týsdagur 15. desember 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89
Sosialurin
14
NØVN
Jóhan Pauli Højgaard, vanliga
kallaður Palli, rundaði fyri tíð
síðan tey sjeyti.
Fyrstu ferð, meg minnist, vit
møttust, var í ”Ulputíðini” fyrst
í sjeyti árinum. Sóðust av og á,
men tá tað rættuliga rann saman
okkara millum, var tá hann kom
í starv sum bókhaldari á Eystur
oyar Røktar-og ellisheimi 1. des
ember 1983 og untist okkum at
starvast saman í góð 30 ár.
Og tað eri eg bæði glaður og
takksamur fyri – tí í hesi mongu
ár var hann mær persónliga og
arbeiðsplássinum ein hollur stuð
ul.
Somuleiðis var hann skrivari
í stýrinum í mong ár og eisini
skrivari
í
bygginevndini
og
hevði tað fíggjarliga um hendi.
Størv, sum bæði vóru sera væl úr
hondum greidd.
Umframt tað, at hann royndist
dugnaligur í arbeiðnum sum bók
haldari, so hevur hann so nógvar
aðrar eginleikar, sum ger hann
til tann persón hann er og av
persónligum royndum gjøgnum
nógv ár kann eg siga, at hann er:
• Vinsamar – sera vinsamur!
Ongantið bangin fyri, at rætta
eina hjálpandi hond og seta títt
egna til síðis, um so skuldi vera.
• Altíð klárur við einum góð
um orði og ikki seinur við ”góð
um ráðum”
• Trúðar maður – ja, ein trúðar
hetja. Hansara yndisørindi sum
hann hvílur í, livur í og handlar
frá eru hesi: ”Jesus Kristus er hin
sami í gjár og í dag og í allar ævir”
• Spontanur: T.d. er hann ikki
bangin fyri at spyrja ella siga:
”Skal eg biðja fyri tær?”
• Álítandi og loyalur
• Trúfastur
• Góðhjartaður – gongur fegin
eina ekstra míl, um so skal vera.
•
Samhugaður/vísur
sam
kenslu við teim ið treingja – eis
ini teim, og kanska serliga teim,
ið liva á ”skugga síðu lívsins”, sum
tikið verður til
• Hjálpsamur
• Skemtingarsamur – dugir
væl at fortelja skrønir. Tað stutt
liga er við til at forleingja lívið.
365 Humørpiller – hann tekur ein
um dagin!
Í samband við at fyrrverandi
blaðstjórin á Politiken gjøgnum
23 år, Herbert Pundik, sløknaði
sum 92 ára gamal,var stutt sam
røða við verandi blaðstjóra sum
gav Pundik soljóðandi skoðsmál:
“Herbert Pundik var et pragtfult
menneske” og so legði hann aft
urat: “det strålede ud af hans
øjne”.
Ja, “positivur og fyrikomandi”
og sum onkur ávísur starvsfelagi,
sum hitti Palla fyrstu ferð, tók til
”man kann síggja tað í eygum
hansara”.
Tá eg hugsi um Palla – og skal
taka saman um, so rennur sang
urin, sum Ismar Joensen, sála
á sinni týddi, framfyri meg, har
hann í eindum ørindi sigur:
Summi fólk so fegin ganga
sum við kongsboðum á ferð,
bera vitni millum manna,
at Guðs dýrd av kongsins ber.
Smílið er sum sólarglottin,
sum ein sól, ið lýsir frið.
Leiðin, ið vit skulu ganga,
fríðkast upp við teirra lið.
Í árabáti við prinsessunum
Mær er frá álítandi keldumfor
talt, at í samband við, at Kristi
anskirkjan í Klaksvík varð vígd í
1963, vitjaði Fríðrikur kongur, Dr
Inngrid og alla 3 prinsessurnar
Føroya. Tey vóru við kongaskip
inum Dannebrog. So ein dagin,
undir vitjanini, er Dannebrog
komin á Skálafjørðin at liggja.
Og nú er tað, at tveir tannáring
ar taka sakina í egnar hendur
– flota fýramannafar og rógva
móti Kongaskipinum. Hesir vóru
Palli og Símun. Nú teir nærkast,
hendi tað, sum teir høvdu vóna.
Har við lúnningina stendur
Kongur,Drottningin og prinsess
urnar. Tá teir sóu prinsessurnar
mistu teir áralagið. Kongur ger nú
tað, at hann vinkar til teir báðar
og biður teir leggja at Dannebrog.
Teir so gera. Og gita so hvat
hendur: Jú, Margreta, Benadika
og Anna Maria prinsessur skifta
skútu - fara av kongaskipinum og
umborð í fýramannafarið – utt
an lívverja og uttan bjargingar
vest. So stórt álit hevði Fríðrikur
kongur á Palla og Símuni, at hann
bókstavuliga gav prinsessurnar
upp í hendur teirra. Tær sett
ust við áranar. Margreta róði við
tveimum og hinar báðar við hvør
sínari.
Tá tey góða løtu seinri løgdu
at kongaskipinum aftur og prin
sessurnar í øllum góðum vóru
komnar umborð á Dannebrog,
tá lønti kongur teim í stórt mát.
Hann stóð við lynningina við
eini TOMS karamelleskju í hond
ini – og oysti karamellur niður í
fýramannafarið.
Hetta kundi verið byrjanin
til, at Palli gjørdis ”konguligur”.
MEN Anna Maria,sum var tann
yngsta, valdi heldur hitan í Grikk
alandi enn høgættina og kuldan í
Saltangará. Og Palli hevði ongan
hug at flyta!
Dámar at práta
Tað er eingin loyna, at Palla dám
ar væl at práta. Jan Abrahamsen
hevur fortalt mær, at einaferð
bankaði
á
úthurðina
heima
við hús hjá Palla. Hetta var um
døgurða tíðina og hann hevði
sett knettir út á. Konan var ikki
heima. Hann kom tá í prát við
hesi tvey fremmandu fólkini,
sum bara ynsktu at vita, hvar
grannin Lasse Klein búði.
Palli misti seg burt í práti og
gloymdi alt um tíð og stað – og
ikki fyrr enn alarmarnir í køk
inum fóru at ýla – sprakk hann
innar – MEN ov seint var, tá
stóðu knettini í ljósum loga .
Roðar í vestri
Tað var einaferð ein maður, sum
var komin nakað væl til árs –
hann situr sum fangi og lítur
afturá og ásannar, at sólin er far
in at roða í vestri. Í ljósinum av
tí, sum liggur fyri framman ger
hann status yvir farin ár. Eitt
kvøldi situr hann við penni í
hond og skrivar eitt bræv til ung
an vin, sum var vorðin honum so
kærur. Hann skrivar m. a. og nú
verür endurgivið beinleiðis úr
brævinum:
”Eg havi strítt hitt góða stríð,
havi runnið skeiði at enda, eri
vorðin standandi í trúnni . Nú
liggur rættvísiskransurin mær
til reiðar. Harrin, hin rættvísi
dómari, skal geva mær han hin
dag – og ikki bert mær, men eisini
øllum, sum hava elskað opinber
ing Hansara” (2.Tim 4,7-8)
Palli, soleiðis ímyndi eg mær,
at tú, av røttum, kann líta aftur
á lív títt – hyggjandi móti tí, ið
koma skal.
Palli,í takksemi fyri tíð, sam
skifti og vinarlag øll hesi mongu
ár, vil eg loksins heilsa tær við
hesum orðum:
“Tú elskaði! Eg ynski, at tær
skal gangast væl á allan hátt, og
at tú skalt hava heilsuna - eins og
sál tíni gongst væl.”
Tordur
Kvøða til Jóhan Paula (Palla) Højgaard
Stórt var sjokkið, ið eg fekk
ónsdagin 4. novembur 2020,
tá ringt varð frá telefonini hjá
mínum besta vinmanni, og
svágurin Petur gav mær tey
sorgarboð, at tú nú brádliga var
farin her av foldum.
Standandi einsamallur eina
slíka løtu á eini gongubreyt á
Amager, føldist tað ómetaliga
kalt og einsamalt. Komin heim
henda dagin, kendist tað sum
lagnurnar speisemi, tá tað rann
mær til hugs, tá tú saman við
konu tínari Jórun stóð her í
Keypmannahavn, og tit spent
bíðaðu eftir, at sonur tykra Kári,
skuldi koma úr Guatemala.
Mitt í øllum sum tykur stóðu
her og gleddu tykkum, komu
fyrst sorgarboðini, at mamma
tín var farin, og sama dag sum
hon fór til gravar, komu aftur
sorgarboðini, at pápi tín eisini
var farin.
Okur báðir vuksu upp sam
an í Valinum, og eru tað neyvan
nakrir brøður, ið hava havt so
gott brøðralag sum okur báðir,
saknurin er tí so ómetaliga
stórur, og sorgin so tung at
bera.
Eftir lokna skúlatíð komu
okur eisini at fylgjast, je í læru
á Landssjúkrahúsinum og tú á
Læraraskúlan.
Ítróttarmaður vart tú burt
urav, har tú bæði róði kapp,
spældi fótbólt, og ikki minst
har tú allar mest bleiv kendur
sum borðtennisspælari, og har
tú mangt meistaraheitið vann
til TBF, eisini umboðaði tú
felagið á landsliðinum. Eisini
her tók tú ábyrgd á teg, tá tú
gjørdist formaður í Borðtenn
issambandinum.
Tónleikari gjørdist tú eisini,
og var ikki meira enn 13 ára
gamal, og rakk illa nokk til allar
trummurnar, tá tú gjørdist
trummuspælari í orkestrinum
á Tvøroyri. Seinni komu okur
báðir at verða plátuvendarar í
diskotekklubbanum á Tvøroyri.
Umframt hettar komu ok
ur báðir at sita í nevndini í TB
saman, tú sum formaður. Sjálvt
um tú vart føddur í Havn, og
fyrst kom á Tvøroyri sum 5-6
ára gamal, so vart tú Tvøramað
ur vid stórum T og ikki minst
TB-ari.
Eisini vart tú skjótur at
átaka tær, at verða ein av und
angongumonnunum í “Vernd
av Suðuroyar Sjúkrahúsi”, og
skalt tú hava stóra tøkk fyri alt
tað arbeiðið, ið tú har gjørdi.
Góða Jórun, Kári og Senita,
Tommy og Helgi, tykur hava
mist ein góðan mann, pápa,
svigarpápa og abba, má Harrin
styrkja tykum í sorg tykra.
Somuleiðis ganga mínir tankar
til systkini, Nick, Pada og Mau
reen.
Je drýpi høvur í sorg, og fari
at enda vid teimum seinastu
ørindunum í sanginum “Je
eri Valari”, ið bleiv spældur til
jarðarferðina.
Har jeg på jorden, dog syndet
så slemt, at Du i din himmel
mig helt har glemt? Du har af
engle så mange hos Dig,
Send dog en, blot en eneste ned
til mig.
Når jeg er død må du tænke på
mig. Du som har fulgt mig på
livets vej. Og når du kommer
ved graven forbi, Skal du
nynne zigeunerens melodi.
Hvíl í friði góði vinur.
Okur á Amager
Til minnis um Finn J. Thomsen