Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nývaldur borgarstjóri er royndur í byggivinnu Seinastu 12 árini hevur Hans Jóhann Sørensen verið í starvi hjá Articon, har hann serliga hevur fingist við at rokna út tilboð, men áðrenn hann fór í starv hjá Articon, arbeiddi hann í umleið hálvt annað ár sum verkætlanarleiðari fyri J&K Petersen og í nøkur ár fyri NCC VILMUND JACOBSEN Á bygdaráðsvalinum í Kvívíkar kommunu hin 10. november vóru tveir listar, listi A og listi B. 11 fólk vóru uppstillað á lista A, sum fekk seks umboð vald og fimm á lista B, sum fekk eitt umboð valt. Tað eru soleiðis sjey fólk, sum manna bygdaráðið í Kví­ víkar kommunu. Flestar persónligar atkvøð­ ur - ella 69 í tali - fekk Hans Jóhann Sørensen, og á øðrum plássi var Frank Müller við 35 persónligum atkvøðum. Á lista B varð Nelly Haakunardóttir Debes vald við 29 atkvøðum. Tey trý seinastu, sum komu í bygdaráðið, høvdu øll 25 at­ kvøður í part, og beint framm­ anfyri tey var Oluf Müller við 26 atkvøðum. Øll umboðini í nýggja bygda­ ­ráðnum eru nývald utt­an Jó­ hanna Vang, sum nú fer undir sítt næsta skeið í Kví­víkar komm­unu. Nývalda bygdaráðið skipaði seg á fundi longu dagin eftir kommunuvalið við fyrstvalda, Hans Jóhann Sørensen, sum borg­arstjóra, og vara­borgar­ stjóri gjørdist Frank Müller við næst flestum atkvøðum. Tilflytari borgarstjóri Tað er ikki ókent eftir komm­ unu­valið hin 10. november, at ein tilflytari verður valdur til borgarstjóra. Hetta er eitt nú hent í Eiðis kommunu, Sørvágs kommunu og nú eisini í Kví­ víkar kommunu - og helst eis­ ini í onkrari aðrari kommunu aftr­at. Men, hóast røturnar hjá 51 ára gamla, Hans Jóhann Sør­ en­sen, ikki eru úr Kvívíkar komm­unu, hevur hann búð sein­astu 17 árini í Leynum, sum er ein av fimm bygdum í komm­ununi. Konan er Signe Skaaning, sum eisini er til­ flytari. Bæði eru tey uppvaksin í Havn, men mamma nývalda borgarstjóran var úr Norðra­ dali. Hans Jóhann Sørensen hev­ ur ongantíð verið upp­stillaður áður, men hesaferð vóru tað fólk, sum heittu á hann um at lata seg stilla upp. Áhugi hevur altíð verið fyri tí, sum fyriferst í kommununi, og hesaferð helt hann, at hann vildi royna. Men, at tað skuldi gangast hon­um so væl, sum tað gjørdi, hevði hann ikki roknað við. Nú liggur ein spennandi upp­gáva fyri framman, og Hans Jóhann Sørensen er til reið­ar saman við afturvaldu og nývaldu at fara undir tær avbjóð­ingar, sum eru og verða í Kvívíkar kommunu tey næstu fýra árini. Royndur í byggivinnu Hans Jóhann Sørensen er út­ búgvin timburmaður, og hann er eisini útbúgvin byggi­frøð­ ingur. Eftir at hann gjørdist byggi­ frøðingur, arbeiddi hann hjá einum ráðgevandi verk­frøð­ inga­felag í Ilulissat í Grønlandi í nøkur ár, har hann eitt nú hevði eftirlitsuppgávur og ferð­aðist millum grønlendskar bygd­ir. Í eini seks ár arbeiddi hann fyri NCC, sum bygdi und­ir­sjóv­ ar­tunlarnar undir Vest­manna­ sundi og Leirvíksfirði, og hann arbeiddi eisini eitt skifti fyri NCC í Noregi. Seinastu 12 árini hevur Hans Jóhann Sørensen verið í starvi hjá Articon, har hann serliga hevur fingist við at rokna út tilboð, men áðrenn hann fór í starv hjá Articon í aug­ust mánaði í 2008, arbeiddi hann í umleið hálvt annað ár sum verkætlanarleiðari fyri J&K Petersen. - Borgarstjórastarvið í Kví­ vík­ar kommunu er hálv­tíð­ar­ starv, og nú verður so upp­gáv­ an at fáa starvið, eg fram­vegis havi hjá Articon og borg­ar­ stjórastarvið, at passa sam­an. Mítt starv er á høvuðs­skriv­ stov­uni hjá Articon á Hjalla, men eg eri eisini úti í økjunum, har verkætlaninar eru. Hann vísir á, at bæði hjá Articon og Kvívíkar kommunu fer stórur partur av arbeiðnum fram á netinum, og hann ivast ikki í, at tað fer at bera til at finna eina góða skipan, sum bæði tænir kommununi og privata arbeiðsplássinum. Nógv er í gongd Tað hendir nógv í Kvívíkar komm­unu, sum umframt Kví­ vík, Stykkið og Leynar, eisini fevnir um Skæling, har tveir bóndagarðar eru og Válin, sum liggur út móti Vestmanna. Fyri fáum árum síðan fekk Válur bátahyl, og nú fær bygd­ in eisini eitt bygdahús í staðin fyri gamla skúlan, sum er seld­ ur. Í Kvívík verður arbeitt við vatn­orkuverki, sum nú fram­ leið­ir hita til barnagarðin. Sjálvt orkuverkið liggur beint við barnagarðin, og leiðingar skulu eisini leggjast, soleiðis at skúli, svimjihylur og komm­ unu­skrivstova kunnu knýtast til verkið. Nývaldi borgarstjórin vísir á, at nú um dagarnar er eisini spaki settur í til eitt nýtt vinnu­øki oman fyri Stykkið, og hetta vil kommunan hava gjørt, tí áhugi er fyri einum slík­um øki, sum kommunan ikki hevur frammanundan. - Sum eg havi skilt á sitandi bygdaráði, verður umleið helvt­in av vinnuøkinum, sum komm­unan ræður yvir, gjørt klárt í fyrsta umfari, og hetta er ein íløga á stívliga fýra milj­ ónir krónur. Hans Jóhann Sørensen sig­ Kvívíkar kommuna er rættiliga víðfevnd við fimm bygdum. Umframt Kvívík, Stykkið og Leynar, eru Skælingur og Válur eisini partur av kommununi ... Kvívíkar kommuna var fyrsta kommuna í Føroyum, sum avtók dagstovna­ gjaldið...