Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lampubúðin sløkkir nú fyri seinastu ferð Júst og Jacobina Skarðenni byrjaðu sítt handilsvirksemið í leigaðum hølum í 1983, og fyrstu árini helt handilin til í M.A. Winthersgøtu í Havn. Lampubúðin er tó best kend sum handilin í Dr. Jakobsensgøtu 9, har alt virksemið hevur verið síðan 1987. Men alt, sum hevur eina byrjan, hevur eisini ein enda, og hin 23. desember verður seinasti dagur, har Lampubúðin hevur opið VILMUND JACOBSEN Eins og fleiri aðrar handils­fyri­ tøkur, stongdi eisini Lampu­ búðin í Dr. Jakobsensgøtu 9 í Havn í einar tveir mánaðir í vár, tá okkara politisku myndug­ leikar eftir heilsu­fak­liga ráð­ geving mæltu til at taka stríðið upp ímóti koronu-far­sóttini, sum av álvara var farin at gera um seg. Hjúnini, sum eiga og reka Lampubúðina, Júst og Jacob­ ina Skarðenni, høvdu tá í eina tíð ætlað sær at givist við handils­virkseminum. - Hesin tanki streyfaði eisini í vár, tá vit lótu handilin aftur, men vit valdu tó at útseta aft­ urlatingina. Nú er so endaliga avgerðin tikin um, at Lampu­ búð­in letur aftur hin 23. des­ ember í ár, sum er miku­dag­in í næstu viku. Hjúnini eru ávikavist 75 og 70 ára gomul, og tað eru nú fleiri ár síðan, at Jacobina gjørd­ist sjúk við Parkinson. Júst hevur eisini drigist við heils­una, men hann hevur tað gott í dag. Tey bera seg bæði væl, og hvørgin teirra sær út til at vera farin um persjónsaldur. Tað kennist væl Ein handil krevur bæði tíð og orku, og eftir at hava rikið handilsvirksemi í meira enn 37 ár, halda tey, at tíðin nú er komin til at gevast. Sosialurin hevur vitjað á gátt í Lampubúðini, og tá vit spyrja Júst Skarðenni, hvussu tað kennist at rigga av, svarar hann brosandi: - Vit lata ikki aftur fyrr enn 23. desember, so eg havi ikki veruliga roynt tað enn. Jacobina Skarðenni er skjót at svara upp á sama spurning, at hetta kennist væl. - Síðan eg gjørdist sjúk fyri fleiri árum síðan, hevur Júst verið nógv til arbeiðis í handl­ inum, og eg havi verið nógv einsa­møll heima. So, eg gleði meg til, at maðurin nú verður meira heima. Hon sigur tó, at Júst er altíð í sving, og tá handilin er latin aftur, ætlar hann sær at seta hølini í góðan stand. Tá sølan í Lampubúðini var upp á tað besta, vóru fleiri fólk til arbeiðis í handlinum, og Jacob­ina minnist, at okkurt árið til jólar kundu tey vera eini fimm ella seks fólk til ar­beiðis. - Men, soleiðis hevur ikki verið nú í fleiri ár, leggur hon aftrat. Byrjaðu í 1983 Júst og Jacobina Skarðenni byrjaðu sítt handilsvirksemið í leigaðum hølum í 1983, og fyrstu tvey árini helt handilin til í M.A. Winthersgøtu í Havn. Síðan fluttu tey í onnur høli í Dr. Jakobsensgøtu, sum tey leigaðu frá Erlingi Simonsen, og her helt Lampubúðin til í eini tvey ár, árini 1985 til 1987. - Í 1987 keyptu vit eini gomul hús í Dr. Jakobsensgøtu. Hús­ ini, sum vóru í ringum standi, vórðu rivin niður, og nýggjur bygn­ingur í trimum hæddum varð bygdur á matrikkulin. Júst og Jacobina vísa á, at samlaða gólvvíddin í bygn­ing­ in­um liggur um 350 fermetrar, Her í Dr. Jakobsensgøtu 9 - mitt í hjartanum í Havn - hevur Lampubúðin hildið til síðan 1987