Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 53

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 har­av handilin húsast á umleið 120 fermetrum. - Her hevur so Lampubúðin verið øll árini síðan. Jacobina Skarðenni sigur, at Lampubúðin hevur havt ein góðan og trúgvan kundaskara, men kortini ásannar hon, at tað er stórur munur á at selja lamp­ur í dag og so fyri fleiri ár­ um síðan. Eisini umvælingar Men, eins og Lampubúðin hev­ ur havt ein trúgvan kunda­ skara, hevur handilin í Dr. Jak­ ob­s­ensgøtu 9 í Havn eisini verið trúgvur mótvegis sínum við­skifta­fólkum. - Maður mín, sum er mask­ in­meistari, hevur hjálpt nógv­ um viðskiftafólkum við ym­isk­ um lampum, sum fólk eru kom­in við. Talan er um allar møgu­ligar lampur - og ikki bara lampur, sum vit hava selt. Tað hevur ongantíð havt týdn­ ing fyri tænastuna, hvar lamp­ urnar eru keyptar. Jacobina Skarðenni sigur bros­andi, at maður hennara hev­ur ættarbond úr Mikladali, hað­ani pápin var ættaður, og mikla­dalsmenn eru tiltiknir fyri at hava góðar hendur. Sjálvur sigur Júst Skarð­ enni, at hann eisini hevur gjørt upp­gávur fyri nakrar kirkjur, har hann hevur verið og tikið gaml­ar lampur niður, sum hann hevur pussað upp, lakkað og hevur hongt upp aft­ur í kirkj­ ur­nar. - Í flestu førum hevur talan verið um gamlar messing­ lamp­ur. Avbjóðingin hevur verið at fingið gamla lakkið av. Síð­an eru lampurnar pussaðar upp, og klárlakk er smurt yvir, sig­ur hann. Í Lampubúðini hevur hann ein lítlan verkstað, og honum hevur dámt væl at gjørt slíkar uppgávur fyri viðskiftafólk. - Tað er ikki óhugsandi, nú sjálvur handilin verður latin aft­ur, at eg framvegis fari at taka mær av at viðlíkahalda lamp­ur, eitt nú fyri kirkjur og privatfólk, sigur Júst Skarð­ enni. Av Smyrli til SEV Í sínari tíð sigldi hann við trol­ ar­um, og eftir at hava verið fiski­maður í nøkur ár, fór hann um­borð á Smyril sum mask­in­ mað­ur. Hann var umborð á Smyrli fram til 1983, tá hann gjørd­ist maskinmaður á Sundsverkinum. - Á Sundsverkinum gingu vit vaktir, so tá eg ikki var á Sundi til arbeiðis, hjálpti eg til í Lampubúðini. Øll árini fram til ár 2000, hevði eg annað ar­ beiði, men hjálpti til í handl­in­ um, tá eg hevði frí, sigur Júst Skarð­enni. Jacobina Skarðenni sigur, at hon fekk staðfest Parkinson í 1999, men hon hevði merkt til sjúk­una í eini tvey ár framm­ an­undan. Soleiðis var hon bert 48 ára gomul, tá sjúkan so smátt byrjaði at vísa seg. - Vit hava gjørt okkara besta hesi árini, vit hava átt og rikið Lampubúðina og tað, sum eisini hevur eyðkent okkara virksemi, er, at maður mín ong­antíð hevur sagt nei, tá hann hevur verið spurdur um eina hjálpandi hond við ym­ isku uppgávunum, sum okkara viðskiftafólk eru komin við, sigur Jacobina Skarðenni við Sosialin. Nú hava Jacobina og Júst Skarðenni gjørt av at gevast, og Lampubúðin verður stongd hin 23. desember Tað var her á matriklinum, at Jacobina og Júst Skarðenni reistu nýggja bygningin, eftir at gomlu húsini vórðu tikin niður