Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 ur, at sitandi bygdaráð eisini hev­ur samtykt, at eitt eldra­ sam­býli skal byggjast í Leynum, og her verður sam­ bært ætlanini byrjað at grava í hesi vikuni. - Eg havi skilt, at talan í fyrstu atløgu bara verður um jørð­arbeiði, men eg kundi hugsað mær, at vit í komandi tíð eisini komu til betong­ar­ beiðið. Men, fyrst mugu vit fáa at síggja, hvussu langt fíggj­ar­ orkan hjá kommununi røkkur, sigur hann. Roynd sum óroynd - Eg eri ógvuliga spentur eftir at sleppa í gongd. Vit hava eina góða manning, og eg ivist onga løtu í, at vit skulu fáa tað besta burtur úr tey næstu fýra árini. Umframt okkum sjey, sum nú fara til verka, hava vit eisini roynt fólk í umsitingini hjá kommununi. Vit fara sjálvandi eisini at taka av tí skeiði, sum Føroya Komm­unu­ felag skipar fyri, og her fáa vit neyðuga kunning um tað grund­leggjandi arbeiði, sum fer fram í einari kommunu sum okkara. Nývaldi borgarstjórin vænt­ ar, at eitt, sum tey í Kvívíkar kommunu noyðast í holt við sum skjótast, verður at útvega nýggj grundstykki, tí sum er hevur kommunan eingin grund­stykki tøk. - Kvívíkar kommuna var fyrsta kommuna í Føroyum, sum avtók dagstovnagjaldið, og eg dugi ikki at ímynda mær, at vit fara at seta gjald á aftur, sigur Hans Jóhann Sørensen, sum tekur við borgar­stjóra­ starv­inum hin 1. januar 2021 - ella um stívliga tvær vikur. - Eg eri ógvuliga spentur eftir at sleppa í gongd. Vit hava eina góða manning, og eg ivist onga løtu í, at vit fara at fáa tað besta burtur úr tey næstu fýra árini, sigur Hans Jóhann Sørensen, nývaldur borgarstjóri ... Eg dugi ikki at ímynda mær, at vit fara at seta dagstovna­gjald á aftur...