey týðandi partur av okkara málsliga arvi og hava tí málsøguligan týdning. SÓLRÚN MICHELSEN – EIN ANNAR ER GULL Framhald av skaldsøguni »Ein táttur er silvur«, sum kom út í fjør. Hetta er lagnusøga við grundarlagi í veruligum hendingum. Hesaferð lýsir Sólrún korini hjá vanligum fiskimannahúskjum fyrst í farnu øld, tá ið spanska sjúka og tuberklar gera um seg. Tann eini tátturin er hjúnalag, sum er grundað á tryggleika heldur enn kærleika, og hvussu hesin kærleikin losnar í bondunum, tá ið sannur kærleiki við sonnum erotikki trokar seg á. JÓGVAN ISAKSEN - PARANOIA Ein amerikansk kvinna verður fyrst í marsmánað funnin druknað úti á Boðanesi. Hannis Martinsson og William Hammer siga báðir sín part av søguni um uppkláringina av tí, sum vísir seg at vera eitt dráp. Skjótt koma aðrar ræðandi hendingar hesari á baki - og so er koronan komin til Føroya. Um somu tíð er tað líkt til, at aftan fyri hendingarnar búgva royndir hjá stórveldunum at gera sína ávirkan galdandi. Hetta er fyrstu ferð, at krimihetjurnar Hannis Martinsson og William Hammer eru við í somu bók. DANIAL VIÐOY – TVÍSTØÐA »Tvístøða« snýr seg um ein ungan drong av Viðareiði, ið skal fara frá studentaskúlalívinum og út í tað veruliga lívið. Bartal livir sum ongantíð fyrr, men tað annars góða summarið endar við at raka høvuðspersónin dygt, tí tilverugrundarlagið broytist fullkomiliga. Realisman í »Tvístøðu« er naskari. Lesarin sleppur veruliga at smakka og lukta lívið hjá høvuðspersóninum Bartali heima á Viðareiði eins væl og í Klaksvík, á Mallorka, á Tvøroyri, í Havn, á Íslandsrygginum og í Danmark. Úrvalið av nýggjum føroyskum bókum er stórt hesa tíðina. Her eru nakrar áhugaverdar bøkur, sum kunnu viðmælast til høgtíðina GÓÐAR BØKUR til jólini